týsdagur 10. november 2020síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. november 2020
16
Sosialurin
Bókajól
NÁM
FINKA, NÆMINGABÓK
- FØROYSKT TIL ANNAN
FLOKK
Høvuðseyðkenni við Finku
er, at arbeitt verður miðvíst
og tilvitað við lesisnildum -
bæði avkodingarsnildum og
fatanarsnildum. Næmingarnir verða
gjørdir tilvitaðir um snildirnar og
verða undirvístir í at brúka tær
alla tíðina eftir tørvi. Snildirnar eru
sjónligar í næmingabókini. Hetta er
gjørt við ímyndum, sum vísa, hvussu
tey skulu brúka eygu, fingrar og
munn, meðan tey lesa og lurta.
FINKA,
LÆRARAVEGLEIÐING
Í læraravegleiðingini er góð
ástøðilig frágreiðing um snildirnar,
sum verða brúktar í lesibókini og
arbeiðsbókunum, umframt nógv
ástøði um lesing og skriving. Fyrri
partur av vegleiðingin er ástøðiligur
og seinni partur er um at arbeiða
við Finku.
FINKA. ARBEIÐSBÓK 1
Arbeiðisbøkurnar arbeiða tætt
saman við lesibókini, tilvísingar
til lesibókina eru á hvørjari
síðu. Í arbeiðsbókunum eru
mállæru-, rættskrivingar- og
lesifatanaruppgávur.
FINKA. ARBEIÐSBÓK 2
Arbeiðisbøkurnar arbeiða tætt
saman við lesibókini, tilvísingar
til lesibókina eru á hvørjari
síðu. Í arbeiðsbókunum eru
mállæru-, rættskrivingar- og
lesifatanaruppgávur.
FINKA, LJÓÐ - OG
MÁLLÆRA
Ljóð- og mállæran arbeiðir eisini
saman við lesibókini, men hevur
ikki tilvísingar til lesibókina. Í ljóð-
og mállærubókini eru ljóð- og
mállæruuppgávur.
MYNDLISTABÓKIN
Myndlistabókin er ætlað sum
íblástur til lærarar, sum undirvísa
í myndlist í miðdeild. Bókin
inniheldur ymisk hugskot til
undirvísing í myndlist í miðdeildini,
hóast nøkur av hugskotunum kunnu
nýtast til eldri flokkar, og onnur
kunnu nýtast í yngru flokkunum.
MYNDLIST TIL ØLL
Hetta er ein avritabók. Tilfarið
er hugsað sum ískoytistilfar
til einstaka næmingin, men
uppgávurnar kunnu lættliga verða
nýttar sum upprit til undirvísingina
ella sum beinleiðis partur av
arbeiðinum í myndlist. Tilfarið kann
eisini stuðla teimum lærarum,
sum undirvísa í myndlist, men ikki
hava linjulestur í lærugreinini, ella
sum eru nýútbúnir, tí har eru nógv
hugskot, og tey kunnu geva íblástur
til ítøkiligar uppgávur.
FØROYSK MÁLLÆRA
2 - GRUNDDRØG Í
FØROYSKARI SYNTAKS
Bókin tekur fram grundleggjandi
drøg við føroyskari syntaks, og er
fyrst og fremst ein deskriptiv lýsing
av føroyskari syntaks.
Hjalmar P. Petersen fekk M.A.
Jacobsen virðisløn fyri yrkisbøkur
fyri Føroyska mállæru bind 1 og 2.
HETJAFO
Hetja.sbok.nam.fo
Kann eitt menniskja føðast
við hetjueyðkennum, ella er
hetta nakað, hvør einstakur og
samfelagið kann fremja ella uppala
til? Tað er ein av spurningunum,
sum vit fara at grunda um og
viðgera í hesum tilfarinum.
ROKNING 6B - GRUNDBÓK
Rokning 6b er partur av bókaheild
til undirvísingina í støddfrøði í 6.
flokki. Undirvísingarheildin førir
næmingin lýðandi og trygt inn í
arbeiðið við tølum og rokning.
ROKNING 6A, JAVNBÓK
ROKNING 6B, JAVNBÓK
ROKNING 6,
UPPGÁVUBÓK
ROKNING 6B,
LÆRARABÓK
Kapitlarnir í grundbókini eru
skipaðir soleiðis, at miðað verður
eftir at laga læringina til næmingar
á ólíkum fakligum stigum.
Týdningarmesta keldan til tillaging
er Lærarabókin.
Til hvørja síðu í grundbókunum eru
uppskot um, hvussu undirvísingin
kann verða gjørd einfaldari, og
hvussu hon kann verða gjørd meiri
avbjóðandi hjá teimum næmingum,
sum hava tørv á tí.
DESIBELLA OG STUTTA
RØDDIN
Isabella dámar so væl at tosa
hart, at øll kalla hana Desibella. Í
bókini lærir Isabella at brúka rætta
ræddarstyrki til rætt høvi. Talan
er um 5 ræddastyrkir, stutta rødd,
teskirødd, prátirødd, røðurødd og
útirødd.
FRANSKBÓKIN
Nýggj útgáva av bókini.
Fransktbókin er tøk sum bæði
sBók og pappírsbók. Pappírsbókin
er ein skerd útgáva av sBókini,
tí í sBókini eru ljóðupptøkur og
samvirknar uppgávur, sum ikki eru í
pappírsútgávuni.
Øll øki í byrjanarundirvísing í
fronskum verða viðgjørd, og
teir 36 kapitlarnir fevna um eitt
savnað byrjanarskeið. Við tekstum,
uppgávum og mállæru hevur bókin
nóg mikið av tilfari til á leið 80
undirvísingartímar.