Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. november 2020 · Nr. 79 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen Nýggja ferjan verður eitt stórt frambrot fyri Strandferðsluna. Tað er niðurstøðan á Strand­ ferðsluni, nú nýggja ferjan, Erla Kongsdóttir, kom til Føroyar sunnu­ kvøldið, har hon legði at bryggju um 21.30 tíðina. Ætlanin var at hava hátíðarhald mánadagin, men tað varð av ong­ um, tí tað forðaðu til­ mæl­ini í sambandi við koronu, fyri. Tískil verður hátíðarhaldið at bíða eitt sindur, sigur Strand­ ferðslan. Fyrsta uppgávan hjá henni verður at sigla ímillum Havnina og Nóls­ oyn­na fyri Ternuna, sum er á beding til eftirlit. Men Jóan Petur Abra­ ham­sen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, sigur, at nólsoyingar mugu brynja seg við toli í nakrar dagar afturat, tí nú skal Erla Kongs­dóttir riggast til við bjargingarútgerð, bjarg­ ingarroynd, og øðrum, áðrenn hon fær tað enda­ ligu góðkenningina. Tað koma fólk úr Fraklandi til tað arbeiðið og Strand­ ferðslan væntar tískil, at tað verða einir tíggju dagar, áðrenn hon fer í sigling. Siglur skjótt Ferjan siglur skjótt, hon siglur 28 míl, og tað merk­ ir, at tað er rættiliga skjótt at flyta hana runt um í landinum, har tað er brúk fyri henni. Men við ferðafólki hevur hon loyvi at sigla 20 míl. Tað merkir, at hon hevur 12 minuttir um túrin ímillum Havnina og Nólsoy. Erla Kongsdóttir hevur 96 sitipláss til ferðafólk og summi av teimum hava trygdarbelti, onnur ikki. Endamálið er, at fólk skulu verða sitandi undir øllum túrunum, so hetta er ikki ein ferja, har fólk ganga og mala aftur og fram á túrinum. Annars tekur hon fýra bilar, ella ein bil upp á í mesta lagi 10 metrar og sum vigar 10-11 tons. Annars tekur hon eisini smá­vegis av farmi. Verða umstøðurnar á havnarløgunum lag­ að til skipið, eru eisini um­støður hjá rørslu­tar­ naðum at koma umborð, og í land við egnari hjálp. Erla kongsdóttir hevur eisini el-motor, og hon klárar einar fýra-fimm túrar ímillum Havnina og Nólsoyar við elmegi aleina. Tað kann vera hent, skuldi hon fingið eitt tekniskt brek við morotunum. Men tað merkir eisini, at hon kann sigla, púra ljóðleys undir fuglabjørgum, uttan at órógva fuglin. Ann­ars hevur hon alla tað nýggjastu, útgerðina um­borð. Tað vera tríggir mans við Erlu Kongsdóttir. Erla Kongsdóttir er smíðað í Noregi og haðani loystu tey um náttúrðatíð leygar­kvøldið, so tey høvdu eitt gott samdøgur til Føroya. Og hóast tað ikki var heilt slætt, eru tey væl nøgd við, hvussu hon bar seg í sjónum, hóast talan ikki er um nakað stórt skip. –  Vit løgdu ymsar leysar lutir í setrini til ferða­fólk, men tað var eingin av teimum, sum fluttu seg, siga tey, sum sigldu hana til Føroyar. Vit høvdu eisini ein bil, og ein bát á fordekkinum, men heldur ikki tað var ein trupulleiki, segði Jóan Petur Abrahamsen. Verður sett í sigling um einar tíggju dagar Tey er væl nøgd við, hvussu Erla Kongsdóttir ber seg at í sjónum Á fordekkinum er pláss til fýra bilar, ella ein størri bil upp á 10 metrar Erla Kongsdóttir bar seg væl í sjónum á veg úr Noregi til Føroyar