Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-10, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2020síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Sosialurin Mikudagur 12. november 2020 Bókajól BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS KRÁKUS SIGUR ANSA EFTIR! Jujja Wieslander 99,- Mamma Mu er forvitin og vil royna alt møguligt. Krákus heldur ikki, at hugskotini hjá Mammu Mu eru serliga góð og sigur "ANSA EFTIR, Mamma Mu", hvørja ferð hon finnur upp á okkurt. 18 s. / pappbók MUMISA BUGGILINGABÓK Tove Jansson 90,- Ein vøkur faldibók til tey smæstu børnini at hyggja at, meðan tey liggja á búkinum. Í bókini eru vakrir litir og einføld orð. faldibók TRÍGGJAR SØGUR UM PIPPI LANGSOKK Astrid Lindgren og Ingrid Vang Nyman 148,- Pippi fyllir 75 ár í 2020! Í hesi frálíku bókini fært tú tríggjar klassiskar myndabøkur í einari. Tú hoyrir um Pippi, tá ið hon flytur úr Villingaváli, tá ið hon roynir at finna út av, hvat ein spunkur er, og tá ið hon fær skil á bandittunum í Humlugarðinum. Turið Sigurðardóttir týddi. 56 s. / innbundin GRONUTA MARIUHØNAN Eric Carle 99,- Í søguni lærir barnið um tíð, støddir, skap og siðir. Ver við á ferðini, tá ið gronuta og óblíða mariuhønan møtir dýrum, sum eru størri og vandamiklari enn hon. 38 s. / pappbók FITTA KISKAN Michel Van Zeveren 98,- Ein elskulig pappbók til teir yngstu lesararnar um forvitna lítla barnið, sum sær eina kettu fyri fyrstu ferð. Kiskan spælir, krógvar seg og vil kínast. Og so er hon so mjúk, so mjúk. 26 s. / pappbók SNEISAMAÐUR Julia Donaldson og Axel Scheffler 148,- Ein fitt søga, sum ber upp á rím, um Sneisamann, sum verður vavdur inn í ein meldur av hendingum, sum føra hann langt burtur frá familjuni í familjutrænum. Kemur hann heim aftur til jóla? Pauli Hansen týddi. 30 s. / innbundin HVALURIN FER Í BAÐ Susanne Strasser 118,- Ein stór og fitt pappbók um hvalin, sum fer í bað. Øll hini djórini og barnið vilja eisini sleppa í bað, og at enda verður tað alt ov trongt, heldur hvalurin. 22 s. / pappbók ÁLVUR ÁKASON Gunilla Bergstrøm 75,- Í hesi fittu, sniðskornu pappbókini kunnu tey yngstu børnini hitta Álv Ákason og vinir og familju hansara. Álvur smíðar, pápin lesur, Fía fastir bakar og rokast, og Virgar spælir við bilar. 16 s. / sniðskorin pappbók ETA GRAS Sami Said og Sven Nordqvist 148,- Ein fitt og nemandi søga um smágentuna Imani Lillian Mau. Viðhvørt er turkur, og viðhvørt regnar tað alt ov illa. Tí vaksa maisini ikki altíð so væl. Ein av grannunum roynir at lumpa hini í bygdini at keypa snild tól frá sær. Sanna A. Dahl týddi. 24 s. / innbundin PIPPI LANGSOKKUR Astrid Lindgren 75,- Pippi fyllir 75 ár í 2020! Við hesi bókini kunnu yngstu lesararnir hitta Pippi fyri fyrstu ferð. Í bókini hitta vit apuna Nilla, hestin, Villingavál og aðrar kendar vinir úr bókunum. 16 s. / sniðskorin pappbók IKKI KITLA LEYVUNA Sam Taplin og Ana Larranaga 140,- Torir tú at kitla bleyta skinnið á djórunum á savannuni? Leyvan fer kanska at brøla, sebran at neggja, búffilin at belja og fílurin at ýla. Tú kanst eisini hoyra øll djórini flenna í senn, tá tú kitlar tey. 10 s. / pappbók við ljóði PRINSESSAN Á ERTRINI Matthew Oldham endursegði og Lorena Alvarez myndprýddi 138,- Ein einsamallur prinsur ætlar at gifta seg, men hvussu kann hann finna eina rættiliga prinsessu? Tú finnur svarið í hesum fitta, endursagda ævintýri eftir H.C. Andersen, sum er um eina rættiliga høga song og eina evarska lítla ertur. Reyð krabbabók. Kristianna Poulsen týddi. 48 s. / heft