Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. desember 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 249 - 29. desember 2004 5 Vit hava onki við íløgurnar at gera, sigur Hervør Guttesen, forkvinna í umboðsráðnum hjá tryggingini TRYGGINGIN Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er ongin orsøk til at kalla umboðsráðið saman at viðgera íløgurnar, sum Tryggingin nú um jólini hevur gjørt í ferðavinnuna í Føroyum. Tað heldur Hervør Gutte- sen, forkvinna í umboðs- ráðnum. Seinastu dagarnar er ann- ars komið fram í Utvarp- inum, at umboðsráðslimir í tryggingini eru misnøgdir við, at Tryggingin seinastu dagarnar hevur gjørt íløgur fyri yvir 70 milliónir í ferðavinnuna í Føroyum, Fyrst setti Tryggingin 10 milliónir afturat í partapen- ingi í Smyril Line og síðani keypti tryggingin Hotel Føroyar fyri 63 milliónir. Hetta hevur fingið Schandorff Vang umboðs- ráðslim at tala at. Í brævi til umboðsráðs- limir í tryggingini sigur hann, at hann kann ikki góðtaka, at so stórar íløgur verða gjørdar, uttan at um- boðsráðið er spurt. Men hesum er Hervør Guttesen heilt ósamd í. Hon sigur, at hetta er ikki eitt mál, sum umboðsráðið kann gera nakað sum helst við. Umboðsráðið skal sam- ankallast tvær ferðir um árið at góðkenna roknskap- ir og annað. Samstundis verða tey mál viðgjørd, sum eru løgd fyri Umboðsráðið. Taðer eisini umboðsráðið, sum velur seks limir í nevndina fyri Tryggingina. – Vanliga virksemið hjá Tryggingini hevur umboðs- ráðið onki við at gera, hel- dur ikki tær íløgur, trygg- ingin ger. Nevndin er sett at stjórna tryggingini og er umboðsráðið misnøgt við nevndina, kann nevndin siga hana frá. Sjálv er Hervør Guttesen ikki misnøgd við manna- gongdina, nú Tryggingin hevur sett pening í Smyril Line og hevur keypt Hotel Føroyar. Og sjálv fer hon heldur ikki at leggja upp til at nøk- ur stig verða tikin í hesum máli. – Teir umboðsráðs- limir hjá Tryggingini, sum eru misnøgdir við mannagongina, hava misskilt sína uppgávu, sigur Trygvi Guttesen, nevndar- formaður TRYGGINGIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Teir limir í umboðsráðn- um, sum eru ónøgdir, hava misskilt sína uppgávu. So stutt ger Trygvi Gutte- sen, støðuna upp. Trygvi Guttesen er nevndarformaður í Trygg- ingingarfelagnumFøroyum og hann tekur ikki undir við teimum limum í umboðs- ráðnum, sum eru misnøgdir við mannagongdini, nú Tryggingin hevur sett yvir 70 milliónir í ferðavinnuna í Føroyum, fyrst við at seta 10 milliónir í partapeningi í Norrønu og síðani við at keypa Hotel Føroyar fyri góðar 60 milliónir. Heilt skeivt Síðani er komið fram, at onkrir limir í umboðsráðn- um hjá Tryggingini góðtaka ikki mannagongdina. Ónøgdin kom alment fram eftir Útvarpið visti at siga, at Schandorff Vang, umboðsráðslimur, skrivaði øllum umboðsráðslimunum og nevndini í tryggingini bræv, har hann boðaði frá, at hann góðtók ikki, at so stórar íløgur vórðu gjørdar, uttan at tað varð lagt fyri umboðsráðið. Men her fer umboðsráðs- limurin heilt skeivur, sigur Trygvi Guttesen, formaður í nevndini fyri Tryggingina. Hann sigur, at hetta kemur undir dagliga virksemið hjá Tryggingini og tað hevur Umboðsráðið onki við at gera. Men so er tað eisini eitt annað, sum Trygvi Gutte- sen sigur er heilt avgerð- andi í hesum føri. Og tað er, at nevndarlim- irnir í Tryggingini hava tagnarsykyldu, sum teir allir skriva undir uppá. – Hinvegin hava limirnir í umboðsráðnum ikki tagn- arskyldu, leggur hann aftur- at. – Verður tað kravt, at nevndin í Tryggingini skal leggja viðurskifti í sam- bandi við vanliga virksemi fyri umboðsráðið, er tað tað sama sum at krevja, at nevndin skal bróta lógina. – Trygvi Guttesen sigur, at hinvegin verður umboðs- ráðið altíð kunnað so skjótt sum gjørligt, eftir at av- gerðir eru tiknar, sum eru útum tað vanliga. – Men at kunna umboðs- ráðið um samráðingar og um vanliga virksemið hjá Tryggingini, ella at taka umboðsráðið við í samráð- ingar um íløgur, keyp, ella annað, er ikki í samsvari við viðtøkurnar og tað er eisini bæði heilt ómøguligt og eisini ólógligt. – Tað vildi svara til at Føroya Banki skuldi spurt landsstýrið, hvørja ferð, bankin ætlaði at fíggja eitt skip ella eitt virki. – Tað kann bankin sjálv- sagt ikki og Tryggingin kann sjálvsagt heldur ikki kunnað umboðsráðið, hvørja ferð, vit flyta okkara ognir. Tað hoyrir ikki undir arbeiðsøkið hjá umboðs- ráðum. Umboða eigararnar Trygvi Guttesen sigur, at teir 23 umboðsráðslimirnir í Tryggingini umboða teir túsundtals eigararnar, altso tryggingartakararnar. Ì staðin fyri at allir teir túsundtals umboðsráðslim- irnir møta á aðalfundi í tryggingini, velja teir 23 umboðsráðslimir at um- boða seg. Teir eru sostatt at meta sum partaeigararnar í ein- um partafelag. Umboðsráðið velur síð- ani seks limir í nevndina fyri Tryggingina og starvs- fólkið velur tríggjar limir afturat og tað er eisini um- boðsráðið, sum skal góð- kenna roknskapin, tí hann er almennur. Umboðsráðið verður kallað saman minst tvær ferðir um árið. Men í sam- bandi við stórar bygnaðar- broytingar í Tryggingini í seinastuni, hevur umboðs- ráðið verður við alla tíðina, sigur Trygvi Guttesen. Og sjálv fer hon heldur ikki at leggja upp til at nøkur stig verða tikin í hesum máli. Vil hava okkum at bróta lógina Forkvinnan ikki ónøgd við mannagongdina Tryggingin kann ikki kunnað umboðsráðið um vanliga virksemið, tí tað hevði verið brot á tagnarskylduna, sigur Trygvi Guttesen, nevndarformaður í Tryggingini Seinastu dagarnar hevur Tryggingin gjørt íløgur fyri góðar 70 milliónir í ferðavinnuna í Føroyum. Eitt nú hevur Tryggingin keypt Hotel Føroyar. Men tað hevur Umboðsráðið onki við at gera, sigur Hervør Guttesen, forkvinna í umboðsráðnum hjá Tryggingini