týsdagur 28. desember 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 248 - 28. desember 2004
5
– Líka mikið, um tú
ert høgur ella lágur,
er Karl altíð tann
sami – altíð til reiðar
at rætta eina hjálp-
andi hond, varð mill-
um annað sagt, tá
Karl Josephsen fekk
Ársins Rósu fyri sítt
lítiðlætna men ser-
merkta hjálpsemi
mótvegis øðrum
ÁRSINS RÓSA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Klaksvík: Eini 2000 fólk
mundu vera savnað við fót-
bóltsvøllin í Klaksvík, tá
Ársins Rósa varð handað
fyri fyrstu ferð á stórslign-
um hátíðarhaldi beint fyri
jól. Endamálið við hesum
afturvendandi tiltaki er at
varpa ljós á tað góða, har
borgarar
í
Klaksvíkar
kommunu fáa høvi at
heiðra onkran av teimum,
sum altíð eru klár at rætta
eina hjálpandi hond uttan at
gera nakað hóvasták. Og
oftast, uttan at vit onnur
vita av teimum.
Samd nevnd
Tað var ein samd nevnd við
borgarstjóranum á odda
sum hevði gjørt av at geva
Karl Josephsen úr Klaksvík
Ársins Rósu fyri sítt framúr
stóra hjálpsemi. Steinbjørn
Jacobsen duldi ikki yvir, at
tað var við einum klumpi í
hálsinum at hann sat og las
tey mongu uppskotini, sum
vóru komin inn til Ársins
Rósu. Hann helt tað vera
ótrúligt at síggja, hvussu
mong tey eru, sum gera eitt
sera virðismikið arbeiði,
har tørvur onkusvegna er á
tí. Hinvegin var han als ikki
í iva um, at tey hesuferð
høvdu funnið rætta persón-
in, og at Karl Josephsen
hevði heiðurin so ríkiliga
uppibornan.
Karl sjálvur visti, sum
vera man, ikki av nøkrum
frammanundan, men saman
við konu Karl hevði nevnd-
in syrgt fyri, at høvuðsper-
sónurin var til staðar á vøll-
inum, tá Rósan skuldi
handast. Tað var sostatt ein
sera ovfarin Karl, sum tók
ímóti tí silvurløgdu rósuni
umframt eini stórari kurv
við alskyns góðgæti og øðr-
um góðum. Saman við
heiðurinum fylgdi eisini
ein kjekkur uppá 10.000 kr.
Hjálpa í tí stilla
Í røðuni til heiðurs fyri Karl
Josephsen segði Steinbjørn
O. Jacobsen, borgarstjóri,
millum annað:
»Eg eri ógvuliga fegin
um, at hetta gjørdist veru-
leiki, tí vit eru ofta so skjót
við tí illa og mangan heldur
sein við tí góða. Hetta til-
takið hevur bert hetta eina
endamálið: at varpa ljós á
tað góða.
Um jólahøgtíðina síggja
vit ymiskt, ið verður gjørt
sjálvboðið, og mong eru
tey, sum á ymsum økjum
taka hond í. Vit gleðast um
tað, og nógv av hesum sæst
ógvuliga væl. Men tað eru
eisini menniskju okkara
millum – eisini her í lokal-
samfelagnum – sum í dag-
ligdegnum árið runt veita
ymiskar tænastur til teirra,
sum hava tørv fyri neyðini.
Vit síggja tey ikki frammi í
fjølmiðlum, men tey gera
sín gerning trúføst, stillis-
liga og uttan at gera nakra
háva burtur úr sær sjálvum
– ja, nógv verður gjørt í tí
dulda fyri almenninginum,
og í fleiri førum eru tað
bert tey, ið fáa teirra hjálp,
sum vita, hvørji hesi hjálp-
somu eru.
Sum kunnugt, er Ársins
Rósa eitt spildurnýtt tiltak,
ið nú fyri fyrstu ferð verður
roynt.
Hugskotið
eigur
Niclas Heri Jákupsson. Eg
takki Niclasi fyri hansara
positiva og skapandi ar-
beiði her í lokalsamfelag-
num, sum hetta jólaskipa-
tiltakið eisini er eitt dømi
um – hetta sum í dag verður
kopierað av øðrum býum í
Føroyum. Takk, Niclas.
Vit í nevndini fyri tiltakið
Ársins Rósa fegnast um tey
mongu uppskot um persón-
ar at fáa rósuna, sum eru
komin okkum í hendi, og tá
vit í eitt lítið mát sóu,
hvørji hesi eru, vakti hetta
kenslur í okkum. Eisini vil
eg nýta høvið at takka teim-
um fyritøkum v.m., sum
hava givið til Ársins Rósu,
ið nú skal handast. Túsund
takk fyri tað.
Vit hava hugt at øllum
teimum innkomnu uppskot-
unum, ið fevna um bæði
kvinnur og menn. Út frá
mongu uppskotunum er tað
lætt at finna ein persón, ið
hevur uppiborið at fáa heið-
urin Ársins Rósa, tí tey eru
fleiri, bæði kvinnur og
menn. Øðrvísið og verri er
at sortera teir uppskotnu
persónarnar frá, sum ikki í
hesum umfari fáa heiðurin.
Tað verður jú bara ein rósa
givin hvørt ár.«
Áðrenn rósan varð hand-
að, helt Steinbjørn tað vera
hóskandi at minna á, at teir
persónar, sum fáa hetta
herðaklappið, ikki sjálvir
hava biðið um tað og dáma
kanska ikki eingang at fáa
nakran heiður. Hetta eru
persónar, sum onnur ynskja
at heiðra og geva eitt herða-
klapp, legði hann dent á.
Menniskjaáskoðanin
Borgarstjórin las síðani
nøkur brot úr teimum
mongu viðmælunum, Karl
Josephsen hevið fingið frá
ymiskum fólkum. Millum
annað varð skriva um Karl,
at »hann er, sum ein hjálp-
andi hond nógva staðni, har
tørvur er á, og kanska onn-
ur ikki høvdu hildið seg til.
Hann er at síggja hjá bæði
ungum og gomlum, har ið
tørvur er á, og har, ið aldur-
dómurin ger seg galdandi.
Møtir upp sum avvarandi,
bæði seint og tíðliga, har
tey nærmastu kanska ikki
hava møguleika at vera til
staðar. Hann er klárt ein
kandidatur til Ársins Rósu,
vónandi kemur nevndin
eisini til somu niðurstøðu.
Ivaleyst verða tey mong,
sum fara at gleðast saman
við honum«. Í einum øðr-
um brævi varð mælt til, at
hesin persónurin »verður
valdur til at fáa Ársins
Rósu fyri góða hugin og
ágrýtni at verða gomlum,
sjúkum og einsligum til
hjálpar á ymiskan hátt, so
sum at ganga ørindir, taka
hond í, tá okkurt skal um-
vælast, og so bara at vitja
tey, sum ikki longur eru før
fyri at koma út millum
fólk«.
Til
seinast
endurgav
Steinbjørn ein persón, sum
stendur Karl nær, og sum
millum annað skrivar, at
»størsta dygdin er menn-
iskjaáskoðanin. Líkamikið,
um tú ert høgur ella lágur í
samfelagnum, so er hann
tann sami, nevniliga altíð
klárur at hjálpa. Seg sjálvan
setur hann altíð til viks, og
ongantíð hoyrir ein hann
tosa um alt, hann ger«.
Við hesum orðum ynskti
borgarstjórin Karl Joseph-
sen hjartaliga tillukku og
bað hann koma at taka
ímóti heiðurinum og herða-
klappinum Ársins Rósa.
Klaksvík: Hóskvøldið 30.
desember kl. 20.00 verður
ein hugnalig og fjølbroytt
nýggjárskonsert í Atlantis.
Tey, sum fara at syngja,
vera Arnfríð Lützen, Ingi-
bjørg Hansen, sum fyri
stuttum gjørdist vinnari av
Nósa Barna Prix 2004,
Karl Martin Samuelsen,
Mása Tróndheim, Pætur
við Keldu og Steinvør
Fonn. Saman við teimum
verður eitt felags orkestur,
ið er mannað av Magna
Husgaard,
tangentar;
Mikkjal Hvannastein, guit-
ar; Agnar Lamhauge, bass;
Jens Paula Joensen og
Poul á Dul Olsen, percus-
sion; og Høgna Klakk-
stein, trummur. Frásøgu-
maður
verður
Gunnar
Nolsøe.
Á skránni verður tón-
leikur, vit kenna frá nøvn-
um sum eitt nú Belinda
Carlisle, Bon Jovi, Patsy
Cline, Eagles, Roy Orbin-
son, Sting og sjálvandi
verður ongin nýggjárskon-
sert uttan Happy New Year
hjá Abba.
Talan verður sostatt ikki
um eina villa rockkonsert,
men heldur eina hugnaliga
og fjølbroytta konsert við
góðum og heldur spaklig-
um poptónleiki.
Atgongumerki á 100 kr.
fáast í forsølu á Shellstøð-
ini í Klaksvík ella í Atlant-
is hálvan tíma undan
filmssýningum.
-ave-
Ingibjørg Hansen,
vinnari av Nósa
Barna Prix 2004,
verður millum
mongu nøvnini,
sum verða at hoyra
á nýggjárskonsertini
í Atlantis hóskvøldið
Nýggjárskonsert
í Atlantis
Karl fekk Ársins Rósu
Tey vóru uttan iva mong, ið gleddust saman við Karl
Josephsen, tá hann fekk handaða Ársins Rósu á stórum
hátíðarhaldi í Klaksvík mikukvøldið
Mynd: Norðlýsið