Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-10, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2020síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. november 2020 10 Sosialurin Bókajól SPROTIN FÓLKALÍVSMYNDIR Sune Joensen Sprotin 298,- Sune Joensen er føddur í 1931 og vaks upp í Sandvík. Bygdarlívið í Sandvík bar dám av tí, at flestallir menn vóru fiskimenn. Frá 1950 til 1992 arbeiddi Sune á Føroya Bruna-trygging, seinastu 10 árini sum stjóri. Tað er hetta skiftið, hann fer at skriva um tað, hann minnist frá sínum uppvøkstri, og tað, hann fyri ein part sjálvur hevði royndir við. GIMBURLOMBINI Tjóðhild Patusson Sprotin 248,- Í einum fittum, lítlum, reyðum húsum á gomlu kaiini í Nólsoy var tað, at gimburlombini einaferð róku kafé. Uttanfyri var ein fitt, lítil sauna, og beint við hurðina lógu eitthjólaðu súkklurnar ofta og sløddust; ein trillibøra stóð altíð í túninum og “ólavsøkuperurnar”, ja, tær hingu uppi alt árið - lívið var ein long, sprellandi veitsla - og gimburlombini vóru vertirnir. BØN FYRI TJERNOBYL Svetlana Aleksijevitj. Umsett hevur Edvard S. Olsen Sprotin 348,- Munnborna søgan um eina kjarnorkuvanlukku. Svetlana Alexievich hevur havt viðtal við mong hundrað fólk eftir vanlukkuna í Hvítarusslandi, tá ið kjarnorkureaktorurin í Tjernobyl sprongdist í 1986 – um ræðuleikarnar tá, hvussu menniskju brendust burtur av geislavirkni og óttan, øðina og óvissuna, tey framvegis liva við.  HAVSINS ALDINGARÐUR Harald Bjørgvin Sprotin 398,- Harald leiðir okkum inn í ein heim, har ljósið spælir sær í føroyskum skógi, sum sveiggjar í aldustevi. Hann dugir at njóta friðin í taraskóginum og sandeyganum, fær okkum at undrast á litir, lív og skap í erfínum verum. Harald letur upp ein tølandi heim undir vatnskorpuni. GENTAN Í VERÐINI Katrin Ottarsdóttir Sprotin 348,- Tann innhugsna Gentan í verðini er og ferðast hjá abbanum og ommuni á bygd onkuntíð seinast í trýssunum. Hon er mest saman við teimum vaksnu har í húsinum – abbanum, sum hon ikki ræðist, sjálvt um hann hevur stutt fjús og ofta trampar av øði, ommuni, sum ræðist gjóstur og helst situr inni og leggur kabal, tí ungu og forkelaðu mostrini, sum í heilum er í Havn og vitjar gubba sín, og gummuni, sum hevur verið húshjálp hjá teimum í ein mansaldur.  MÓÐURMJÓLK Nora Ikstena. Umsett hevur Jákup í Skemmuni Sprotin 298,- Henda søgan um kvinnur mótvegis statinum dregur fram beisku søgu Lettlands frá 1945 til Berlinmúrurin fall ella neyvari: frá 1969 - 89. Ein øld er umliðin, síðan Lettland alment varð tjóð, og helmingin av tí tíðini hevur landið verið undir sovjetskum yvirræði. Nora Ikstena lýsir trælatilveruna í sovjettíðini, har ein mamma spakuliga fer í upploysn, samstundis sum frælsið í høvuðsstaðnum Riga nærkast.ein mansaldur.  MILLUM VINIR Amos Oz. Umsett hevur Pauli Nielsen Sprotin 198,- Millum vinir er bókin um lívið í einum kibbutsi í Ísrael. Í átta stuttsøgum lýsir Amos Oz nakrar hjartanemandi lagnur, og tær eru so væl skrivaðar, at hann valla verður tikin.  EINSAMALLA VÁRIÐ Bjarni Mohr Sprotin 248,- Tann 3. mars 2020 varð fyrsti tilburðurin av koronusmittuni staðfestur í Føroyum. Landamørkini vórðu stongd, samfelagshjólini fóru niður í ferð, og fólk hildu seg fyri tað mesta heima í tíðini. Henda bókin er søgan í myndum um, hvussu føroyingar livdu, tá ið koronusmittan rakti landið, hvussu gerandisdagurin varð ávirkaður, og hvørjar avleiðingarnar vóru. EIN ANNAR ER GULL Sólrún Michelsen Sprotin 298,- Ein annar er gull er framhald av væl umtóktu skaldsøguni Ein táttur er silvur. Fyrra bókin endar við, at sluppin, sum maður var við, varð skotin á Føroya banka. Men – og søguliga satt – koma allir menninir, sum vóru við sluppunum, skotnar vórðu á bankanum henda dagin, aftur í øllum góðum. KETILOSTUR, MAÐURIN UMBORÐ OG PUTURSUKURVEÐRAR Jóan Pauli Joensen Sprotin 248,- Í ár eru 50 ár liðin, síðan Jóan Pauli Joensen fór undir sítt virki sum fólkalívsfrøðingur. Tað byrjaði tann dagin, hann fekk bræv frá Christiani Matras, sum heitti á unga studentin um at koma heim at savna tilfar og  granska í føroyskari siðsøgu og føroyskum fólkaleiki. Í hesari bókini eru tríggjar áhugaverdar ritgerðir frá ymiskum tíðarskeiðum í hesum granskingarlívi. Hvør teirra umboðar ymiskan tíðarbundnan áhuga og ymiskar partar av føroyskari mentan og siðsøgu. VEINGIR Á HÆLI – VALDAR YRKINGAR Alexandur Kristiansen Sprotin 348,- Hetta er annað bind í stóra savnsverkinum. Burtur úr tí ørgrynni av yrkingum, Alexandur hevur skrivað millum ár og dag, hevur hann sílað sínar allarbestu burturúr og savnað tær í verkinum Veingir á hæli. BOND Tóroddur Poulsen Sprotin 198,- Eitt yrkingasavn á 100 síður eftir Tóroddi Poulsen