Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-10, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2020síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Sosialurin Mikudagur 12. november 2020 Bókajól HANDBÓK FYRI SUPERHETJUR 4 – ÚLVURIN KEMUR Elias Våhlund og Agnes Våhlund 198,- Vandamiklasti skálkurin í býnum hevur rænt borgarstjóran og vil hava Reyða skortin afturfyri. Lisa veit ikki síni livandi ráð. Lilla krossfiskur. Eyð Steinbjørnsdóttir týddi. 108 s. / innbundin EFTIRGJØRDUR INTELLIGENSUR Henry Brook 198,- Hvussu læra verkfrøðingar robottar at hugsa? Er nakað, sum intelligentir robottar ikki duga? Hvar í heiminum eru robottar við eftirgjørdum intelligensi longu settir at arbeiða? Fara maskinur nakrantíð at verða klókari enn menniskju? Bláur krossfiskur. Kristianna Poulsen týddi. 80 s. / innbundin GHOST – FJARSTÝRARIN Bjarke Schjødt Larsen og Andreas Erstling 180,- Onnur bók í røðini. Dávid fjalir seg fyri familjuni, ímeðan hann roynir at finna prógv, sum kunnu fáa pápan út úr fongslinum. Men nógv løgið hendir í býnum. Fólk bera seg at sum sombi. Tað er, sum onkur stýrir teimum. Blá krabbabók. Sigurlaug Fossdal týddi. 87 s. / heft SURRANDI OG KRÚPANDI SMÁKYKT Beinta Johannesen 195,- Tað eru nógv túsund sløg av smákyktum til. Visti tú, at tað bara er honmýggjabitin, sum sýgur blóð? Ella at grindalokkur er ein risamýggjabiti? Og at grátt undir steini hevur táknur? Les meiri um, hvussu hesi og onnur smákykt liva. Lilla faktabók. 76 s. / heft HANDBÓK FYRI SUPERHETJUR 5 – HORVIN Elias Våhlund og Agnes Våhlund 198,- Børn byrja at hvørva um næturnar. Eitt fyri og annað eftir, uttan nakra ábending. Fólk í býnum verða ørg - hví finna Reyði skorturin og Villa býflugan ikki børnini? Brádliga eru øll ímóti Lisu. Hvønn kann hon líta á? Lilla krossfiskur. Eyð Steinbjørnsdóttir týddi. 102 s. / innbundin SPØKILSISSYSTRAR – GENTAN Í KIRKJUGARÐINUM Mårten Melin og Hanna Granlund 160,- Eyð hittir Unn í kirkjugarðinum. Hon er stuttlig, men køld og bleik, og tað kemur ikki roykur úr munninum á henni, hóast tað er kalt úti. Man tað bera til, at Unn er eitt spøkilsi? Lilla krossfiskur. Hjørdis Heindriksdóttir týddi. 54 s. / innbundin HEIMSFARSÓTTIR Frida Bejder Klausen 136,- Ein lættlisin og áhugaverd bók um øll sløg av heimsfarsóttum, og hvussu tær ávirka okkum. Eisini um korona í Føroyum. Lilla krabbabók. Turið Kjølbro týddi. 44 s. / heft HEVNARIN Ingelin Røssland og Lars Totthammer 198,- Ella er saman við happaranum Damiani. Ein dagin kemur hann ikki í skúla. Hvar er hann? Alvi skal skipa fyri halloween-veitslu og biður Ellu hjálpa til. Men hvat er hetta fyri veitsla, hví skulu ongi foreldur vera vakt? Og hvat verður av Damiani? Bláur krossfiskur. Ólavur Egholm týddi. 152 s. / innbundin VIT SKULDU VERIÐ LEYVUR Line Baugstø 168,- Tá ið tað kemur fram, at nýggja gentan í flokkinum hevur eitt stórt loyndarmál, verður Malan noydd at taka eina trupla avgerð. Er hon nóg djørv at standa ímóti trýstinum frá flokkinum og stuðla vinkonuni? Ein aktuell skaldsøga um kyn, samleika og rættin at velja sítt egna lív. Bláur krossfiskur. Sigurlaug Fossdal týddi. 142 s. / innbundin HANDBÓK FYRI SUPERHETJUR 3 – EINSAMØLL Elias Våhlund og Agnes Våhlund 198,- At vera superhetja hevur broytt alt í lívinum hjá Lisu. Hon hevur fingið sjálvsálit fyri fyrstu ferð nakrantíð, men hon er framvegis líka einsamøll. Samstundis er hvør einasti ránsmaður og tjóvur í býnum bangin fyri at hitta loyndarfullu superhetjuna. Lilla krossfiskur. Eyð Steinbjørnsdóttir týddi. 102 s. / innbundin BUKAÐ Brynjulf Jung Tjønn 198,- Ein nemandi søga um Odu, sum verður bukað av mammu síni. Oda sigur ongum sannleikan. Ikki pápanum. Ikki læraranum. Ikki besta vininum, Milad. Bláur krossfiskur. Turið Kjølbro týddi. 112 s. / innbundin GHOST – SUM TJÓVUR Á NÁTT Bjarke Schjødt Larsen og Andreas Erstling 180,- Fyrsta bók í røðini. Dávid er tjóvur og fær hendur á einum ógvuliga óvanligum búna. Einum búna, sum kann gera hann ósjónligan. Kanska er tað júst tað, sum skal til fyri at hjálpa pápanum, sum situr í fongsli. Superhetjan GHOST er her. Blá krabbabók. Sigurlaug Fossdal týddi. 96 s. / heft BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS