týsdagur 10. november 2020síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Sosialurin
Mikudagur 12. november 2020
Bókajól
D. L. MOODY – LÍVSSØGA
W. R. MOODY
Umsett hevur Svenning av Lofti
Forlagið Leirkerið
150,-
Lívssøga um heimkenda
amerikanska evangelistin D. L.
Moody.
YMISK FORLØG
OKKARA JÓLABÓK
Niclas Heri Jákupsson
FEGIN
Í tíggju ár hevur Niclas Heri
Jákupsson skrivað jólasøgur, sum
hann á hvørjum ári eisini hevur lisið
í Kringvarpinum til jóla. Nú hevur
Niclas Heri Jákupsson savnað allar
hesar søgurnar saman í eini bók,
og um hálvan november koma
hugnaligu og jólaligu søgurnar út
á marknaðin sum bók. Bókin hevur
fingið heitið Okkara Jólabók. Tað er
felagið FEGIN, sum gevur bókina út.
HJARTA MÍTT FYRI FÓT
TÍN
Lív í Baianstovu
Forlagið LÍV
229,-
Hjarta mítt fyri fót tín er ein
pílagrímsferð í fýra pørtum, har
høvundin ferðast inn í andaverðina
og sálarheimin við útgangstøði í tí,
hon eygleiðir í teirri fysisku verðini.
Hjarta mítt fyri fót tín er bók 1 í
hesi røð, og verður givin út á egna
forlagi høvundans, Lív.
SUNNUDAGSSKÚLA
SANGBÓKIN
Kirkjuliga Heimamissiónin og
Kirkjuliga Missiónsfelagið
100,-
Eftir at hava verið útseld í
longri tíð, verður góða gamla
sunnudagsskúlasangbókin
nú endurprentað.
Sunnudagsskúlasangbókin
varð útgivin í 2007 av
Heimamissiónsforlagnum.
Útgevarar vóru Kirkjuliga
Heimamissiónin og Kirkjuliga
Missiónsfelagið. Í bókini eru
203 sangir.
BLÆSENDE GRY
William Heinesen
H. N. Jacobsens Bókahandil
298,-
Bókin snýr seg serliga um nýggja
vinnulívið og trúarlívið og gevur
eina livandi mynd av Føroyum fyrst
í 20. øld. Hetta er endurútgáva av
fyrstu skaldsøguútgávu William
Heinesens.
FÆRØSK MAD –
FERÐAHANDBÓK
Jóan Pauli Joensen
H. N. Jacobsens Bókahandil
120,-
Færøsk mad er um siðbundnan
føroyskan mat og menningina
innan nýggjari føroyska gastronomi
í einum mentanarsøguligum
sjónarhorni. Bókin sær serliga til
ferðafólk, men er eisini áhugaverd
fyri útisetar og onnur, ið ynskja eitt
stutt innlit í matmentan okkara.
FAROESE FOOD
Jóan Pauli Joensen
H. N. Jacobsens Bókahandil
120,-
Faroese Food er um siðbundnan
føroyskan mat og menningina
innan nýggjari føroyska gastronomi
í einum mentanarsøguligum
sjónarhorni. Bókin sær serliga til
ferðafólk, men er eisini áhugaverd
fyri útisetar og onnur, ið ynskja eitt
stutt innlit í matmentan okkara.
TVØRI OG TVASSI
Steintór Rasmussen
Sp/f Innskot
150,-
Ein søga um ta umvendu verð,
har flest allir leiklutir eru vendir
á høvdið. Børnini klára alt sjálv.
Tey keypa inn, gera mat og ansa
eftir foreldrunum. Í Tvøra og
Tvassalandi sært tú hús liggja á
liðuni, bilar flóta á sjónum og bátar
uppi í luftini. Men kortini líkist
gerandisdagurin okkara.
EYSTUROYAR KIRKJUBÓK
1832-1892
Ritstjóri: Johan Guttorm Mikkelsen
Felagið Varðin
Við fullfíggjaða yvirlitinum yvir
persónnøvn og staðarnøvn ber til
at nýta bøkurnar sum handbøkur.
Eysturoyar prestagjald var tað
størsta, og nú tað er komið út, er
ætlanin at fáa øll hini prestagjøldini
við
EYSTUROYAR KIRKJUBÓK
1687-1832
Ritstjóri: Johan Guttorm Mikkelsen
Felagið Varðin
Við fullfíggjaða yvirlitinum yvir
persónnøvn og staðarnøvn ber til
at nýta bøkurnar sum handbøkur.
Eysturoyar prestagjald var tað
størsta, og nú tað er komið út, er
ætlanin at fáa øll hini prestagjøldini
við.
EG ERI KORONUVIRUSIÐ
Hjálmar Árnason. Umsett hevur
Turið Sigurðardóttir
Ungu Føroyar
90,-