týsdagur 10. november 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 11. november 2020 · Nr. 79
- fyri størstu KT-verkætlan í føroyska
undirvísingarverkinum
Heildarætlanin hevur sum endamál:
- At økja um KT- og dátutrygdina í
undirvísingargeiranum
- At økja um dygdina í upplýsingum um
næmingar og fak
- At veita skjótt og álítandi avgerðar-
grundarlag
- At betra um samskiftismøguleikar millum
skúla, fakfólk, næmingar og foreldur
- At sleppa undan dupultarbeiði í fyri-
sitingini á skúlum, hjá myndugleikum
og hjá næmingum
- At skapa betri fyritreyt fyri eftirlits-
og myndugleikaarbeiði
Heildarætlanin fevnir um tvey høvuðsátøk
1. At stovna ”Skúlanet”, ið er ein felags
rakstrar- og tænastuskipan, sum rekur
eitt vælvirkandi og trygt KT-net fyri alt
undirvísingarverkið.
2. At menna eina felags framkomna og
trygga lestrarfyrisitingarskipan (LFS)
til fólkaskúlan, miðnám og hægri
útbúgvingar.
Starvið
Vit søkja eftir royndum leiðara til nýstovn-
aðu KT-eindina í UVS. Tú skalt standa á odda
fyri at fremja heildarætlanina 2021-2024
og síðan standa á odda fyri at dagføra
strategi, tryggja viðlíkahald, víðarimenning
og rakstur av KT skipanum og Skúlanet.
Eindin verður fyrstu árini verkætlanarskipað
og mannað við trimum serfrøðingum við
verkætlanarleiðlsuábyrgd innan økini LFS,
Dáta og Skúlanet.
Ábyrgd
Tú fært, við tilvísing til stjóran í UVS,
ábyrgdina av:
- Menning av KT-umsitingarskipan
í øllum undirvísingarverkinum
Vit bjóða
Eitt fjølbroytt og spennandi starv,
har tú fært ávirkan á hvussu
eindin og virksemið verða
skipað.
Heildarætlanin hevur høga
strategiska raðfesting, og tú
verður partur av leiðslubólkinum
í UVS. Tætt samstarv verður við
Nám, KT-landsins og Talgildu
Føroyar.
Setanar- og lønartreytir
Starvið er fulltíðarstarv og verður
flokkað sum deildarleiðari 3 eftir
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og Akademikarafelagið ella
samsvarandi.
Umsókn
Umsóknarfreistin er 30. november
kl. 12.00. Starvið verður sett frá
1. februar 2021, treytað av at
játtan er tøk á fíggjarlógini fyri
2021.
Umsókn, prógv o.a., skal
sendast til:
Undirvísingarstýrið
Hoyvíksvegur 72,
100 Tórshavn
ella t-post: undirvising@uvs.fo
Um tú ynskir fleiri upplýsingar,
kanst tú ringja ella skriva
til Hjalmar Hansen, stjóra
í Undirvísingarstýrinum,
telefon: 555045.
Meira um heildarætlanina
www.uvs.fo:
www.snar.fo/kt-umsitingarskipan
- Menning av einum felags skúlaneti
- Menna ein dátupall til sjálvirkandi
dátusamskifti, leiðlsukunning, hagtøl
og sjálvgreiðslutænastur
- Tryggja, at skipanir og dátur hava
nøktandi trygdarstig
- Stuðla strategiska nýtslu av dáturiknari
fak- og organisatiónsmenning
- Rakstur, viðlíkahald og menning av
skipanum, tá ið hesar eru settar í
verk
Høvuðsuppgávur
- At skipa arbeiðið í lutverkætlanir, við
arbeiðsbólkum, tilvísingarbólkum
og ráðgevum
- At skipa fíggjar-, veitingar-, resursu-
og tíðarætlanir
- Uppfylging og kunning til stjóra og
stýrisbólk
- At kunna og innvolvera viðkomandi
áhugapartar
- Gera sáttmálar við veitarar, ráðgevar
og samstarvspartar
- Váðastýring
- Starvsfólkaleiðsla, førleikamenning og
faklig sparring við verkætlanarleiðarar
og arbeiðsbólkar
Førleikakrøv
- Viðkomandi hægri útbúgving á
master ella kandidat stigi
- Royndir í at útvega, menna og seta í
verk fjøltáttaðaðar KT verkætlanir
- Royndir við kontrakt- og avtalustýring
- Evni at samskifta, tryggja undirtøku
og leiða broytingar eru týðandi
førleikar
Tað er fyrimunur, um tú hevur útbúgving
í verkætlarnarleiðslu og kennir til
almenna fyrisiting.
www.undirvising.fo
Hoyvíksvegur 72, 100 Tórshavn
200 900 | undirvising@uvs.fo | www.undirvising.fo
Undirvísingarstýrið (UVS) søkir eftir leiðara til strategiska KT-eind, sum komandi árini
skal fremja heildarætlanina fyri KT umsiting í undirvísingarverkinum
Á ODDA
K R E A