Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-10, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2020síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. november 2020 18 Sosialurin Bókajól LUDDI OG LUNDISA OG EIN RISAPISA Vár Berghamar Jacobsen og Delia Ciccarelli 120,- Luddi og Lundisa eru tvær fittar lundapisur, sum búgva í Mykinesi. Tær syngja um blómurnar, og so hoyra tær eitt hurr, hurr, hurr uppi í luftini og síggja eina risapisu. 30 s. / innbundin DRONGURIN, SUM RÓPTI SO ILLA Hjalmar Didriksen Apol 99,- Drongurin rópar, og øll hini halda fyri oyruni. So fer høvdið á honum knappliga at vaksa, og hann sveimar burtur sum ein ballón. Hvar fer hann, og man hann nakrantíð koma heim aftur? Kom við dronginum, sum rópti so illa, á eina óvæntaða ferð. Á ferðini er ongin tekstur, tí søgan er í myndunum og í tínum egna hugflogi. 36 s. / innbundin DJARVI DJÓNI – EIN VIKA, SUM VENDIR UPP OG NIÐUR Carl-Johan Forssén Ehrlin og Katarina Vintrafors 140,- Bókin gevur tær og barninum amboð til at skilja og handfara vanligar hendingar og trupulleikar í gerandisdegnum. Barnið fær eina fyrimynd í Djarva Djóna, og sum vaksin fært tú hugskot um, hvussu tú kanst tosa við barnið og vegleiða tað til at hugsa meira positivt. Ása Ellefsen týddi. 36 s. / innbundin FLÚGVIBÓKIN Jakob Martin Strid 248,- Nú hevur Jakob Martin Strid aftur skrivað eina sera stuttliga bók. Austin er horvin, og nú má stórasystir Minna royna at finna hann. Lukkutíð hjálpir ein ófør, lítil heks henni, og eisini kendir vinir sum Mimbo Jimbo og Tapirurin. Niels Jákup Thomsen týddi. 70 s. / innbundin ØLL TELJA VIÐ Kristin Roskifte 198,- Hendan bókin er yðjandi full av fólki. Tú kanst telja tey, fylgja teimum, dáma tey og leggja til merkis, hvussu søgur teirra flættast saman. Her eru fleiri smá og stór loyndarmál at avdúka hjá einum, sum er forvitin og hevur gløgg eygu. Ria Tórgarð týddi. 60 s. / innbundin DINOSAURAVINIR 1 – EGGIÐ Lars Mæhle og Lars Rudebjer 148,- Trygvi Troodonur hevur stórtíðindi: eggið hjá mammuni fer at klekja! Teir báðir vinmenninir Rasmus Rex og Trygvi leggja sær leiðina ígjøgnum tann bannaða mýriskógin fyri at náa at síggja eggið klekja. Silja Aldudóttir týddi. 50 s. / innbundin EG ERI EIN TIKARI Karl Newson og Ross Collins 120,- Í hesi stuttligu myndabókini heldur músin, at hon er ein tikari. Øll hini djórini í skóginum royna at siga henni, hvussu ein veruligur tikari sær út. Men músin er púra sannførd. Marna Jacobsen týddi. 28 s. / innbundin VITELLO GREVUR EITT HOL Kim Fupz Aakeson og Niels Bo Bojesen 110,- Vitello manglar ein vin. Hann hevur sjálvandi Max og Hassa, men teir eru ótolandi og vóru heldur ikki inni. So Vitello vil hava ein nýggjan vin. Hann ætlar at grava eitt stórt hol og fanga sær ein vin. Sjúrður Gullbein týddi. 26 s. / innbundin VIGDÍS – BÓKIN UM FYRSTA KVINNUFORSETAN Rán Flygenring 195,- Ein komandi rithøvundur bankar á dyrnar hjá frú Vigdís Finnbogadóttur, tí hon ætlar at skriva eina bók um fyrstu kvinnuna í heiminum, sum varð vald til forseta. Ein forkunnug og stuttlig søga til børn og vaksin um eina sjáldsama kvinnu. Sanna A. Dahl týddi. 42 s. / innbundin 1000 GÓÐ ORÐ Dawn Sirett 195,- Ein undirhaldandi orða- og myndabók við eini rúgvu av ymsum forvitnisligum á hvørjari síðu: villini djór, ymiskt, sum fólk gera, søgur, á bóndagarðinum, litur og skap og tøl og mangt annað. Pauli Hansen týddi. 62 s. / innbundin VITELLO GONGUR VIÐ KNÍVI Kim Fupz Aakeson og Niels Bo Bojesen 110,- Vitello dámar at síggja filmar um skrappar fýrar í undirtroyggju, sum tosa ljótt við øll og ikki eru bangnir fyri nøkrum. Harðar bananir við knívi. Vitello er eisini ein hørð banan. Sjúrður Gullbein týddi. 24 s. / innbundin HILBERT Bárður Oskarsson 140,- Í nýggju bókini hitta vit aftur Hilbert og Bob úr Trænum, og hesa ferð hevur Hilbert ein rættiliga løgnan trupulleika, sum Bob má hjálpa honum við. Hilbert situr fastur í luftini … 30 s. / innbundin BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS