hósdagur 5. november 2020síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 78
32
HØGNI JOENSEN
VALEVNI Á LISTA C
E
itt av mínum hjarta
málum er, at børn og
ung í kommununi hava
fjølbroyttar og góðar
umstøður at vera virkin í frítíð
ini, og at tey hava góð og gev
andi frítíðartilboð alt eftir, hvat
hugur og evni eru til.
Tað er sjálvsagt, at politiska
skipanin í virðiligum og jaligum
samstarvi og samskifti við feløg
og felagsskapir skapar góðar og
tryggar karmar um alt frítíðar
virksemi og øll frítíðartilboð í
kommununi.
Fyrst í juni 2017 var stórsligið
hátíðarhald í Hoyvík, tí nýggjur
fótbóltsvøllur við hábærsliga
navninum “Hoyvíksvøllur” al
ment skuldi takast í brúk. Henda
góðveðursdag ljóðaði horntón
leikur og annar góður tónleikur
um alt økið, kaffi og køkur vóru
til tey uppmøttu, røður vórðu
hildnar, har sjálvur borgar
stjórin tók orðið. Minnist, at hon
fegnaðist um, at vøllurin nú var
liðugur, men at krøv vóru eisini
til kringumstøður bæði hjá
leikarum og áskoðarum, og at
kommunan saman við fótbólts
felagnum alt fyri eitt fór at gera
eina ætlan, hvussu hetta skuldi
gerast.
Nú trý og eitt hálvt ár seinni
er synd at siga, at nógv sæst
til hesa ætlan og enn minni
nakað úrslit. Umstøðurnar
hava verið syndarligar og lítið
innbjóðandi. Hevði tað ikki
verið fyri brennandi áhugan hjá
nevnd, foreldrum og venjarum,
ja, so hevði verið øskukalt við
Hoyvíksvøll. Hesar eldsálir eiga
treytaleysa tøkk uppiborið.
Tá ið vøllurin varð liðugur,
stóð arbeiðs- og kaffiskúrurin
hjá arbeiðstakaranum, ið hevði
staðið fyri lendisarbeiðinum,
eftir. Ætlanin var, at skúrurin
skuldi í ovnin á Sandvíkarhjalla,
men so varð ikki. FC Hoyvík
fekk hann at brúka sum felags
høli og goymslu. Seinni kom ein
vesivognur á økið og fýra rusk
spannir upp at hanga á eystaru
langsíðu.
Nú beint uppundir býráðs
valið eru nakrir arbeiðsskúrar
staðsettir við Hoyvíksvøll. Talan
er um somu skúrar, ið fyri skjótt
nógvum árum síðani stóðu eyst
an fyri Sjónleikarhúsið sum
fyribils skúlastovur hjá Kom
munuskúlanum og sum seinni
vórðu fluttir út á Fløtur sum
arbeiðsskúrar í sambandi við
skúlabyggingina har.
Nú eru hesir skjótt 15 ára
gomlu skúrar komnir til Hoy
víkar at standa sum karmur um
felagslívið hjá báðum fótbólts
feløgunum, ið hava heimavøll í
Hoyvík.
Haldi ikki, at hetta er gott
nokk, og er tíverri eisini til ampa
fyri grannar og grannalag.
Virðiligar, góðar og tryggar
umstøður hjá feløgum, heima-
og útileikarum, dómarum, hjálp
arfólki og áskoðarum við Hoy
víksvøll er eitt mál, ið eg fari at
leggja alla orku at loysa, fái eg
sæti í býráðnum.
Hoyvíksvøllur – heimavøllur
hjá FC Hoyvík og Undrinum
HEÐIN MORTENSEN
JAVNAÐARFLOKKURIN
T
órshavnar kommuna
er landsins størsta
k o m m u n a
o g
høvuðsstaðurin í
okkara landi. Tí er tað við
bæði eyðmýkt og stoltleika,
at vit í Javnaðarflokkinum
bjóða okkum fram til at standa
á odda og stjórna Havnini og
kommununi, eins og vit so væl
hava gjørt tað fyrr!
Okkara fremsta mál er, at
Havnin skal skína, so bæði
havnarfólk og allir føroyingar
kunnu vera ernir av sínum
høvuðsstaði. Vit skulu aftur
fáa lív í høvuðsstaðin, so hann
fer at blóma og vísa seg frá
síni bestu síðu. Tey mongu
undanfarnu árini hava víst, at
tað dugir eingin so væl sum vit.
Vit fara ikki at kanna
okkum bitan, fyrr enn hann
er svølgdur, og tað mugu tit
veljarar heldur ikki gera, tí
einki er liðugt fyrr enn alt er
liðugt. Her kemur einki av sær
sjálvum, og vilja vit hava eitt
skifti á Vaglinum nú, so nyttar
ikki at sita heima týsdagin ella
at atkvøða fyri onkrum øðrum!
Skuldi onkur verið, sum ikki
hættar sær at fara á valstaðið,
ber væl til at greiða brævat
kvøðu longu nú á Snarskivuni
á Vaglinum ella í Perluni í Tórs
gøtu. Vit mugu fáa øll við!
Vit brúk fyri øllum góðum
stuðli, tí tín atkvøða kann
gera allan munin! Og uppaftur
betur, um tú fært onnur við
tær, tí tað er so sera umráðandi
at fáa øll við, so Tórshavnar
kommuna aftur kann fáa eina
sterka leiðslu!
Einki val verður vunnið av
sær sjálvum, og vit vinna ikki,
um vit ikki øll greiða atkvøðu
týsdagin og seta krossin á rætta
stað. Vit í Javnaðarflokkinum
vilja fegin aftur standa á odda
fyri Havnini, men skal tað
eydnast, mást tú hjálpa til við
tíni atkvøðu!
Tí vil eg inniliga heita á øll,
ið aftur vilja hava Havnina
at skína og Tórshavnar
kommunu veruliga at liva upp
til heiðurin sum høvuðsstaðin
hjá okkum øllum, um at greiða
atkvøðu fyri okkum á lista C!
Takk fyri tín stuðul!
Havnin skal skína!
MAGNUS MØRK HJELM
VALEVNIÐ FYRI JAVNAÐARFLOKKIN Í VÁGI.
E
g ætli at vera ein greið
og týðilig rødd, um
boðandi allar borgarar
í Vágs kommunu. Eg
fari at arbeiða fyri at vit fáa
eina kommunu, har allir borg
arar verða hoyrdir. Ein kommu
na har allir borgarar fáa somu
góðu viðferð. Eina kommunu
har gjøgnumskygni og fíggjar
ligt skynsemi eru tvey av lykla
orðunum, har vit saman kunna
halda áfram at menna Vágsbygd.
Javnaðarflokkurin situr í nú
verandi samgongu og eru nógv
mál rokkin hesi seinastu 4 árini,
har samstarv okkara hevur bøtt
um nógv viðurskifti her í bygd
ini. Fólk tykjast í stóran mun
at vera einig í, at tað er deiligt
at búgva í Vági, og vil eisini eg
royna at gera mítt fyri, at tað
verður enn betri fyri Vágbingar
at búgva her.
Í kommunalum samanhangi
eru nógv hugskot uppi at
venda til eitt býráðsval. Vit
ynskja øll Vágsbygd tað besta
og sum altíð, eru nógv hugskot
og verkætlanir uppi at venda
hesa tíðina, har nógv ymisk
sjónarmið vilja seta sín dám á
valstríðið.
Havandi verðandi fíggjar
støðu í huga eru nøkur mál
størri og meira umfevnandi
enn onnur, men nógv ting eru,
sum eru verd at kanna, sum
kanska ikki kunna fremjast í
verki ,líka lætt sum onnur. Vit
eiga eisini hava fokus á at
niðurgjalda skuld komandi
árini, tá kommunala skuldin er
høg. Vit eiga at arbeiða ímóti, at
gera tað bíligari hjá vágbingum
at búgva í Vági.
Hesi fevna m.a. um:
· Atskild gongu /súkklubreyt
skal gerast yvir til Oyrarnar frá
sandinum.
· Royndarætlanin við ferðslu
broytingunum á Toftavegi og
rundkoyringini skal endur
skoðast.
· Betri møguleikar at koma
við/heinta børn við Vágs
skúla (busslumma).
· Ein langtíðar loysn til barna
garðin (útbygging av barnagarði
og økið runt um barnagarð).
· Meira fokus á ungdóms
økið (Víðkan av ungdómshús
konseptinum og møguleikum
til meira tilkomna ungdóm
okkara).
· Spillvatnsskipanin/rottang
ar skulu uppraðfestast.
· Meira fokus á grønar/var
andi loysnir í kommununi.
· Dagføra smærru gongugøt
urnar í bygdini td. við nýggjum
asfalti og ljósum.
· Hækka barnafrádráttin.
· Ein heildarloysn/verkætlan
gerast fyri miðbýin/Løghamar
økið
· Bjóða eyka tænastur til eldri
og veiku heimabúgvandi borg
arar okkara.
. Vinnulívið skal hava bestu
karmar, at virka í.
Eg havi valt at bjóða meg
fram, sum valevni fyri Javn
aðarflokkin til komandi
kommunuval í Vági
KOMMUNUVAL 2020