týsdagur 10. november 2020síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. november 2020
20
Sosialurin
Bókajól
HEIMSINS
VANDAMIKLASTA
HARKALIÐ 2 –
GRAVRÆNARAR
Arne Svingen og Ida Larmo
198,-
Les fýra nýggjar søgur um HVH.
Veruligir brotsmenn koma í Illaskóg!
Kann ein dinosaurabeinagrind
syrgja fyri, at skúlin letur
aftur? Hvør av teimum eigur í
veruleikanum sterkasta pápan? Og
annars, kann tað bera til, at HVH
fær sjálva friðarheiðursløn Nobels?
Vagnur Streymoy týddi.
128 s. / innbundin
MÁLVERJIN OG HAVIÐ
Maria Parr
168,-
Ein nýggjur fótbóltsvenjari ger
lívið trupult fyri tólv ára gamla
málverjan Lenu Líð. Trilli hugsar
um, hvussu hann skal fáa ta nýggju
gentuna í flokkinum at varnast seg.
Og á sjónum baksast abbin sum
vant uttan at hugsa um, at hann er
blivin gamal. Sjálvstøðugt framhald
av Vafluhjørtu. Ása H. Ellefsen
týddi.
258 s. / heft
PERLUFISKARIN – SØGNIN
UM EYGNASTEININ 1
Karin Erlandsson
198,-
Nýggj bókarøð við fýra bókum.
Ein frásøgn um longsul, tráan og
vinalag, og um tað, sum í grundini
hevur nakað at týða í lívinum.
Miranda finnur tær vakrastu
perlurnar í havdýpinum og veit, at
eygnasteinurin, tann virðismiklasta
perlan, sum so nógvar sagnir eru
um, kann gerast hennara. Guðrið
Rubeksen týddi.
242 s. / heft
JAGSTRANIN EFTIR
VITTRUNUM – KRÝNIKAN
UM JARMALAND 2
Johan Theorin
268,-
Nógvar vittrur eru rýmdar niður
í tunlarnar undir fjallaborgini.
Marruvittran Ristin og Dhor prinsur
fara niður í avgrundina Jarmaland.
Í hølunum á teimum er eitt lið av
riddarum, fólkahermonnum og
álvum, og Jøran og Niklas Egg
skulu vísa teimum veg ígjøgnum
bergið. Vagnur Streymoy týddi.
368 s. / innbundin
SUM RÓTSKOT
Marjun Syderbø Kjelnæs
195,-
Hvat gert tú, tá fólk látast sum
einki, meðan heimurin verður
týndur? Og hvat gert tú, tá ein sjúka
hóttir við at taka tína bestu vinkonu
frá tær? Tú hugsar kanska sum
Pax: hygg her, eg eri 16 ár, ókey,
chill, men tá tú veruliga, veruliga
hevur fingið nokk av bullshitinum?
Hvat tá?
120 s. / heft
LÍVIÐ – MYNDPRÝTT
Lisa Aisato
248,-
Ein ómetaliga vøkur myndabók
bæði til børn og vaksin um alt, sum
lívið hevur at bjóða: kærleika, sorg,
iva og stóra gleði. Bókin er býtt í
seks partar við myndum og tekstum
og øllum lívsins tíðarskeiðum:
barndómurin, ungdómsárini,
vaksnamannalívið, familjulívið,
tilkomna lívið og ellisárini. Silja
Aldudóttir týddi.
190 s. / innbundin við leysakápu
HVÍTI FUGLUR
R.J. Palacio
248,-
Í hesi grafisku skaldsøguni hoyra
vit ótrúligu søguna um lívið hjá
ommu Julian, ið sum ung genta
krógvaði seg fyri nasistunum undir
seinna heimsbardaga í Fraklandi.
Ein søga um ljósið í myrkrinum, um
ómetaligt dirvi, vinalag og kærleika.
Ása H. Ellefsen týddi.
219 s. / heft
KJARR
Rakel Helmsdal / Kathrina Skarðsá
myndprýddi
320,-
Ein beinagrind í einum kjarri. Ein
knústur barndómur. Ein verð, sum
tú ikki visti var til, men kanska
hoyrir heima í. Eitt lítlafingurbein
í lummanum og ein ryggsekkur á
bakinum. Søgan um Lauru er ein
ferð ígjøgnum minnir, manesjur við
logandi kyndlum og ein leitan eftir
svarum upp á brennandi spurningar.
Einasta vitnið: dagbókin.
446 s. / innbundin
5 MINUTTIR LONG
ÆVINTÝR
Peter Gotthardt, Sussi Bech og
Bente Bech
250,-
Í hesi bókini eru 32 av teimum
allarbestu ævintýrunum – og
tey eru endursøgd soleiðis, at
tey taka 5 minuttir at lesa fyri
teimum smáu! Tey rigga væl
sum songarlesnaður ella til eina
stutta hugnaløtu nær sum helst á
degnum. Laura Joensen týddi.
198 s. / innbundin
LOYNILIGA SAMVELDIÐ –
BÓKIN UM DUST 2
Philip Pullman
348,-
Onnur bókin í nýggja tríverkinum,
sum er um tíðina áðrenn og eftir
hendingarnar í Myrkursins frumevni.
Lyra er ein ung kvinna, og tá ið
daimonur hennara, Pantalaimon,
verður vitni til eitt morð, eru
tey noydd at fáa greiðu á sínum
viðurskiftum á ein hátt, sum tey
ongantíð høvdu ímyndað sær.
Vagnur Streymoy týddi.
668 s. / heft við klaffum
BARDAGIN UM SALAJAK
– KRÝNIKAN UM
JARMALAND 1
Johan Theorin
268,-
Í fjallaborgini Salajak vaknar
kongliga vittruliðið eftir
vetrardvalan. Samstundis fara
tríggir beiggjar í part við herin,
sum skal steðga óndu gerðunum
hjá vittrunum. Ein spennandi
fantasyrøð. Vagnur Streymoy týddi.
355 s. / innbundin
RÍMAN UM SANGFUGLAR
OG SLANGUR
Suzanne Collins
348,-
Fyrsta bókin í nýggjum tríverki um
hungursleikirnar, sum gongur fyri
seg, áðrenn søgan um Katniss
byrjaði. Coriolanus Snow skal vera
vegleiðari í leikunum og má seta
alt upp á spæl fyri at bjarga sær
og familjuni eina bjartari framtíð.
Bergur Rasmussen týddi.
546 s. / heft við klaffum
BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS