Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 11. november 2020 · Nr. 79 TÍÐINDI Árni Gregersen Bárður á Steig Nielsen, løg­maður, landsstýrið og heilsu­myndugleikarnir halda fast um, at besti mátin at forða fyri, at korona­smittan fer at breiða seg uppaftur meira í Føroyum, er við til­mæl­um, heldur enn við for­boð­um. Eisini nú smittan av álvara ger um seg í Dan­mark og øðrum av okkara grannalondum, eru tilmælir vald framum for­boð. -Vit gera hetta fyrst og fremst tí at tað sær út til at hetta hevur riggað minst líka væl – um ikki betur – enn mátin tey hava gjørt tað í okkara granna­londum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løg­maðiur. Løgmaður vísir á, at smittan hevur av álvara tikið seg uppaftur í gran­ na­londunum. Hann sigu­r, at heilsu­myndug­ leik­ar­nir aðrastaðni eru aftur farnir at óttast fyri at stóra smittutalið aftur fer at leggja sjúkrahúsini undir trýst. Hann sigur eisini, at í Danmark – serliga í Norðurjyllandi – eru kom­munur avbyrgdar, so tað ber ikki til at koma til og frá teimum. Í Føroyum er støðan mun­andi øðrvísi, tí her fer gerandisdagurin fram í løtuni stórt sæð, sum hann gjørdi undan kor­ ona. -Men vit vita, at smittan er lúnsk og at viðurskiftini kunnu broytast skjótt. Ta støðuna, at vit aftur verða rakt, vilja vit fyri alt í verðini ikki koma í, sig­ur løgmaður. Nýggj tilmælini Nýggjastu tilmælini eru eisini herd nakað. Nú verður frárátt at fara úr Føroyum at ferð­ ast uttan so, at tað verul­ iga er neyðugt. Sum tilmælini hava verið, so skulu fólk lata seg testa, tá ið tey fara um­borð á Norrønu ella umborð í eitt av flog­før­ unum til Føroyar, tá ið tey koma til Føroyar. Síðani verður mælt til, at tey aftur testa seg sætta dagin eftir at tey eru komin higar. Broytingin í nýggju skipanini er, at nú verður mælt til, at fólk testa seg 72 tímar áðrenn tey fara umborð á skip ella flog­ far og so aftur annað­ hvørt í Hirtshals, tá ið farið verður umborð á Norrønu, ella tá ið tey koma við flogfarinum til Vág­ar. Hetta verður ikki broytt, men nú verður til­mælið um, at ferðafólk skulu testa seg sætta dagin hert nakað. Nú fáa øll gjøgnum sms- skipan­ina boð um at hetta skal gerast, og so fara myndugleikarnir at fylgja við, hvussu nógv fylgja hesum tilmæli. Í løtuni verður tað ikki gjørt. Myndugleikarnir hal­ da, at hetta fer at gera net­ið tættari og meskar­ nar smærri so tey fáa hend­ur á teimum flestu sum koma higar. Jólagestir og jólaborðhald Herdu tiltøkini byggja fyrst og fremt á, at heilsu­ myndugleikarnir í flestu londum hava sagt, at tá ið vit koma inn í myrku tíðina, tá er vandi fyri, at smittan fer at breiða seg meir. -Sum tað sær út í okkara grannalondum, so bendir alt á, at fak­kunn­ leikin hevur havt rætt, tá ið sagt var, at smittu­ trýstið fór at økjast, tá ið vit koma inn í myrku tíðina, sigur løgmaður. Løgmaður sigur, at orsøkin til at leita verður so nógv eftir fólki við smittuni, er, at vit helst ikki vilja hava hendan smittu­ágangin aftur. -Tað snýr seg um, at vit í Føroyum skulu kunna liva eitt so vanligt gerandislív, sum til ber. Vit vilja verja tað frælsi sum vit hava og tað vóna vit, at fólk eisini ynskja, sig­ur hann. Hann sigur, at sjálv­ andi eru føroyingar uttan­ lands vælkomnir heim til jólar, men at tað liggur ein serliga ábyrgd á teimum at halda til­mælini hjá myndug­leik­unum. Í sambandi við jóla­ borðhaldini, eiga vit eisini at ansa serliga væl eftir. Løgmaður hevur ikki nevnt nakað tal av fólki, sum kunnu savnast, men fútin, sum er formaður í far­sóttarnevndini hevur nevnt, at hægst 20 eiga at møtast, tó eitt sindur eftir hvussu umstøðurnar eru. Tilmæli um, at vit hægst mugu savnast 100 stendur framvegis við. Nýggju tilmælini eru sett í gildi. Royna við góðum at forða smittuni at koma til Føroyar Hóast grannalond okkara aftur eru sera hart rakt av koronasmittuni, so halda myndugleikarnir fram við tilmælum heldur enn forboðum Fólk verða testað, tá ið tey koma í Vágar við flogfarinum Bárður á Steig Nielsen, løgmaður