Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-10, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. november 2020 14 Sosialurin Bókajól TVÍSTØÐA Danial Viðoy Ungu Føroyar 290,- Tvístøða er fyrsta bókin hjá Daniali Viðoy. Skaldsøgan er lívliga skrivað, full av skemti og álvara, gleði og sorg. Høvuðspersónur er Bartal, viðareiðisdrongurin, sum gongur í 3.g á Kambsdali, tá ið søgan byrjar, og er farin til Keypmannahavnar at lesa, tá ið skaldsøgan endar um heystið. Bartal livir sítt dreingjalív saman við vinmonnunum á konsertum og stevnum. Gentur eru til at prógva manndómin við og vinna virðing í vinahópinum. TALGILDA FRAMTÍÐIN – HVUSSU FYRIREIKA VIT BØRN OG UNG Á BESTAN Gitte Klein Forlagið Grit 298,- Vit kenna ikki framtíðina og hava als ongan møguleika at spáa um talgildu framtíðina við tí ferð, ið tøknin hevur í dag. Tað einasta, vit vita við vissu, er, at vitan og uppmerksemi verður avgerandi í framtíðini, ikki kunning ella upplýsingar, men vitan, ið hevur djúpar røtur í tí einstaka. FJALD JÓL Timothy Keller. Umsett hevur Pól í Skorini 150,- Óvæntaði sannleikin um Jesu føðing. Jólini eru einasta kristna høgtíð, ið eisini er stór verðslig høgtíð, kanska størsta verðsliga høgtíð í okkara mentan. Úrslitið er tvey ymisk hátíðarhald, ið verða hildin av milliónum samstundis. Hetta órógvar báðar partar.  FÓLK Í MIÐVÁGI 1911 Ymiskir rithøvundar 295,- Í samabandi við, at føroyingar í 2011 skuldu skrivast í manntal, hildu vit, at tað kundi verið spennandi at hugt at fólkateljingini í Miðvági í 1911. Í Miðvági búðu tá 449 fólk. Bókin inniheldur uml. 370 myndir. STYRKI Í STRÍÐNUM Jógvan Júst Rasmussen Forlagið Leirkerið 150,- Stuttar hugleiðingar grundaðar á ávís skriftbrot, nøvn ella myndir úr Bíbliuni. Sera uppmuntrandi lestur til andakt og persónliga styrki. Jógvan Júst hugleiðir út frá Esaiasi profeti, Zakariasi profeti, Fyrra Pætursbrævi og um nøvn Guds í Skriftunum. HVAR ER GUD Í EINUM HEIMI VIÐ KORONAVIRUSI John C. Lennox. Umsett hevur Ragnhard Petersen Forlagið KFS 95,- Vit liva í einum heilt serstøkum tíðarskeiði, ið fer at hava stóra ávirkan á okkara framtíð. Uttan mun hvørja framtíð. Uttan mun til hvørja heimsáskoðan ella trúgv vit hava, so er nógv av tí, sum vit mettu at vera púra vist og trygt, ikki soleiðis longur. Um tú ert kristin ella ei, so er koronavirusfarsóttin ørkymlandi og ger okkum ótrygg. Hvussu kunnu vit hugsa gjølla um hetta, so at vit fara at klára okkum ígjøgnum kreppuna? MITT Í HESI KRÓNUTÍÐ Carl Jóhan Jensen Hitt føroyska skjaldraveldi 200,- Kora-Kora-Korona, hví kom hon her at gronast..?.. um árskiftið sótu føroyingar í hugnaligum náðum... við tryggum skíggja millum seg og verðina..politiskt koppsettir móti øllum óynsktum í tí nýggja árinum.. sjálvt deyðanum..og so kemur hatta sníkjandi.. Ein Kin-skeivoygd, kíni- babylonsk skøkja...og eitt tvey og súrdeiggjað breyð...so endavendist alt... í hægstu vártíð varð gleðin avlýst og fall til jarðar sum tað seinasta blaðið av tí seinasta trænum tað seinasta heystið nakrantíð.. YMISK FORLØG ÚR EYGA TIL VARANDI ALING Helgi Jacobsen 298,- Partafelagið Fiskaaling varð stovnað í 1970, tí privatur kapitalur ikki orkaði at fullføra tær fyrstu aliroyndirnar. Í neyvum samstarvi við útlendskar alarar megnaðu teir fyrstu føroysku alioddvitarnir síðani at fáa lønsemi í alingina. Tað gekk tó long tíð til føroyingar lærdu seg at ala innan fyri teir karmar, sum náttúran setir. Felagið Fiskaaling hevði ein týðandi leiklut í, at hetta læt seg gera. SKAKANDI TILBURÐIR 15 John Myllhamar Føroya Met 259,- Fimtanda bókin í røðini Skakandi Tilburðir. Bókin er innbundin, 142 blaðsíður og kostar 259 kr. Í bókini eru 13 spennandi tilburðir úr øllum landinum. Millum annað kann man lesa um hending, tá trolari fekk russiskan kavbát í trolið. Drongur sum royndi at gera rørbumbu, men sum brast í hondi og misti fingrarnar.  Vágbingur sum var avbyrgdur í tjúgu mánaðir í ísinum. Ein gátufør hending við hundi sum kom afturíaftur eftir 3 mánaðir. Umframt fleiri aðrar skelkandi hendingar eru at lesa í bókini. TUMMAS JÁKUP THOMSEN Øssur Johannesen Egið forlag 150,- Nýggj bók út við verkum eftir listamannin Tummas Jákup Thomsen. Talan er um tekningar við blýanti og tusch. Tað er Øssur Johannesen, listamaður, sum gevur út. SKIPALISTIN 2021 H. N. Jacobsens Bókahandil Ritstjóri: Ernst Olsen Heftur 165,- Innbundin 200,- 360 skip og 1590 bátar. Hentir upplýsingar um skip, sjómansskap og sjógv. MÍN GLØGGI VINUR Steintór Rasmussen Sp/f Innskot 150,- Krimisøgurnar fylgja álmanakkanum og eru ein livandi lýsing av tí nógva og spennandi, sum hendir her í Føroyum. Gáturnar nema samstundis við tað ódámliga, sum vit í felag mugu fyribylgja og koma til lívs. Hugskotið er at árvakni lesarin lærur seg at steðga á við støður, har tað verður logið, svikað ella eitthvørt illgrunasamt býr undir.