týsdagur 10. november 2020síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Sosialurin
Mikudagur 12. november 2020
Bókajól
Bókadeildin og
Bókaklubbin á Bókadøgum
16. - 22. november
í Norðurlandahúsinum
Tel. 313756 / 235776
bokaklubbin@bokaklubbin.fo
Grafix 504251
Nýggjar føroyskar ungdómsbøkur
Hósdagin 19. november kl. 10.00 (Skúlatiltak)
Tiltak fyri skúlaflokkar í framhaldsdeild og miðnámi, sum
arbeiða ella fara undir at arbeiða við bókunum í undirvísingini.
Næmingarnir fyrireika spurningar at seta rithøvundunum.
Leygardagin 21. november kl. 16.00
Vit seta sjóneykuna á tvær nýggjar føroyskar
ungdómsskaldsøgur. Eyð Steinbjørnsdóttir og Sanna A. Dahl
hava samrøðu við rithøvundarnar, Rakel Helmsdal og Marjuna
Syderbø Kjelnæs.
Sum rótskot eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs er ein samtíðarlig
og aktuell søga um ung og umhvørvistrupulleikar. Hon snýr
seg um fýra vinfólk, sum vilja hava fólk at vakna og taka
umhvørviskreppuna í álvara.
Kjarr eftir Rakel Helmsdal er ein fangandi skaldsøga um
Lauru, sum finnur eina beinagrind. Beinagrindin sendir hana
út á eina ferð ígjøgnum Europa at leita eftir svarum. Kathrina
Skarðsá hevur myndprýtt bókina.
Tekna teg til tiltøkini á www.nlh.fo
Luddi & Lundisa og ein risapisa
Barnasjónleikur um nýggju bókina
Týsdagin 17. november kl. 10.00 (barnagarðstiltak)
Leygardagin 21. november kl. 11.00
Nýggj bók um tær báðar lundapisurnar, Luddi og Lundisa,
kemur út á Bókadøgum, og hetta verður hátíðarhildið við einum
spildurnýggjum barnasjónleiki. Kom við í lundaland, tá Luddi og
Lundisa syngja um blómurnar og hugna sær ein góðveðursdag.
Knappliga hoyra tey eitt hurr, hurr, hurr í luftini og síggja ein stóran,
løgnan fugl. Tað má vera ein risapisa.
Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað bókina, og Delia Ciccarelli
hevur myndprýtt.
Leikbólkurin Veia framførir leikin. Leikarar: Vár Berghamar Jacobsen,
Eyð Steinbjørnsdóttir, Eir í Ólavsstovu og Guðrið Patursson.
Pallsmiður: Sámal Blak. Leikstjóri: Vár Berghamar Jacobsen.
Tiltakið er samstarv millum Bókadeild Føroya Lærarafelags og
Norðurlandahúsið
Keyp atgongumerki á www.nlh.fo
Børn: 35 kr.
Vaksin: 70 kr.
Vitja okkum og hoyr um heimsins besta klubba, har tú ómakaleyst og bíliga fært
hópin av góðum lesiupplivingum ígjøgnum alt árið. Vit viðmæla eisini ársins bestu
jólagávuhugskot til børn og ung, hava nýggjar og forvitnisligar bøkur og góð tilboð
OKKARA TILTØK Á BÓKADØGUM