Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-10, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2020síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Sosialurin Mikudagur 12. november 2020 Bókajól YMISK FORLØG Í VESTURSKINI BIND 1-2 – SJÁLVSÆVISØGA VIÐ SAMTÍÐAR ÍSKOYTI Petur Jacob Sigvardsen Forlagið Búgvin 498,- Hetta framúr vakra og innihaldsríka bókaverk í tveimum bindum er 800 síður. Bøkurnar lýsa sera hendingaríka lívssøgu hjá einum bygdardreingi, sum tá bert 14 ára gamal fór heiman, og til hann nú, lívssól hansara stavar í vestri, hevur litið aftur á minnisríku lívsævi sína og fest tað á blað í einum løttum og livandi málbúna. Eyðvitað eiga bestu manndómsár hansara sum lærari vesturi í Vágum og tað eina árið í Mykinesi sítt sjálvsagda pláss í bókunum. EG SKRIVI Á VÁTT PAPPÍR Lív Maria Róadóttir Jæger Forlagið Eksil 220,- Eg skrivi á vátt pappír er næsta yrkingasavnið eftir Lív Mariu Róadóttur Jæger. Yrkingasavnið hevur átta kapittlar hvør við sínum temaði, og í hvørjum kapittli verður lesarin kunnugur við ein nýggjan form og stíl. RETORIKKUR ARISTOTELES Aristoteles. Umsett hevur Eilif Samuelsen Forlagið Hemlið 248,- Tekstsløgini hjá retorikkinum eru trý í tali, tí so nógv sløg av áhoyrarum eru til, eisini til talur. Ein tala er sett saman av trimum lutum: talaranum, evninum fyri taluni og tí, sum talarin vendir sær til, og tað er hesin seinasti, tað er áhoyrarin sum er málið. Leiklutur áhoyrarans má annahvørt vera eygleiðandi, ella hann skal gera sær eina hugsan, og henda hugsanin geldur annahvørt fortíðina ella framtíðina. MILLUM FJALS OG FJØRU – MÍN KRÝNIKA 6 Jógvan Arge Tjarnardeild 299,- Millum fjals og fjøru er heitið á sættu krýnikuni hjá Jógvani Arge. Hon er um mangt og hvat, sum hendi í sjeytiárunum og fram í 80ini.  Her er skrivað um alskyns viðurskifti á sjógvi og landi, í politikki og vinnulívi, frá Kubatrolarunum til hepnu bjargingina av 38 monnum við “Sundabergi”. Ítrótturin fær sítt um hondbólt og fótbólt. Tá C-HM 80 var í Føroyum í 1980 og 10 lond spældu fyri fullum hallum í Klaksvík, Vági og í Havn í 10 dagar. Og tá føroyingar fyrstu ferð spældu fótbólt á graslíki í Gøteborg í 1978 við dreingjalandsliðnum og unglinga- landsliðnum.  FISKIVINNAN SUM BROYTINGARAMBOÐ HJÁ AMTMANNINUM Erling Isholm Forlagið Fróðskapur 398,- Í bókini verður lýst, hvussu amtmaðurin við einum mentum amtsstovni gjørdist oddamaður í moderniseringini av føroyska samfelagnum fyrra helming av 19. øld. Greitt verður frá, hvørjar møguleikar skiftandi amtmenn sóu í fiskivinnuni, tí í 1832 hendi eitt avgerandi skifti í føroyskari søgu, tá ið amtmaðurin skuldi taka støðu til, hvat gerast skuldi við mongu klagurnar frá útróðrarmonnum um fremmand fiskiskip. NES Johs. Andr. Næs Stiðin 300,- Einastaðni í bókini um NES verður tikið soleiðis til: "Ikki allir dreymar verða opinlýsir, men tá íð tú setir teir í verk, verða teir, í hvussu er sjónligur." Vit ivast ikki í, at ein av dreymunum hjá Johs. Andr. Næs, var at skriva eina bók um heimbygdina NES. Tað eydnaðist ikki í vanligum týdningi, men vit hava hildið, at við at savnahesar hugleiðingar og frágreiðingar, fær lesarin eina hylling av lítla býlinginum Nesi undir Høgubjørgum í Hvalba.   GUDS UNDURFULLU ORÐ Jóhan Henriksen Føroyska Bíbliufelagið 169,- Guds undurfullu orð er ein spennandi barnabók, har lagt verður upp til, at børnini eru virkin. Her ber bæði til at lesa, tekna og klistra og tí kann bókin brúkast av fleiri aldursbólkum; ja foreldrini kunna eisini vera við. LEIKRIT 31 – FJALLA EIVINDUR Jóhann Sigurjónsson Forlagið Fannir 100,- Sjáldsamt er at síggja føroyskar upprunaleikir á palli. Eitt sindur løgið, tí fyrstu prosaverk, ið skrivað vórðu á føroyskum, vóru júst sjónleikir, og fáur man duga at ímynda sær, hvør stórhending tað hevur verið ar hoyra føroyskt mál av palli - fyrstu ferð í 1889. Tá høvdu havnarfólk heilt frá døgum Svabos - tað er frá seinnu helvt av 18. øld - leikt um 40 leikir í høvuðsstaðnum - á donskum. VALSEVÆRK Tóroddur Poulsen 169,- Danskt yrkingasavn hjá Tóroddi Poulsen FÆRØERNE EFTER FREDEN Hans Andrias Sølvará Aarhus Universitetsforlag 99,- FÆRØERNE 1911 – SET AF DEN DANSKE FOTOGRAF ANDERS PETER HANSEN Steffen Stumman Hansen Forlagið Søga Føroya / History Press Faroe Islands 2020 360,- Nýggj útgáva á 201 síður og 181 serstøkum myndum frá Føroyum í 1911. AV FØROYSKUM FIRÐUM ÚT Í STÓRU VERÐ – SØGAN UM BAKKAFROST Grækaris D. Magnussen og Jógvan Hugo Gardar 269,- Hendan bókin er ein roynd at lýsa hendan risan í føroyska samfelagnum í reportasjuformi. Gjøgnum vangamyndir av fólki, sum hava havt eitthvørt tilknýti til fyritøkuna, starvsfólk, samstarvsfólk og eigarar. Harafturat hava vit søguligar lýsingar av gongdini og hendingum og royna at geva eina mynd av Bakkafrost. Hetta er ikki ein bók, sum er ein endalig lýsing av søguni hjá Bakkafrost, men ein mynd, sum vónandi gevur innlit í, hvat hevur gjørt fyritøkuna til tað, hon er í dag. Søgan um Bakkafrost er eisini søgan um føroyska samfelagið síðan seinnu helvt av 60’unum.