Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. november 2020 4 Sosialurin Bókajól Terji Nielsen S kúlaárið 2017/2018 bleiv ein stór lesivanakanning gjørd í trim­um árgangum í føroyska fólka­skúla­ num. Hendan kanning staðfesti, at føroysk skúlabørn lesa minni enn javn­ aldrar teirra í londunum kring okkum. Ser­liga eru tað tey elstu børnini, ið lesa lítið. Hetta førdi síðani til, at arbeiðs­bólk­ ur­in, ið hevði staðið fyri lesivana­kann­ ing­unum, gjørdi eitt upprit við ikki færri enn 12 tilmælum við tí fyri eyga at fáa føroyingar at lesa meira og skapa eina góða lesimentan. LESIVANAKANNINGIN Tað var um árskiftið 2017/2018, at ein stór lesivanakanning bleiv gjørd í ávika­ víst 4., 6. Og 9. Flokkunum kring alt land­ið. Tilsamans vóru tað umleið 1.300 næm­ingar, sum tóku lut í kanningini, og tað er okkurt um 75 prosent av teimum árgang­un­um. Sjálv kanningin er ein lýsing av til dømis, hvussu ofta og hvussu nógv børn lesa, og á hvønn hátt tey lesa. Um tey lesa avísir, bløð, bøkur ella á talgildum miðl­um. Og somuleiðis á hvørjum máli tey lesa, og hvat tey lesa. Úrslitið av kanningini vísti, at tveir trið­ingar av børnunum lesa antin sjáldan ella ongantíð, tá ið tey hava frí úr skúlanum. Og hyggja vit eftir teim­ um trimum árgangunum, so vóru tað triðingurin av næmingunum í fjórða flokki, sum lósu í frítíðini, meðan bert 28 prosent av teimum í sætta flokki og 12 prosent av teimum níggjunda flokki lósu í frítíðini. FØROYAR LESA 2020 Eitt av teimum 12 tilmælunum var at gera 2020 til eitt serligt lesiár við tí enda­máli at fremja góðan hugburð til les­ing og eina góða lesimentan. Í uppskotinum til átakið Føroyar lesa 2020 stóð millum annað, at ein arbeiðs­ bólkur skal fyrireika eitt mál­rættað og landsumfatandi lesiátak í 2020, sum skal taka støði í úrslitunum í lesi­vana­ kann­ingini, og sum skal varpa ljós á bók­ina sum týðandi mentanarmboð og vitan­arbera. Arbeiðsbólkurin skal eisini savna allar partar, ið kunnu hugsast at kun­na virka við til at menna áhugan og vitan­ ina um lesing í Føroyum. Aðal­enda­mál­ ið við átakin Føroyar lesa 2020 er at skapa eina betri lesimentan í føroyska sam­felag­num sum heild. Stigtakararnir til átakið eru Uttan­ ríkis- og Mentamálaráðið, Nám og Bóka­ deild Føroya Lærarafelags. Og á sumri í fjør kunngjørdi Mentamálaráðið á heima­síðu síni, at nú var farið undir at fyrireika átakið, sum skuldi røkka nøk­ ur ár út um 2020. ​ ENDAMÁLIÐ VIÐ ÁTAKINUM Føroyar lesa er eitt átak, sum skal varpa ljós á lesigleði og týdningin av at lesa, ikki minst á okkara móðurmáli. Sjálvt átakið fevnir um alt samfelagið og allar aldursbólkar. Skipað verður fyri til­ tøkum, har fólk savnast um tað at lesa. Heimasíðan, www.føroyarlesa.fo, er ætlað sum miðdepil fyri íblástur, upp­ lýsing og kunning um lesing, soleiðis at børn og vaksin, privatpersónar og starvsfólk á ymiskum økjum kun­nu finna viðkomandi tilfar.  Sum áður­ nevnt, so kemur átakið ikki bara at vera í 2020, men væntandi verður tað í eini trý til fimm ár. Stigtakararnir til átakið siga eisini, at teir við verkætlanini vilja geva før­ oy­ingum hug at lesa meira og at seta før­oyska málið í miðdepilin umvegis lesing. Somuleiðis vil man eggja til góð­ar lesivanar og lesiupplivingar, og á tann hátt kann man vera við til at stimbra lesiførleikan. Á henda hátt vil man geva øllum lesarum íblástur og ikki minst hjálp til at finna ta røttu bókina at lesa. Man vil skapa góðar karmar fyri eini góðari og sunnari lesimentan. Um man fær savna fólk um bókmentir og tað at lesa, so kann man eisini elva til áhuga, kjak og forvitni um føroyskar bókmentir og ikki minst føroyskar rithøvundar. HEIMASÍÐAN SUM ÍBLÁSTUR Sum nevnt aðrastaðnis er serstøk heima­síða gjørd, sum eitur www.før­ oy­arlesa.fo, og á henni er nógv ymiskt for­vitnisligt at finna. Til dømis er prát við navnframar føroyingar, sum greiða frá, hvussu tey hava tað við at lesa, og hvørjar bøk­ur tey lesa í løtuni. Eisini eru sjón­banda­ samrøður við bæði bókavørð, náms­ frøðing, landsstýrismannin í menta­mál­ um og onnur, har tey eitt nú greiða frá, hvat lesing hevur at siga fyri tey.v VILJA HAVA FØROYINGAR AT LESA MEIRA Ein kanning fyri nøkrum árum síðani staðfesti, at føroysk børn lesa minni enn teirra javnaldrar í grannalondunum. Tí varð farið undir átakið Føroyar Lesa 365 DAGA UMBÝTINGARGARANTI Hevur tú keypt vøruna í Rit&Rák, og fingið umbýtingarmerki á, kanst tú, um vøran er óskalað og í upprunaligum pakningi, býta um í 365 dagar eftir, at vøran er keypt. Rit & Rák í SMS . Tlf. 603030 . ritograk@ritograk.fo . www.ritograk.fo