týsdagur 10. november 2020síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. november 2020
22
Sosialurin
Bókajól
RUDDA NÚ, HULDA
Laura Owen og Korky Paul
126,-
Tvær søgur um Huldu, heimsins
løgnastu heks, og frensin Brúsa.
Hulda gandar sær eina bløðru,
so hon kann flúgva av stað frá
øllum óruddinum við hús, og Hulda
ætlar at flyta alt innbúgvið, men
innbúgvið ætlar nakað annað! Reyð
krabbabók. Bergur Rasmussen
týddi.
48 s. / heft
VAKURLEIKIN OG ÓDJÓRIÐ
Susanna Davidson endursegði og
John Joven myndprýddi
126,-
Tá ið pápi Bellu hentar eina rósu
í urtagarðinum á einum slotti,
møtir hann einum ræðuligum
ódjóri. Djarva Bella setir sær fyri
at bjarga pápanum … men hvat
bíðar henni á gandaða slottinum?
Reyð krabbabók. Kristianna Poulsen
týddi.
48 s. / heft
BIRITA OG
SUMMARGÁVAN
Sidsel Jøranlid og Monia Nilsen
170,-
Fýra vikur í summarhúsunum
uttan vinkonur! Hetta verður tað
keðiligasta summarið, hugsar Birita.
So hittir hon Kristinu, og alt sær út
til at verða gott. Men summargávan
frá Kristinu ger alt so trupult. Lilla
krabbabók. Hjørdis Heindriksdóttir
týddi.
72 s. / heft
VINUR MÍN BARTAL
Mats Wanblad og Pelle Forshed
128,-
Ebba hevur fingið ein nýggjan
vin. Hann eitur Bartal. Men hvør er
hesin Bartal? Bók, sum er stuttlig
og løtt at lesa. Reyð krabbabók.
Hjørdis Heindriksdóttir týddi.
44 s. / heft
HULDA PYNTAR SEG
Laura Owen og Korky Paul
126,-
Tvær søgur um Huldu, heimsins
løgnastu heks, og frensin Brúsa.
Hulda ger sítt egna sirkus, tí hon
vil vera yndisligur línudansari.
Hon pyntar seg eisini til eina
kapprenning fyri grýluklødd, men
tað gongur ikki heilt sum ætlað.
Reyð krabbabók. Bergur Rasmussen
týddi.
48 s. / heft
MERKILIG MET
Jens A. Larsen
94,-
Ein bók við nógvum merkiligum
og stuttligum metum. Les um
heimsins minsta hund og heimsins
hægsta torn. Um hann, sum var í
bað við slangum, og um bjørnina,
sum var ein soldatur. Appilsingul
krabbabók. Kristianna Poulsen
týddi.
34 s. / heft
HEYKUR FLYTUR INN
Åsa Karsin
128,-
Lea hevur altíð ynskt sær ein hund.
Hon hevur lisið um hundar, hon
hevur plágað mammuna og pápan
um at fáa ein hund, hon hevur
gjørt alt fyri at fáa ein hund. Og
so hendir tað: ein dagin fær hon
ein hund! Reyð krabbabók. Turið
Kjølbro týddi.
56 s. / heft
REYÐHETTA
Rob Lloyd Jones endursegði og
Lorena Alvarez myndprýddi
126,-
Reyðhetta fer at vitja ommu sína.
Men í skóginum bíðar ein sera
svangur úlvur við einari lúnskari
ætlan. Reyð krabbabók. Kristianna
Poulsen týddi.
48 s. / heft
GUTTI OG SKÁLKARNIR
Camilla Kuhn
110,-
Øll í løgregluni handtaka skálkar.
Uttan Gutti. Skammikrók, siga
hini. Men í morgin skal Gutti vísa
teimum. Appilsingul krabbabók.
Sigurlaug Fossdal týddi.
38 s. / heft
LÍVIÐ Í RÚMDINI
Johan Theorin
95,-
Lucy Bowman og Abigail Wheatley
og Rafael Mayani
Hvar búgva fólkini úti í rúmdini, og
hvussu koma tey hagar? Hvussu
er tað at arbeiða, eta og sova í
rúmdini? Í hesi bókini finnur tú
svarini og ørgynnu av spennandi
upplýsingum um lívið í rúmdini. Lilla
krabbabók. Sigurlaug Fossdal týddi.
32 s. / heft
ØSKUFÍA
Johan Theorin
126,-
Susanna Davidson endursegði og
Lorena Alvarez myndprýddi
Neyðars Øskufía er noydd at gera
mat og rudda fyri stjúksystrarnar,
og ónda stjúkmamman letur hana
ikki sleppa í veitslu á slottinum.
Men so kemur álvagumman, og
tá broytist alt, meðan stjørnurnar
glitra. Reyð krabbabók. Kristianna
Poulsen týddi.
48 s. / heft
PÓLDJÓR
David West
80,-
Djóra-Djóni sigur frá um síni yndis
póldjór. Visti tú, at ternan flýgur
umleið 71.300 km á hvørjum ári?
At tenninar á bóghvítuhvalinum
gerast 10 cm langar? At pingvinin
heldur egginum heitt við at hava
tað á fótunum og fjala tað við
fjaðrahúðini? Lilla faktakrabbi. Urd
Johannesen týddi.
24 s. / heft
BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS