týsdagur 10. november 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. november 2020
12
Sosialurin
Bókajól
FJALLAFÓLK Á FLATLENDI
Katrin Didriksen Apol
Sprotin
248,-
Sanna Apol (f. Reinert) úr
Norðradali flutti í 1920 nýgift til
Hollands saman við hollendska
manni sínum. Sanna fall ongantíð
til í Hollandi, men kendi seg
fjøtraða í leiklutinum sum Fjallafólk
á flatlendi. Í dagbók síni skrivar hon
um sítt tvílyndi, sum í stóran mun
snýr seg um stríðið millum náttúru
og mentan bæði á persónligum og
samfelagsligum stigi. Í hesi bókini
fæst sjáldsamt innlit í tankar og
gerandislív hjá føroyskari kvinnu
fyri útvið hundrað árum síðani.
1984
George Orwell. Umsett hevur Knút
Olsen
Sprotin
298,-
Líka síðan bókin varð givin út í
1948 hevur framtíðarkaldsøgan
eftir George Orwell 1984 volt
lesarum høvuðbrýggj og ertað teir
at hugsa um sítt egna samfelag.
Sjálvt nú, eini 80 ár seinni, er
ræðandi frásøgan eftir Orwell
framvegis viðkomandi fyri okkara
tankar, hugburð og lívshátt. 1984
er frásøgn um London einaferð í
framtíðini, har ein einræðisstjórn
nevnd "Flokkurin" hevur eitt vakið
eyga við hvørjum einstøkum
borgara og stýrir øllum hugsandi
virksemi.
SPROTIN
WHISPER OF BUTTERFLY
WINGS
Kalpana Vijayavarathan
Sprotin
148,-
Kalpana Vijayavarathan kom
til Føroyar í 1991 at vera
saman við manninum Abraham
Vijayavarathan, sum var komin at
arbeiða á Marinplast í Kaldbak í
1983. Tey eiga tveir synir. At vera
indisk og búseta seg í Føroya var
ikki bara sum at siga tað. Heldur
ikki hjá synunum, sum eru annað
ættarliðið, føddir og uppvaksnir í
Føroyum við indiskum foreldrum.
Ikki at verða sæddur sum
føroyingur, men útlendingur, tó
at tú hevur livað fleiri ár her enn í
India, kann kennast sárt.
PALLI –
ENDURMINNINGAR HJÁ J.
P. GREGORIUSSEN
Hannis Egholm
Sprotin
448,-
Ein av fremstu arkitektum okkara
man vera J. P. Gregoriussen, sum
varð føddur í Havn í apríl-mánaði
1932. Umframt rúgvismikla avrikið
sum arkitektur hevur Palli eisini
givið út fleiri bøkur - ferðafrásagnir
við egnum tekningum, bøkur við
tekningum úr gomlu Havnini,
stórverkið við uppmátingum,
tekningum og frásagnum um
tær eldru føroysku kirkjurnar og
til seinast bókina um teir gomlu
prestagarðarnar.
YMISK FORLØG
HAGAR OG SEYÐAMARK 3.
ÚTGÁVA
Kári Thorsteinsson
Búnaðargrunnurin
248,-
Bókin um hagarnar í Føroyum við
hagayvirliti vísandi hagastødd,
áseyðatali, seyðamarki og
eigararar/festarar/seyðamenn
saman við hagakorti.
TANN SÆLA RÆÐSLAN
– ÁTTA ÓHUGNALIGAR
SØGUR
Hanus Kamban
Náttsólin
328,-
Tann sæla ræðslan er eitt
stuttsøgusavn við átta
spøkilsissøgum.
STRÍÐ LEIKAR Á. FØROYA
HANDVERKARAFELAG 60
ÁR. 1957 - 2017
Erhard Jacobsen
328,-
ÁLMANAKKIM 2021
H. N. Jacobsens Bókahandil
Ritstjóri Erling Isholm
Heftur 150,-
Innbundin 190,-
Kalendari, upplýsingar um
sól, mána, gongustjørnur,
vestfalskyrrindi og streymkurv.
Myndir og upplýsingar um øll skip
yvir 20 tons.
STØRSTA ÚRVALIÐ
AV BORÐSPØLUM
TIL BØRN OG VAKSIN
Rit & Rák í SMS . Tlf. 603030 . ritograk@ritograk.fo . www.ritograk.fo