týsdagur 10. november 2020síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Sosialurin
Mikudagur 12. november 2020
Bókajól
NÁM
SÝNI & DÝPI 3
Sýni og Dýpi 3 er upprunaliga
givin út sum sBók, og alt, sum er í
sBókini, er ikki við í pappírsútgávuni.
Bókin er í tveimum pørtum. Í fyrra
partinum, Sýni 3, eru ástøði og
kunning um mál, samskifti umframt
mál- og bókmentasøga fram til
umleið 1980. Í seinna partinum,
Dýpi 3, er tekstasavn, sum er skipað
eftir tíðarsk
HEY RUBY
Kendi forritarin Linda Liukas
brennur fyri at fáa børn, serliga
gentur, um allan heim, at elska
teldur og kotuna, sum stýrir telduni.
Ruby er ein lítil genta við nógvum
dreymavinum og stórum hugflogi.
At spæla og lesa spennandi ævintýr
er tann allarbesti og stuttligasti
mátin at fáa vitan um teldu og
kotu.
MUÐURIN ER EITT
GOSFJALL
Muðurin er eitt gosfjall fæst á ein
innlivandi hátt við óvanan at bróta
av, og børnini læra ein stuttligan
máta at hava tamarhald á sínum
mongu tonkum og orðum. Søgan
er søgd úr sjónarhorninum hjá Levi,
og hon vísir foreldrum, lærarum,
námsfrøðingum og ráðgevum á
ein skemtiligan hátt at læra børn,
hvussu týdningarmikið tað er at
virða onnur við at lurta og bíða, til
tey eiga at tosa. Hóskandi til børn
um 4 ára aldur og eldri.
TÚ ERT HETJA MÍN! -
HVUSSU BØRN KUNNU
BERJAST ÍMÓTI COVID-19
“Tú ert hetja mín” er ein søga fyri
børn í øllum heiminum, sum eru
ávirkað av COVID-19 farsóttini.
Foreldur, umsorganarfólk ella
lærarar eiga at lesa bókina “Tú ert
hetja mín” saman við barninum
ella einum bólki av børnum. Mælt
verður ikki til, at barnið lesur bókina
sjálvt uttan stuðul frá einum
foreldri, umsorganarfólki ella
lærara.
GÁVUTJÓVARNIR OG
LOYNDARMÁLIÐ HJÁ
BOFVÉN-MADAMMUNI
Per Simsonsson og Stefan Roos og
Lars Rudebjer
158,-
Endiliga sleppur Karla við á sína
fyrstu uppgávu sum gávutjóvur.
Bofvén-madamman hevur givið
boð um, at tjóvarnir skulu finna eitt
gamalt skattakort, sum skal leiða
til ein ótrúligan sjórænaraskatt. Les
eisini fyrru bókina, Gávutjóvarnir
og Karla. Lilla krabbabók. Laura
Joensen við hjálp frá Salomon
Skorastein.
58 s. / heft
FANGAÐUR Í
BJARNAKLÓNUM – OG
AÐRAR SPENNANDI
SØGUR UM DÝRAÁLOP
Nicole Boyle Rødtnes og Kristian
Eskild Jensen
130,-
Eitt savn av skakandi søgum um, tá
ið vill dýr hava lopið á menniskju –
úr tí veruliga lívinum. Les tær sonnu
søgurnar um, hvussu galið tað kann
ganga, um tú ert á skeiva staðnum
skeiva tíð. Blá krabbabók. Hildigunn
Niclasen týddi.
56 s. / heft
SOMBIGARÐURIN 1 –
DEYTT DJÓROP
Nicole Boyle Rødtnes og Bodil Bang
Heinemeier
136,-
Eitt vandamikið sombivirus er
í umferð. Milo er fangaður í
djóragarðinum, har pápi hansara
arbeiðir. Uttanfyri bíða sombiini.
Reyð krabbabók. Silja Aldudóttir
týddi.
56 s. / heft
EITRANDI DÝR
Emily Bone
90,-
Hví eru summi dýr eitrandi? Hvat
hendir, tá ið ein ormur bítur? Hví
stinga vespur? Hvat er tað mest
eitrandi dýrið í sjónum? Í hesi bókini
fært tú svarið og meiri at vita um
vandamikla heimin við eitrandi
dýrum. Lilla krabbabók. Hjørdis
Heindriksdóttir týddi.
32 s. / heft
EITT SKRÍMSL GISTIR
Mats Wänblad og Pelle Forshed
128,-
Ein stuttlig og lættlisin røð um
Ebbu og tey í Skrímslagarði. Hetta
er onnur bókin. Reyð krabbabók.
Hjørdis Heindriksdóttir týddi.
44 s. / heft
GÁVUTJÓVARNIR OG
KARLA
Per Simsonsson og Stefan Roos og
Lars Rudebjer
158,-
Ein genta rættir Kurra eitt bræv, har
tað stendur, at hon er ókenda dóttir
hansara. Men Kurri er ikki nakar
hvør sum helst. Hann er limur í tí
illa gitna ránsmannaharkaliðnum,
Gávutjóvarnir. Les eisini
seinnu bókina: Gávutjóvarnir
og loyndarmálið hjá Bofvén-
madammuni. Lilla krabbabók. Laura
Joensen við hjálp frá Salomon
Skorastein.
58 s. / heft
HVØR BÝR Í
KJALLARANUM?
Mats Wänblad og Pelle Forshed
128,-
Ein stuttlig og lættlisin røð um
Ebbu og tey í Skrímslagarði. Hetta
er triðja bókin. Reyð krabbabók.
Hjørdis Heindriksdóttir týddi.
44 s. / heft
BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS
DUGIR TÚ ONKI,
PETTSON?
Sven Nordqvist
99,-
Findus dugir næstan alt. Men
hvussu við Pettson? Hygg, hvussu
Findus bjóðar Pettsoni av at gera
alt møguligt løgið. Niels Jákup
Thomsen týddi.
22 s. / innbundin