Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. november 2020 6 Sosialurin Bókajól HVØRJAR BØKUR LESA FÓLK? SOSIALURIN HEVUR SPURT NØKUR FÓLK, HVØRJAR BØKUR TEY LESA, UM TEY YNSKJA SÆR BØKUR Í JÓLAGÁVU, OG SO HAVA VIT EISINI SPURT, UM TEY HAVA NAKRA MEINING UM DYGDINA Í FØROYSKUM BÓKUM LESUR TÚ NÓGV, FØROYSKT ELLA ÚTLENDSKT? - Eg hevði ynskt, at eg gav mær betri stundir at lesa. Var ein bókaormur, tá eg var yngri. Men, mær dámar væl at lesa bæði føroyskar og útlendskar bøkur. HVØRJA BÓK LESUR TÚ BEINT NÚ? - Tær eru nakrar, og eg eri í holt við yrkisbókmentir í løtuni, eitt nú “Kærlighedens bøddel” eftir Irvin D. Yalom, “Den følsomme hjerne” eftir Susan Hart og “The Making of a Therapist” eftir Louis Cozolino. HVØRJA BÓK YNSKIR TÚ TÆR Í JÓLAGÁVU? - Hevði verið fegin, um “Retorikkur” eftir Aristotoles/ Eilifi Samuelsen og “Í stovuni sofu, í køki komfýr” eftir Jóan Paula Joensen vóru í onkrum jólapakka. HEVUR TÚ NAKRA MEINING UM DYGDINA Í FØROYSKUM BÓKUM? - Eg haldi, vit kunnu vera errin av at eiga so nógvar dygdargóðar uppruna føroyskar bøkur og eisini væl úr hondum greiddar umsetingar, sigur Selma Ellingsgaard. LESUR TÚ NÓGV, FØROYSKT ELLA ÚTLENDSKT? - Eg lesi rættiliga nógv. Tað mesta er útlendskt. Eg eri komin eitt sindur aftur úr við føroysku prosabókmentunum, men eg havi lisið flestu nýggju føroysku yrkingasøvnini. Tey eru sum heild góð. HVØRJA BÓK LESUR TÚ BEINT NÚ? - “Europa” eftir Geert Mak. Hon hevur nøkur ár á baki, men krýnikan ger okkum eitt sindur klókari um evropeiska meginlandið. HVØRJA BÓK YNSKIR TÚ TÆR Í JÓLAGÁVU? - Sum søgufrøðingur má eg siga “Fiskivinnan sum broytingaramboð hjá amtmanninum” eftir Erling Isholm. HEVUR TÚ NAKRA MEINING UM DYGDINA Í FØROYSKUM BÓKUM? - Dygdin er góð. Vit hava fleiri nýggjar yrkjarar á høgum stigi, Anna Malan Jógvansdóttir, Kim Simonsen, Vónbjørt Vang, Lív Róadóttir Jæger - bara fyri at nevna nøkur. Eisni prosabøkurnar seinnu árini hava verið á høgum stigi, sigur Ivan Hentze Niclasen. LESUR TÚ NÓGV, FØROYSKT ELLA ÚTLENDSKT? - Eg lesi ikki serliga nógv fyri tíðina - út yvir tað, sum er arbeiðsrelaterað, tíverri. HVØRJA BÓK LESUR TÚ BEINT NÚ? - Her er ein bók á hillini, ið dregur. Versonurin, sum er lesandi í Danmark, gloymdi hana eftir, nú hann var heima og vitjaði í heystfrítíðini. Tað er bókin “Døde-vaskeren” hjá Sara Omar. Hana eri eg farin at lúra í. HVØRJA BÓK YNSKIR TÚ TÆR Í JÓLAGÁVU? - Mær dámar væl ævisøgur, so skuldi ein bók ligið innpakkað til mín undir jólatrænum, so er tað eitt gott boð. HEVUR TÚ NAKRA MEINING UM DYGDINA Í FØROYSKUM BÓKUM? - Havi sum so ikki nakra ramliga meining um føroyskar bókmentir í hesi løtu, men eg frøist um, at nógv kemur út á okkara móðurmáli, sigur Hansa M. Glerfoss. SELMA ELLINGSGAARD: IVAN HENTZE NICLASEN: HANSA M. GLERFOSS: Myndina av Ivani Hentze Niclasen eigur Jógvan á Dul