týsdagur 28. desember 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 249 - 29. desember 2004
UTTAN ÚR HEIMI
Spara til pensión
Flestu danir leggja sera stóran dent á at tryggja sær
aldurdómin fíggjarliga, og nýggj tøl benda á, at spari-
hugurin hevur ongantíð verið so stórur sum í ár. Sam-
bært Børsen benda tølini á, at danir hava sett næstan 90
milliardir krónur inn á pensiónsuppsparingina í ár. Tað
er 20 prosent ella 15 milliardir krónur meiri enn í 2003.
Ein orsøk til, at fólk hava sett so nógvar pengar til
pensiónina í ár, er, at frívirðið í donskum sethúsum er
vaksið nógv tað seinasta árið. Tað gevur húsaeigarun-
um møguleikar at læna pengar, og tað hava nógv gjørt
og síðani sett pengarnar inn á pensiónsuppsparingina,
skrivar Børsen. Tann lága rentan hevur eisini fingið
mong at læna pengar til pensiónina.
Ein spurnarkanning hjá danska útvarpinum í gjár
vísti, at næstan helmingurin av teimum, sum svaraðu,
hava sett meiri pengar inn á pensiónsuppsparingina í ár
enn í fjør.
Børn skulu fáa bót
Í Bretlandi hevur løgreglan nú fingið heimild til at geva
børnum ímillum 10 og 15 ár bót, verða tey tikin fyri
drukk ella herverk. Parlamentið samtykti lógina í sep-
tember, og hon kom í gildi annan jóladag.
Frammanundan hevði løgreglan heimild til at geva
ungum niður í 16 ára aldur bót, vórðu tey tikin fyri
drukk ella herverk, og hetta hevur víst seg at hava góða
ávirkan. Tí væntar løgreglan, at tað sama fer at gera seg
galdandi fyri tey 10 til 15 ára gomlu. Reglurnar siga, at
løgreglan kann geva teimum ungu bót beinanvegin
heldur enn at fara í rættin við teimum, men tað eru for-
eldrini, sum hava skyldu til at gjalda bótina. Fyrstu
ferð, ein ungur verður tikin, er bótin ímillum 300 og
400 krónur.
Haxel Blears, ákæri, sigur við blaðið The Guardian,
at tað finnast dømi um ung ímillum 10 og 15 ár, sum
oyileggja ognir hjá øðrum, og sum órógva heil granna-
løg. Men nú skal endi fáast á hesum, sigur hon.
Vónsvikin bróður
Tá týski kanslarin, Gerhard Schrøder, fylti 60 fyri átta
mánaðum síðani, var yngri bróður hansara, Lothar Vos-
seler, ikki boðin í føðingardag.
Kanska iðrar kanslarin seg um tað í dag, tí herfyri
gav Lothar Vosseler út eina bók, sum fer illa við bróð-
urinum og politikki hansara. Hann fer serliga illa við
arbeiðsmarknaðarpolitikkinum hjá kanslaranum og
sigur, at hesin politikkurin ger tað truplari hjá teimum
frammanundan ringast støddu í Týsklandi.
Tey, sum hava lisið ta nýggju bókina, siga kortini, at
hon gevur eina góða mynd av tí sera trupla upp-
vøkstrinum hjá kanslaranum og systkinum hansara
aftan á seinna heimsbardaga. Pápi Gerhard fall sum
týskur hermaður í Rumenia í 1943. Mamman giftist
uppaftur, men tann seinni maðurin doyði stutt eftir, so
hon var einsamøll um tey fimm børnini. Hetta var ein
sera trupul tíð, og tað er sagt, at mamman er tann stóra
fyrimyndin hjá kanslaranum.
Beit oyrað av skipsfelaga
Tað er ikki bara Mike Tyson, sum kann finna uppá at
bíta oyrað av sínum mótstøðumanni.
Jólakvøld høvdu tveir írskir sjómenn, sum lógu ikki
í Tromsø í Noregi, fingið í so nógv upp í høvdið. Tað
endaði við bardaga, og undir bardaganum gjørdi annar
ikki mætari enn at bíta eitt petti av øðrum oyranum hjá
hinum. Tað eydnaðist teimum boðsendu norsku hjálp-
arfólkunum at finna pettið, sum bleiv seymað áaftur.
Nordlys skrivar, at írska skipið verður liggjandi í
Tromsø nakrar dagar, meðan løgreglan kannar málið.
Vandi er fyri, at flóð-
aldan í Suðurasia
hevur kravt heili
60.000 mannalív, og
fleiri milliónir eru
vorðin heimleys.
Fleiri norðurlending-
ar eru ímillum tey
deyðu
FLÓÐALDA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað er ikki óhugsandi, at
umleið 60.000 fólk lótu lív,
tá tann stóra flóðaldan skol-
aði inn yvir strendurnar í
londunum í Suðurasia og
Eysturafrika annan jóladag.
Alment var talið á deyðum
komið upp um 28.000 í
gjár, men tíðindi úr India
bendu á, at tað endaliga tal-
ið kanska verður tvær ferðir
so stórt.
Ein talsmaður hjá indisku
myndugleikunum segði, at
umleið 30.000 fólk á
tveimum oyggjum eru ikki
komin afturíaftur aftan á
flóðalduna. Fimm bygdir á
oyggjunum Nikobar og
Andaman vórðu heilt ein-
falt skolaðar burtur, segði
talsmaðurin.
Sambært
teimum
al-
mennu tølunum higartil er
Sri Lanka ringast rakt. Har
hava myndugleikarnir stað-
fest, at meiri enn 11.000
fólk eru deyð. Í India er
talð farið upp um 7.000, og
í Indonesia bera myndug-
leikarnir ótta fyri, at talið
har er uppaftur nógv størri.
Jusuf Kalla, varaforseti,
segði í gjár, at bara í lands-
partinum
Banda
Aceh
kunnu upp ímóti 10.000
hava latið lív. Í Teilandi
søgdu myndugleikarnir í
gjár, at minst 868 fólk eru
deyð, men at meiri enn
6.000 eru ikki komin aftur-
íaftur.
Bjargingarlið hava havt
ilt við at koma neyðstødd-
um til hjálpar.Vegir og jarn-
breytir eru skolað burtur,
og telefonsambandið er
farið nógvastaðni. Tí vita
myndugleikarnir í fleiri av
londunum ikki, hvussu
støðan er.
Flóðaldan var so ógvus-
lig, at í Somalia, sum er
5.000 kilometrar frá jarð-
skjálvtamiðdeplinum. Har
doyðu fleiri hundrað fólk,
og fleiri bygdir fram við
strondini eru javnaðar við
jørðina.
Fleiri
norðurlendingar
Nógv norðurlendsk ferða-
fólk vóru í londunum í Suð-
urasia, tá flóðaldan skolaði
inn yvir tað lága lendið, og
fleiri teirra lótu lív.
Í gjár visti danska uttan-
ríkisráðið at siga, at minst
tríggir danir eru deyðir, men
at myndugleikarnir bera ótta
fyri, at tíggju aðrir hava latið
lív. Úr Teilandi varð sagt, at
har leitaðu myndugleikarnir
eftir umleið 200 dønum,
sum eingin hevði frætt frá
síðani flóðalduna.
Norska
uttanríkisráðð
segði í gjár, at minst trettan
norðmenn eru deyðir, og at
leitað verður eftir fleiri
øðrum. Svensku myndug-
leikarnir vistu í gjár um
níggju sviar, sum eru deyðir,
men at leitað verður eftir
umleið
140
svenskum
ferðafólkum. Minst ein
finnlendingur er deyður,
siga myndugleikarnir í Hel-
sinki.
Sum 10.000
Hiroshima-bumbur
Jarðfrøðingar siga, at van-
liga eru slíkir jarðskjálvtar
sum tann annan jóladag
einar 700 kilometrar undir
havbotninum, men at hesin
var væl ovari enn so.
Skjálvtin gjørdi, at hav-
botnurin hækkaði tíggju
metrar, og tað elvdi til ta
stóru flóðalduna, sum var
umleið 1.000 kilometrar
breið og ferðaðist einar 700
kilometrar um tíman, sigur
Erik Schou Jensen á Gero-
logisk Museum í Danmark
við Politiken.
Hann leggur afturat, at
megin í sjálvum skjálvtan-
um og flóðalduni svaraði til
einar 10.000 kjarnorku-
bumbur av tí slagnum, sum
amerikanarar sleptu niður
yvir Hiroshima í 1945.
Danski jarðfrøðingurin
sigur, at tað fara at koma
eftirskjálvtar á leiðini, men
at teir fara ikki at elva til so
ógvusligar flóðaldur sum
skjálvtin annan jóladag.
Skjálvtin var sum
10.000 Hiroshimabumbur
Hesin maðurin í India situr í tí, sum er eftir av húsum hansara. Fleiri millónir fólk í teimum raktu økjunum eru eins og hann
vorðin heimleys