Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. desember 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Felagið Sinnisbati var ikki tikið við upp á ráð, tá Almanna- og Heilsumálaráðið tollaksmessudag keypti eini hús í Sandavági til sambýli fyri sinnisveik. Tað harmast formaðurin um SAMBÝLI Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Sandavági: Sinnisbati visti av ongum, fyrr enn hús vóru keypt í Sandavági til annað sambýli fyri sinnis- veik. Tað harmast tey í Sinnisbata um, tí tey halda seg kunna vera til hjálp í slíkum førum, men vórðu ikki kunnað yvirhøvur. – Vit eru slett ikki vitandi um hatta, sum nú er farið fram. Og eg undrist eisini á, at eini hús eru keypt afturat í Vágum. Tí eftir okkara meting er tørvurin størri aðrastaðni, sigur Soffi Eg- holm, sum er formaður í felagnum Sinnisbata, sum er áhugafelag teirra, sum líða av sinnisveikleika av onkrum slag. Men hon skundar sær at leggja afturat, at Sinnibati sjálvandi á ongan hátt mót- mælir tiltøkum, sum koma teimum, sum brúk hava fyri tí, til hjálp og nyttu. Og tey fegnast hóast alt um, at enn eitt hús er keypt til sambýli. – Men vit høvdu kortini væntað, sigur Soffi Eg- holm, at vit fingu okkurt at vita um ætlaninar annað enn, at vit hava sæð eina lýsing í bløðunum, har søkt hevur verið eftir húsum í Vágum. Og at tað fór at ganga so skjótt fyri seg, vardi okkum ikki. Hon sigur, at eftir teirra meting, hevði verið rættari at latið eitt slíkt sambýli upp í Suðruoy, tí har er størri tørvur enn eitt nú í Vágum. Og tað kundu tey sagt myndugleikunum, um tey í Sinnisbata vóru eftir- spurd, sigur hon. – Vit hava boðið okkum fram at vera til alla ta hjálp, vit á nakran hátt kunnu. Men hesaferð vóru vit hild- in uttanfyri, sigur for- maðurin í Sinnisbata. Soffi Egholm sigur, at hon skilir væl grundgev- ingarnar hjá landsstýris- manninum, tá hann sigur, at tað fæst mest fyri pengar- nar í Vágum. Og Sandavág- ur er eisini væl egnað til at leggja eitt slíkt sambýli. Serliga, tá eitt nú er har frammanundan. Har er stutt millum bygdirnar, og góðir møguleikar eru fyri aktivi- tetum hjá búfólkunum. – Eingin ivi skal vera um, at Sinnisbati bakkar øll til- tøk, sum bera bata við sær, upp. Men vit høvdu verið fegin, um vit eisini kundu verið við til at givið ta hjálp og vegleiðing, sum vit bjóða fram, sigur hon. 4 Nr. 249 - 29. desember 2004 Verður tað sum fólk- ini aftan fyri danska tyrlufelagið Dan Heli- copters ætla, fer før- oyska tyrlan at fáa kapping á innan- oyggja rutuni. Dan Helicopters ætlar at søkja Ferðslumála- ráðið um loyvi til at reka tyrluflúgving í Føroyum SAMFERÐSLA Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Umboð fyri eitt danskt tyrlufelag hava á fundi í Vinnumálaráðnum boðað landsstýrismanninum við vinnumálum frá, at tey eru áhugað í at sleppa at reka tyrluflúgving í Føroyum. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður við vinnumál- um, váttar at umboð fyri danska tyrlufelagið Dan Helicopters á fundi í Vinnumálráðnum fyri um- leið einum mána síðan, hava greitt honum frá, at felagið ætlar at søkja danska Ferðlsumálaráðið um loyvi at reka tyrluflúgv- ing í Føroyum. – Vinnumálaráðið hevur ongan mynduleika á hesum økinum, sigur Bjarni Djur- holm. Skal loyvi gevast, skal tað vera frá danska Ferðslumálaráðnum. Men Ferðslumálaráðið kunnar tó fyrst Vinnumálaráðið um ætlanina, og so kann Vinnumálaráðið viðmæla ella mæla frá at geva slíkt loyvi. – Men enn er einki sum helst, ið bendir á nakra um- sókn, komið frá Ferðslu- málaráðnum, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismað- ur. Tí hevur hann einki at taka nakra støðu til, og vil tí heldur ikki gera fleiri við- merkingar til málið. Hann sigur, at hann á fundinum í Vinnumálaráð- num greiddi frá, at arbeitt verður við at frígeva sam- ferðsluna í Føroyum, og eisini til og úr Føroyum, sum hann tekur til. Tað vil siga, at tað verður flogfeløgunum frítt at flúgva til Føroya, sum teimum lystir. Men tað verður kortini ikki fyrr enn í fyrsta lagi um eini tvey ár ella so, sigur hann. Tað fer so eisini at galda innan- oyggja tyrluflúgving, um tað verður so, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismað- ur við vinnumálum. Sinnisbati visti einki Soffi Egholm, formaður í Sinnisbata, fegnast um, at enn eitt sambýli til sinnisveik er fingið til vega. Men hon heldur, at Sinnisbati átti at fingið at vita um ætlanina, áðrenn hon varð fullfød Danir áhugaðir í tyrluflúgving í Føroyum Føroyska tyrlan fer at fáa kapping á innaoyggjarutuni, um gongur sum tey, ið mynda danska tyrlufelagið Dan Helicopters ætla Mynd: Edvard Joensen