týsdagur 10. november 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. november 2020 · Nr. 79
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Terji Nielsen
Eitt nevningating bleiv í
gjár sett í Føroya Rætti,
har tríggir mans í tjúg
unum eru ákærdir fyri
at hava roynt at smugla
inn nærum eitt kilo av
amfetamin í novembur í
fjør. Teir tríggir mennin
ir, tveir danir og ein før
oyingur, hava sitið varð
haldsfongslaðir,
síðani
teir blivu handtiknir í
fjør.
Hundurin fann
rúsevnini
Tað var um morgunin
tann 18. novembur í fjør,
at tveir ungir danir komu
til Føroya við Norrønu
við bili. Teir blivu steðg
aðir í tollinum, har toll
valdið fór at kanna bilin,
og
samstundis
blivu
menninir tiknir til viks
til avhoyringar.
Ein hundur hjá toll
valdinum
bleiv
settur
at kanna bilin, og tá ið
hundurin kannaði bilin
innan, gjørdi hann vart
við
ein
sjálvstøðugan
hátalara í viðførisrúmi
num. Tollararnir tóku
síðani hátalaran inn til
røntgenkanning, og har
bleiv staðfest, at okkurt
fremmant var í hátalar
anum. Hátalarin bleiv lat
in upp, og í honum lá ein
vakumpakkaður posi við
onkrum hvítum pulvuri í.
Tollvaldið setti seg í
samband við løgregluna,
sum var skjót á staðið, og
samstundis bleiv pulvur
ið í posanum skift út við
flormelis. Hátalarin bleiv
skrúvaður saman aftur,
og menninir sluppu at
koyra í land í Føroyum
uttan at nakað meiri var
gjørt við teir tá.
Men løgreglan hevði
riggað seg til, og síðani
eltu teir menninar alla
tíðina, meðan teir vóru
her, so at man eisini kundi
finna fram til, hvørjum
menninir møttust við.
Ætlanin hjá monnunum
var at fara av landinum
aftur við Norrønu fýra
dagar eftir, at teir vóru
komnir til landið, men
sama dag blivu teir hand
tiknir, og saman við ein
um føroyingi hava teir
sitið varðhaldsfongslaðir
síðani.
Vil einki siga
um bakmenn
Tann 25 ára gamli danin
greiddi í Føroya Rætti
týsmorgunin frá, at hinir
báðir ákærdu einki hava
við málið at gera.
Hann segði, tá ið hann
bleiv avhoyrdur í rætti
num, at hann gjørdi
avtalu við nakrar bak
menn í Danmark um at
fara til Føroya við rús
evnunum, sum á gøtuni
i Føroyum hava eitt virði
á oman fyri eina millión
krónur.
Spurdur, hvørjir bak
menninir eru, segði tann
ákærdi, at tað vildi hann
einki siga um.
Tá ið hann bleiv spurd
ur, hvør skuldi hava rús
evnini í Føroyum, segði
hann, at tað visti hann
ikki. Hetta skuldi hann
fáa
boð
um,
meðan
hann var í Føroyum.
Men danin fekk illgruna
um, at okkurt var galið,
og at løgreglan hevði
funnið rúsevnini, tí tað
vóru nøkur viðurskifti
við hátalaranum, sum
rúsevnini
vóru
fjald
í, sum vóru broytt. Tí
hevði hann boðað frá, at
okkurt var galið, og av
somu orsøk segði hann
seg ongantíð fáa boð um,
hvør skuldi taka ímóti
rúsevnunum.
Brúka sosialar miðlar
Í rættinum er komið fram,
at teir ákærdu persónar
nir í stóran mun umvegis
sosialar miðlar, og at
tað serliga er ein app,
sum nevnist Wickr, sum
verður brúkt. Hendan
appin kann innstillast
soleiðis, at tá ið tú hevur
sent eini boð við henni,
so verða boðini slettað, so
skjótt móttakarin hevur
lisið tey.
Tann 28 ára gamli
føroyingurin,
sum
er
ákærdur í málinum, brúk
ar eisini hesa app, og í
rættinum er komið fram,
at hann var í Danmark
og var saman við 25 ára
gamla dananum, stutt
undan at danin kom til
Føroya við rúsevnunum.
Føroyingurin
er
eisini
á
Wickr,
og
í
rættinum hevur ákæru
myndugleikin víst á, at
tað hevur verið eitt ávíst
samskifti
millum
teir
báðar, stutt eftir at teir
báðir danirnir komu til
Føroya.
Eftir evstamark hjá
blaðnum,
bleiv
føroy
ingurin avhoyrdur í Før
oya Rætti, og hvat hann
greiddi frá verður at
frætta á www.in.fo.
Bæði tann 25 ára gamla
danin og tann 28 ára
gamli føroyingurin eru
eisini ákærdir fyri onnur
lógarbrot, sum hava við
rúsevni at gera.
Nevningatingið verð
ur alla hesa vikuna og
komandi viku, og so fellur
dómur væntandi í aðru
viku.
terji@sosialurin.fo
Annar danin tekur fulla ábyrgd
Ein 25 ára dani tekur fulla ábyrgd av innsmuglingini av nærum einum kilo av
amfetamini til Føroya seint í fjør. Í nevningatingi, sum er í Føroya Rætti í løtuni, hevur
hann týsmorgunin greitt frá, at hinir báðir ákærdu einki vistu um málið