týsdagur 10. november 2020síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. november 2020
24
Sosialurin
Bókajól
HVØRJAR
BØKUR
LESA FÓLK?
SOSIALURIN HEVUR SPURT
NØKUR FÓLK, HVØRJAR BØKUR
TEY LESA, UM TEY YNSKJA
SÆR BØKUR Í JÓLAGÁVU, OG
SO HAVA VIT EISINI SPURT, UM
TEY HAVA NAKRA MEINING UM
DYGDINA Í FØROYSKUM BÓKUM
LESUR TÚ NÓGV, FØROYSKT
ELLA ÚTLENDSKT?
- Fyri tíðina lesi eg ikki so nógv, tí
stundir eru ikki til tess. Men, mær dám
ar sera væl at lesa. Lesi bæði føroyskar
og útlendskar bøkur - yrkisbøkur, ævi
søgur, skaldsøgur, stuttsøgur og yrking
ar. Serliga væl dámar mær yrkingarnar
hjá J.H.O. Djurhuus. Pápi mín bað meg
lesa bøkur hjá Stefan Zweig, men enn
eri eg ikki farin í holt við tær bøkurnar.
Johannes Møllehave dámar mær sera
væl.
HVØRJA BÓK LESUR TÚ JÚST NÚ?
- Júst nú lesi eg tvær bøkur, Åsne Seier
stad: “En av os”, sum er um Anders
Behring Breivik, og so lesi eg eisini,
Gracia Burnham: ”To fly again” um
Gracia og Martin Burnham (Trúboðara
par), ið vórðu tikin til gíslar í Filipinun
um í eitt heilt ár, og hann varð dripin.
Hvørja bók ynskir tú tær í jólagávu?
- Bókina hjá Sólrun Michelsen: “Ein
táttur er silvur”, og so ynski eg mær
eisini “Ditte menneskebarn” hjá Martin
Andersen Nexø, ið eg las sum ung.
HEVUR TÚ NAKRA MEINING UM
DYGDINA Í FØROYSKUM BÓKUM?
- Eg lesi ikki allar bøkurnar, sum koma
út á føroyskum, men tað hevur alstóran
týdning, at bøkur koma út á okkara
móðurmáli. Sum fólkaskúlalærari plagi
eg at minna næmingarnar á at lesa nógv
á føroyskum, so tey ogna sær eitt gott
og ríkt mál.
OG KATRIN DAGBJARTSDÓTTIR
SIGUR VÍÐARI:
- Annars dámar mær sera væl bókina
hjá Oddfríði Rasmussen, “Ikki fyrr enn
tá”. Slepti ikki bókini, fyrrenn hon var
liðug. Sama var við bókini, “Glasgentan”,
sum Karen Dyhr og Marianne Holmen
hava skrivað og sum Malan Háberg hev
ur umsett so sera væl. At lesa um trupul
evni á egnum máli er so gevandi, og eg
gleðist stórliga um, at nógvar bøkur
koma út á okkara egna máli, sigur hon.
LESUR TÚ NÓGV, FØROYSKT
ELLA ÚTLENDSKT?
- Eg lesi nógv, serliga føroyskt, men
eisini útlendskt.
HVØRJA BÓK LESUR TÚ JÚST NÚ?
- Beint nú lesi eg “Den skjulte vestkyst”,
sum Stine Troldtoft Andersen hevur
skrivað.
HVØRJA BÓK YNSKIR TÚ
TÆR Í JÓLAGÁVU?
- Eg ynski mær bókina, sum Jóan Pauli
Joensen hevur skrivað, “Í stovuni sofu,
í køki komfýr”. Bókin lýsir, hvussu vit
hava búð og búleikast í Føroyum frá
miðøld til 1960, har serligur dentur
verður lagdur á tíðarskeiðið millum
1800 og 1960.
HEVUR TÚ NAKRA MEINING UM
DYGDINA Í FØROYSKUM BÓKUM?
- Eg haldi, at dygdin í føroyskum bókum
er góð, sigur Jóhanna Petersen.
LESUR TÚ NÓGV, FØROYSKT
ELLA ÚTLENDSKT?
- Eitt sindur av báðum.
HVØRJA BÓK LESUR TÚ BEINT NÚ?
- Yrkingasavnið eftir Jóanesi Nielsen,
“Rakkaljóð”.
HVØRJA BÓK YNSKIR TÚ
TÆR Í JÓLAGÁVU?
- “Ikki fyrr enn tá” eftir Oddfríða
Rasmussen.
HEVUR TÚ NAKRA MEINING UM
DYGDINA Í FØROYSKUM BÓKUM?
- Eg hugsi, at vit halda eina góða kós,
sigur Jógvan Tróndarson.
LESUR TÚ NÓGV, FØROYSKT
ELLA ÚTLENDSKT?
- Eg lesi bæði føroyskt og útlendskt.
HVØRJA BÓK LESUR TÚ JÚST NÚ?
- Eg lesi bókina, “Fra Naturens spis
kammer”. Hetta er norsk bók við Nina
Dreyer, Jim Hensley og Anne Mæhlum.
Bókin snýr seg um at fara út í náttúruna
og brúka av tí, sum náttúran hevur.
HVØRJA BÓK YNSKIR TÚ
TÆR Í JÓLAGÁVU?
- Tá Sundaberg sakk.
HEVUR TÚ NAKRA MEINING UM
DYGDINA Í FØROYSKUM BÓKUM?
- Tað er nógv gott skrivað á føroyskum.
Vit eru jú bert 52.000 sálir, sigur Disa
Christiansen.
KATRIN
DAGBJARTSDÓTTIR:
JÓHANNA PETERSEN:
JÓGVAN
TRÓNDARSON:
DISA CHRISTIANSEN:
Myndina av Katrini Dagbjartsdóttir
eigur Símun á Høvdanum