týsdagur 28. desember 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 248 - 28. desember 2004
Sum smágenta fekk
Wangari Maathai at
vita, at fikutræið var
Guds træ og mátti
tískil ikki skaðast.
Síðani tá hava bæði
Gud og træið fylgt
henni
TRÚBOÐARI
Snorri Brend
týddi úr Vårtland
Skúlabørn, limir í Nobel-
nevndini
og
myrklittir
kenyanarar standa trunkað-
ir saman uttanfyri Grand
Hotel í Oslo. Norskir løg-
reglumenn gera seg ítarsta
til at halda stóru mann-
fjøldina í friði.
Øll eru tey komin hagar
við einum fyri eyga. Og har
kemur hon umsíðir. Mynda-
menn blitsa móti eini bros-
andi kvinnu í grønum kjóla
við einum hvítum høvuð-
prýði. Wangari Maathai
heilsar vinarliga uppá fólk-
ini, áðrenn trygdarfólk føra
hana inn í Ibsen-suituna,
har hon hevur sett eina løtu
av til ein norskan blað-
mann. Evnið fyri samrøð-
una er trúgv. Um hon altíð
hevur trúð á Gud?
– Jú, tað havi eg. Fyri
okkum er tað løgið at skula
játta at ein trýr uppá Gud.
Fyri okkum hevur tað aldr-
in verið ein spurningur um
at trúgva ella ikki at trúgva.
Hvat er fyrsta minnið títt
um Gud?
– Tá eg var ein lítil genta,
var eg úti og savnaði inn
fyri mammu mína. Tað eru
slík arbeiði, sum smábørn
fáa tá tey búgva úti á land-
inum. Tá minnist eg at
mamma mín segði, at eg
ikki mátti taka nakra frukt
av
fikutrænum.
Hví?,
spurdi eg. Tí tað er Guds
træ, svaraði mamma. Eg
haldi, at hetta var mín
fyrsta andaliga uppliving, –
mín fyrsta mynd av Gudi.
Keldur við fikutræið
Frú Maathai brosar, fær sær
ein munn av te'inum – og
fer so at siga frá um fiku-
træið. Tað er eitt vítt træ við
sterkum rótum. Tað heldur
moldini og forðar jarðarsliti
(erosion). Træið hevur eis-
ini sterkar røtur, sum
spreingja sær veg niður í
fjallið og letur upp fyri
vatninum. Tú finnur næstan
altíð eina vatnskeldu hjá
fikutrænum.
– Eg var eftir vatni í keld-
uni við fikutræið tá eg var
lítil. Nógv ár seinni varð
træið høgt niður fyri at geva
pláss til dyrking av te og
kaffi. Tá tornaði eisini
keldan. So tá eg byrjaði at
arbeiða við umhvørvis-
spurningum, vendi hugur
mín altíð aftur til hetta træ-
ið. Til Guds træ.
Í hesi samrøðuni millum
móðir og dóttir liggur altso
byrjanin til gróðursetingina
av trøum í milliónatali,
henda nærum profetiska
handlingin, sum at enda –
nærum 60 ár seinni – førdi
hana til Noregs at taka
ímóti
Friðarheiðursløn
Nobels.
Náturlig
andaliggerðing
Hava tit afrikanarar eina
størri nátúrliga andaliga
síðu enn vit í Europa?
– Ja, tað hava vit. Viður-
skiftini við Gud eru ikki ein
spurningur um at trúgva
ella ikki at trúgva. Tað er
bert nakað sum er so: Gud
er her, Gud er allarstaðir.
Gud er ikki ein sunnudags-
uppliving, hann er ein upp-
living alt lívið. Gud var í
øllum tú gjørdi – í velting-
ini, í neytahaldinum, hann
var tann, sum helt teg á lívi.
Tú hevði ikki eina serstaka
tíð at tilbiðja Gud. Hann
var alt í lívi tínum.
Hvussu var tað tá at møta
teimum katólsku nunnun-
um og teirra mynd av
Gudi?
– Tað var ein øðrvísi
Gud. Tað var ein Gud, tú
mátti trúgva á. Meiri enn
ein Gud, sum kundi málast
og mátast. Tú byrjar við at
geva Gudi eitt andlit. Eg
fekk Gud at síggja gjøgnum
eyguni á listamonnum, men
eg var ung, og eg skilti tí
ikki at myndirnar hjá
Michelangelo bara vóru
hansara hugsan um Gud.
– Eg byrjaði at hugsa um
Gud sum ein, ið var á ein-
um ávísum staði, ein sum
er í himmalinum. Tú mátti
trúgva á ein fastlagdan
Gud, og tað var synd ikki at
trúgva. – Eg var ógvuliga
ung, og góðtók at soleiðis
átta tað at vera.
Og hvat trýrt tú í dag?
– So líðandi skilti eg at
hetta var ein hvørvimynd -
ein illusjón, sum skuldi fáa
meg at skilja, men sam-
stundis at tað ikki mátti
blandast saman við veru-
leikan. Gud situr ikki bert á
einari trónu, og himmalin
er ikki einans eitt rúm, har
tú finnur hann. Eg havi lært
meg, at Gud er við mær, og
at tann Gud, sum trúboðar-
arnir lærdu meg um, er tann
sami, sum foreldur míni
trúðu á. Gud er EIN, har
eru ikki fleiri.
Wangari Maathai minnist
aftur á, at tá hon var lítil
lærdi hon at Mount Kenya
var Guds fjall, at Gud búði
har. Nú sær hon, at tað ikki
er nøkur ósemja millum tað
og tann Gud, sum hennara
kristna trúgv lærir.
– Gud er omnipresent,
stendur í katekismuni. Um
Gud er allarstaðir, so er
hann sjálvandi eisini á
Mount Kenya. Tað er eing-
in mótsetningur í tí.
Hvørja mynd hevur tú av
Jesusi?
– Fyri meg er hann fyrst
og fremst ein lærari. Hann
umboðar
tað
besta:
Miskunsemi og kærleika.
Tá eg lesi í Bíbliuni, síggi
er fyri mær at tað er hann
sum tosar við meg, gjøgn-
um tað eg lesi. Tá eg fái
eina uppgávu, hugsi eg
mangan: Hvat hevði Jesus
gjørt, um hann var her í
hesi løtu? Og so royni eg at
gera tað sama, hava sama
atburðin.
Altíð góðska hjá Gudi
At stríðast fyri umhvørv-
inum hevur ikki altíð verið
eins lætt hjá Wangari Maa-
thai. Hon hevur møtt løg-
reglumonnum
sum
við
stavum sínum lupu á mót-
mælisfólk, sum einans vóru
vápnaði við smáum træ-
plantum. Hon hevur sitið í
fongsli. – Hvar var Gud, tá
hon upplivdi slíkt?
– Fyri mær er Gud altíð
góðska. Og tá eg so møti
myndugleikunum, tí eg
royni at bjarga Guds skap-
anarverki, tá er tað vorðið
klárt fyri mær at tað er Gud
sum er skaparin. Hann
skapaði náttúruna fyrst, trø-
ini, vatnið, djórini, hann
skildi vøtnini frá sjónum,
hann setti summi djór í
sjógvin og onnur á land.
Fyrst tann sætta dagin
skapaði Gud menniskjuni.
– Ofta er Bíblian tulkað
soleiðis, at Gud skapti allar
hinar skapningarnar fyri
okkara skuld. Men eg havi
skilt, at tað var ikki soleiðis
Gud hugsaði. Gud sá at alt
var gott, og hann segði, at
alt var gott. Tað var ein
góðska, sum ikki var bund-
in at øðrum, men sum var
góð í sjálvum sær. Gud
skapti ikki skapanarverkið
fyri menniskjuni. Hann
ynskti at vit skuldu liva í
samljóði við skapanarverk-
ið, og vera góðir forvaltar-
ar.
– Eg royni at siga hetta
við andaligar leiðarar í
Kenya. Tá teir læra, at
náttúran er til fyri menn-
iskjuni, gevur tað okkum
rættin til at ovnýta hana.
Teir taka virðið frá øllum,
sum vit ikki kunnu brúka.
Vit skulu vara um nattúr-
una, tí Gud sigur at hon er
góð, – ikki tí at hon er hent
hjá okkum.
Bíblian ein
umhvørvisbók
Wangari Maathai er sann-
førd um, at Bíblian er nógv-
ar ferðir betri sum inn-
gongd til alt tos um um-
hvørvi, enn biologiskar og
filosofiskar teori'ir um um-
hvørvisvernd. Tá hon ferð-
ast runt í landsbygdum og
lærir fólk at vara um náttúr-
una, so tosar hon nærum
altíð úr frá Mósebókunum í
Gamla Testamenti.
– Bíblian er ein verulig
umhvørvisbók. Gera vit
sum Bíblian sigur, fáa vit
eitt gott lív, soleiðis sum
tað var í Edens urtagarði.
Men tá tú ert í trupulleik-
um og mótstøðan gerst
hørð – kemur Gud tær tá
persónliga til hjálpar?
– Lat meg siga tað soleið-
is, at Guds rødd er í mær
sum røddin á samvitskuni.
So leingi eg eri í friði við
røddina, so leingi havi eg
tað gott, hóast tað veldur
mær líðingar. Guds rødd í
mær sigur mær, tað ið eg
skal gera.
Var henda røddin við tær,
tá tú tók ímóti friðar-
heiðurslønini?
– Eg hugsi tað. Guds
rødd er har, hon gevur mær
frið. Soleiðis eru míni
viðurskifti við Gud, til
skapara mín. Tað er ikki
nakað, eg noyðist at hugsa
um ella biðja um. Tað er ein
felagsskapur, sum altíð er
har. Í hesum havi eg frið.
Guds friður undir Guds træi
– Gud er ikki ein sunnudagsuppliving, hann er ein uppliving
alt lívið. Gud var í øllum tú gjørdi – í veltingini, í
neytahaldinum, hann var tann, sum helt teg á lívi. Tú hevði
ikki eina serstaka tíð at tilbiðja Gud. Hann var alt í lívi
tínum, sigur Wangari Maathai úr Kenya
Wangari Maathai
Ættað úr Kenya
64 ár
Fekk Friðarheiðursløn Nobels 2004
Íðin stríðskvinna fyri vernd av umhvørvinum. Hevur
plantað í milliónatali av trøum.
FAKTA