týsdagur 10. november 2020síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Sosialurin
Mikudagur 12. november 2020
Bókajól
HERVILIGI HENRY OG
KANNIBALBANNINGIN
Francesca Simon og Tony Ross
98,-
Søgurnar í bókini eru:
Bakarameistarin Herviligi
Henry, Herviligi Henry og
kannibalbanningin, Eyka herviliga
leiðbeiningin hjá Herviliga Henry
til Fullkomin foreldur, Herviligi
Henry og illavorðna bókin. Bergur
Rasmussen týddi.
106 s. / heft
MÍN JÓLABÓK
Føroyskir rithøvundar og
myndprýðarar
220,-
Mín jólabók er ein bók til alla
familjuna, ein kalendarabók um tú
vilt. Ein bók við fittum søgum og
tekningum, hugskotum og íblástri
til hugnaligar løtur saman - børn
og vaksin - í køldu, myrku tíðini upp
undir jól. Serligt í hesi útgávuni er,
at føroysk listafólk hava gjørt øll
ítrívini.
100 s. / innbundin
HERVILIGI HENRY OG
FLÚGVARIN
Francesca Simon og Tony Ross
98,-
Søgurnar í bókini eru: Herviligi
Henry og flúgvarin, Herviligi Henry
broytir søguna, Herviligi Henry
stjelur pallin, Herviligi Henry og
deyðsrusjibanin. Bergur Rasmussen
týddi.
142 s. / heft
TIJE – DRONGURIN OG
ROTTUMAÐURIN
Mirjam van Houten
150,-
Tije noyðist at flyta úr lítlu bygdini
til býin, og tað dámar honum
onki. Man hann fara at fáa nakrar
vinir har? Og hvussu man fara at
gangast í skúlanum? Í býnum fær
Tije ein heilt serligan vin. Frida
Johannessen týddi.
96 s. / innbundin
HØGNI VERÐUR EIN
HØSNARUNGI
Sam Copeland og Sarah Horne
149,-
Høgni við Tutlá hevur eitt ótrúligt
loyndarmál. Hann kann broytast
til øll sløg av dýrum. Tað er bara
tað, at tað bara hendir, tá ið hann
er stúrin, og beint nú hevur Høgni
nógv at stúra fyri. Tórarinn Niclasen
á Rípuni týddi.
262 s. / heft
TRÆHÚSIÐ Í 65 HÆDDUM
Andy Griffiths og Terry Denton
149,-
Andy og Terry koma í neyð, tí Terry
gloymdi at biðja um byggiloyvi til
træhúsið. Teir noyðast tí at ferðast
aftur í tíðina fyri at fáa fatur á
loyvinum … Men tað er ikki so lætt
at raka rætta árið í heimssøguni.
Vagnur Streymoy týddi.
378 s. / heft
JØRUNDUR OG DREKIN
Ulf Stark og Anna Høglund
158,-
Lurta eftir hjartanum og ger tað,
ið tað ræður tær til. Við hesum
ráðnum fer Jørundur út í verðina at
leita eftir sínari dreymaprinsessu.
Ein dagin finnur hann hana, men í
ríki hennara ræður ein óndur dreki.
Laura Joensen týddi.
78 s. / innbundin
TRÆHÚSIÐ Í 78 HÆDDUM
Andy Griffiths og Terry Denton
149,-
Andy og Terry ætla sær at gerast
stórar kanónir í filmsheiminum.
Men tað er ikki bara bara at gera
film. Andy sleppur ikki at spæla
leiklutin sum Andy, tí ein apa spælir
leiklutin meira sannførandi. Og
so eru nakrar lúnskar njósnarakýr
eisini farnar at gera um seg. Vagnur
Streymoy týddi.
376 s. / heft
BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS
FITTA MILLIÓNIN
Arnfinn Kolerud
148,-
Fitta milliónin er ein stuttlig søga
um, hvussu trupult tað er bæði at
vera øgiliga ríkur og eitt gott fólk.
Ein púra vanligan dag vinna Frank
og mamman í lotto. Og sjálvandi er
ongin dagur vanligur aftan á tað.
Elsa Birgitta P. Petersen týddi.
248 s. / heft