týsdagur 10. november 2020síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Sosialurin
Mikudagur 12. november 2020
Bókajól
SPROTIN
KÓKA BJØRN
Mikael Niemi. Umsett hevur Jákup í
Skemmuni
Sprotin
298,-
Kóka bjørn er ein hugfangandi
skaldsøga um, hvussu stórar
hendingar raka ein lítlan heim,
hetta er ein krimisøga úr norðasta
Svøríki, sum fer fram í einari fortíð,
sum luktar av brennivíni, sveitta og
svongd, og hetta er ein bók, sum
fer beint í hjartað.
LEKSIKON UM LJÓS OG
MYRKUR
Simon Stranger. Umsett hevur
Marna Jacobsen
Sprotin
298,-
Tá ið høvundurin Simon Stranger
fær at vita, at familjan hjá konu
hansara hevur búð í húsunum,
har Rinnan-harkaliðið helt til,
tað ræðuliga Harkalið-kleystrið,
fer hann at grava fram søguna
um Komissar-familjuna, bæði tey,
ið slupp við lívinum, og tey, sum
vórðu dripin. Arbeiðið setur hann
andlit til andlits við mannaættina í
sínum allarmyrkastu síðum.
RAKKALJÓÐ - YRKINGAR
Jóanes Nielsen
Sprotin
248,-
Yrkingarnar eru prikkurin yvir øllum
tí, ið Jóanes hevur skrivað í fjøruti
ár, og sum yrkjari hevur hann somu
dygdir sum gott whisky, hann bara
búnast við aldrinum. Evnisvalið
broytist og víðkast, og viðgerðin
dýpist. Hesin vandni yrkjarin skrivar
hvassari og eymari enn nakrantíð
áður. Hann melur aftur á stóru
tilveruspurningarnar og ger eisini
ferð út á tey evstu mørkini.
Í UMFARI – TÝDDAR
YRKINGAR
Umsett hevur Heðin M. Klein
Sprotin
148,-
Eitt fjølbroytt savn við týddum
yrkingum. Hesa ferð tekur Heðin
ein øgiliga breiða sveip, sum fevnir
um yrkingar úr Vietnam, India,
Suðuramerika og Norðurlondum.
Hetta er ein kraftmikil úrdráttur,
sum er ein fragd at lesa hjá
teimum, sum dámar at lesa
yrkingar.
Í STOVUNI SOFU, Í KØKI
KOMFÝR
Jóan Pauli Joensen
Sprotin
498,-
Í stovuni sofu, í køki komfýr lýsir,
hvussu vit hava búð og búleikast
her á landi frá miðøld til
1960. Serligur dentur verður lagdur
á tíðarskeiðið millum 1800 og
1960. Frá langhúsum og kroysum
úr gróti og flagi til nýtíðarhús.
Hvussu ávirkan uttaneftir fekk fólk
at gera meira burturúr og smátt um
smátt at fara undir at gera húsini
betri og liviligari. Frá roykstovu
og útundirgerð til glasstovu, frá
moldgólvi til timburgólv.
TAÐ ORÐIÐ – ONNUR ØKT
ÚTGÁVA
Heðin M. Klein
Sprotin
148,-
Tað orðið – út aftur í
endurskoðaðari útgávu. Tað orðið,
sum kom fyrru ferð út í 2015, er
bygt upp á mótsetningar, helst
so ítøkiligar og grundleggjandi ,
sum til ber, formliga settir upp
parvís í hvørjum parti sær – alt í
somu yrking við so og so mongum
pørtum.
LÍVSINS DANSUR
Bárður á Lakjuni
Sprotin
248,-
Lívsins dansur er vovin saman við
trimum træðrum, ið eru tekstir,
tónar og myndir. Tekstliga verður
hugleitt um tað viðbrekna, følna og
deyðiliga, um kærleika, ljós og frið,
og hvussu dýrabart og vakurt lívið
kann vera og er. Harumframt eru
tekstir tiknir við, ið meiri beinleiðis
bera á trúarbógvin og slíkt, sum
hevur við trúgv og trúarlív at gera.
EYGUNI Í RIGEL
Roy Jacobsen. Umsett hevur Edvard
S. Olsen
Sprotin
248,-
Vit eru í 1946, dóttirin er vorðin
tíggju mánaðir gomul, og Ingrid
Barrøy ger vallaraferð ígjøgnum
Noreg, sum nú aftur livir í friði, fyri
at finna pápan at barninum. Eygu
Rigels er skaldsøga um eitt fólk
beint eftir eitt kríggj – og kríggj ger
okkurt við fólk. Men tað ger friðurin
eisini. Tað ger okkurt við minnið.
Ingrid fær vent heimsmyndina upp
eftir enda.
TÁ IÐ EINGLAR SPÆLA
MOZART
Lisbeth Nebelong. Umsett hevur
Elin Henriksen
Sprotin
298,-
Tá ið einglar spæla Mozart er
ein skaldsøga um leitanina hjá
eini kvinnu eftir meining í einum
nútímans heimi. Um at velja og
velja frá, um kærleika, tónleik
og politikk. Hon er eisini ein
frásøgn um tað norðurlendska.
Um viðurskiftini millum Føroyar
og Danmark fyrr og nú, og um leið
føroyinga ávegis til sjálvstýri.
GILGAMESJ - VIDERÖ
HUGLEIÐIR
Kristian Osvald Viderö
Sprotin
298,-
„Nútímans vísindi, sum øll eru
undir orsakasambandinum, eru
grunnhyggin, síggja einans tað, sum
er omaná, tí følnar lívið allstaðar,
har tey sita í hásætinum og skipa
og stjórna, eins og nú er at sjá um
vesturheimin – lívið er har tómt,
allir menn eru á ferð frá einum
staði á annan, og umhvervið eitrast
og spillist av teirri hræðuligu
fljúgving og dynjandi ferðslu –
menn fljúgva, tí at teir eru tómir
– eins og loftkíkurin – og vita ikki,
hvar teir skulu vera…“