týsdagur 28. desember 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JARÐSKJÁLVTI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Flóðaldan stóðst av einum
sera hørðum jarðskjálvta
undi havbotninum úti fyri
indonesisku oynni Sumatra.
Skjálvtin bleiv máldur til
8,9 á Richter-stiganum, og
hann er tann ringasti, sum
verið hevur tey seinastu 40
árini.
Í gjár var talið á deyðum
komið upp í 17.000. Í Sri
Lanka vóru 4.857 deyð, í
Indonesia 4.448, í India
4.278, í Teilandi 839, í
Malaysia 42, á Maldiv-
unum 32, í Myanmar 10, í
Bangladesh 2, og heilst
vesturi í Kenya kravdi flóð-
aldan eitt mannalív.
Fleiri túsund norðurlend-
ingar vóru í Teilandi og
aðrastaðni á leiðini og hildu
jólafrí, og í gjár vistu
myndugleikarnir í Dan-
mark at siga, at minst trígg-
ir danir høvdu latið lív. Tað
vóru tveir eldri menn og ein
smádrongur. Fimm danir
vóru ikki afturíafturkomnir.
Nógvir norðmenn vóru eis-
ini í økinum, og sambært
uttanríkisráðnum í Oslo
druknaðu
minst
fimm
norðmenn. Í gjár boðaðu
fleiri norðurlendskar ferða-
mannastovur, at tær fara
ikki at senda ferðafólk til
tey raktu økini fyribils.
Fólk, sum komu frá til-
burðinum
við
lívinum,
greiddu frá, at eingin varn-
aðist nakað, fyrr enn havið
brádliga reisti seg og skol-
aði inn yvir strendurnar.
Alt, sum fyri var, bleiv
skolað burtur. Í Sri Lanka
verður hildið, at umleið ein
millión hava mist hús og
heim, og stór landbúnaðar-
øki standa undir í sjógvi.
Altjóða samfelagið fór alt
fyri eit undir at savna neyð-
uga útgerð til tey neyð-
støddu, samstundis sum
bjargingarlið í teimum ein-
støku londunum leitaðu
eftir fólki, sum ikki vóru
komin afturíaftur.
Jarðfrøðingar hava stað-
fest nakrar minni skjálvtar
undir havbotninum við
Sumatra síðani tann harða
skjálvtan, og teir siga, at
tað kann væl henda, at onk-
ur skjálvti kemur afturat.
2
Nr. 248 - 28. desember 2004
UTTAN ÚR HEIMI
Alt varð skolað burtur
Ein av
teimum
ringastu
Tey seinastu hundrað ár-
ini hava fimm stórar
tsunami-flóðaldur rakt
londini í Suður- og
Eysturasia og í Suður-
amerika. Tvær teirra
kravdu fleiri mannalív
enn tann, sum rakti
Suðurasia annan jóla-
dag.
Tann 27. august í 1883
doyðu umleið 36.000
fólk av einari flóðaldu,
sum skolaði inn yvir
stór øki í Indonesia.
15. juni í 1896 rakti ein
stor
tsunami-flóðalda
Japan. Umleið 26.000
fólk doyðu.
Tann 22. mai í 1960
doyðu umleið 1.000
fólk, tá ein flóðalda
rakti strondina í Kili.
16. august í 1976 floym-
di ein tsunami-flóðalda
inn yvir stór øki í Filips-
oyggjunum. Meiri enn
5.000 fólk doyðu.
Tann 17. juli í 1998
doyðu umleið 2.000
fólk av einari tsunami-
flóðaldu í Papua Ný
Guinea.
Flóðaldur, sum standast av
jarðskjálvta undir havbotn-
inum, verða vanliga róptar
"tsunami". Kortið vísir, hvar
miðdepilin í skjálvtanum var,
og hvar flóðaldan gjørdi
serliga stóran skaða
Soleiðis sá út í einum býi
har suðuri í Teilandi í gjár
Meiri enn 17.000 fólk doyðu,
tá tann næstan tíggju metrar høga
flóðaldan rakti strendurnar í fleiri
suðurasiatiskum londum