Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. desember 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 248 - 28. desember 2004 Forstjórin í Tryggingarfelagnum Føroyar heldur, at Tryggingarfelagið hevur gjørt ein góðan handil, tá tað keypti Hotel Føroyar. Hotellið er leigað út aftur til gomlu eigararnar HOTELSØLA Edvard Joensen Partafelagð Ognir, sum Tryggingarfelagið Føroyar eigur, hevur keypt Hotel Føroyar frá Smyril Line. Felagið hevur leigað hotell- ið út aftur til gomlu eigar- arnar at reka. Forstjórin í Tryggingarfelagnum held- ur, at felagið hevur gjørt ein góðan handil. Enn einaferð hevur Hotel Føroyar skift eigara. Hesa- ferð, var tað Smyril Line, sum seldi, og beint eftir søl- una leigaði hotellið aftur frá nýggju eigarunum, sum er eitt felag, sum Trygging- arfelagið Føroyar eigur, alt sum tað er. Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum, sigur, at hann metir, at Trygging- arfelagið hevur gjørt ein góðan handil. Hann vil ikki upplýsa neyva keypsprísin, men váttar, at hann liggur um tær 60 milliónirnar, sum nevndar hava verið. – Hetta merkir ikki, at eg nú skal vera hotelstjóri, sig- ur Gunnar í Liða. Raksturin av hotellinum fer at halda fram óbroyttur, sigur hann, tí Partafelagið Ognir hevur longu leigað hotellið út aftur til teirra, sum fyrr áttu tað. Nevniliga eitt felag hjá Smyril Line. Forstjórin í Tryggingar- felagnum heldur ikki, at ein keypsprísur upp á 60 milli- ónir er ov høgur fyri Hotel Føroyar og vallaraheimið, sum er granni hjá hotellin- um, í einum samlaðum handli. – Vit hava kannað rakstr- artølini hjá hotellinum og vallaraheiminum, og vit halda okkum hava gjørt eina forrætning, har vit fáa góða rentu aftur fyri peng- arnar. Hotellið hevur verið væl rikið og hevur havt góð úrslit seinnu árini, og tað vænta vit eisini í framtíðini sigur hann. Gunnar í Liða sigur seg hava ta fatan, at Trygging- arfelagið Føroyar var ikki einsamalt at vísa áhuga fyri Hotel Føroyum. Onkur annar lá eisini framvið, sigur hann seg hava frænir av, men vil ikki siga nakað um, hvør tað hevur verið. Hann vísir aftur, at hand- ilin av Hotel Føroyum skal hava verið ein pappírsflyt- ing av virðum hjá Smyril Line til ein av stóru parta- eigarunum í felagnum fyri tann vegin at bøta um tølini hjá Smyril Line, sum so- leiðis kundi ganga krøv- unum hjá fíggingarstovnin- um, sum fíggjar Norrönu, á møti. – Tað er einki odiøst í hesum handlinum, staðfest- ir Gunnar í Liða. Her er tal- an um reinar »menniskja- pengar«. – Men tað er einki duls- mál, at Smyril Line varð noytt at selja hotellið fyri at bjarga Norrönu, váttar hann. Almanna- og Heilsumálaráðið hevur keypt enn eini sethús í Sandavági til sambýli fyri sinnisveik. Húsini eru í grannalagnum, har verandi sambýli fyri sinnisveik er SAMBÝLI Edvard Joensen Sandavági: Enn eini sethús í Sandavági eru keypt til sambýli fyri sinnisveik í grannalagnum, har verandi sambýli Undir Fobbakletti longu er. Hans Pauli Strøm, lands- stýrismaður við almanna- og heilsumálum, váttar, at húsini vórðu keypt tollaks- messudag, og at keypsprís- urin er 1,9 millión krónur. Hetta svarar til metingar- prísin, sigur landsstýris- maðurin. Grundin til at enn eini hús í Sandavági eru keypt til sambýli, er tann ein- falda, at her fekst mest fyri pengarnar, sigur lands- stýrismaðurin. Tað, at húsini at kalla eru granna- hús við verandi sambýli ger, at til ber at reka tey undir einum. Soleiðis at skilja, at tey vera undir sama leiðara, og at tað í ávísan mun eisini ber til at brúka somu starvsfólk í báðum húsunum. Eitt nú náttarvaktirnar, vísir lands- stýrismaðurin á. – Vit fáa ein nógv bíligari rakstur á hendan hátt. Her hava vit tvær smáar búeindir, men samstundis ein størri stovn, sigur Hans Pauli Strøm. Vit hava fing- ið tvær flugur fyri eitt slag. Her fáa vit nógv meira burtur úr færri krónum, enn neyðugt hevði verið at nýtt, um vit skuldu keypt eini hús aðrastaðni, sigur hann. Tað praktiska í samband við nýggja sambýlið er ikki komið uppá pláss enn. Eitt nú, hvussu nógv búfólk fara at búgva í húsinum, hvussu nógv starvsfólk neyðugt verður at seta í starv, og nær latið verður upp. Tey málini verða avgreidd sum skjótast, sigur landsstýrismaðurin. Hava gjørt góðan handil Hotel Føroyar varð um jólini selt sum liður í bjargingarætlan hjá Smyril Line. Ein av stóru partaeigarunum í Smyril Line, Tryggingarfelagið Føroyar, keypti umvegis eitt partafelag, sum tryggingin eigur, hotellið og vllaraheimið við Oyggjarvegin, og leigaði tey beinanveg aftur til teirra, sum keypt varð frá Mynd: Jens Kristian Vang Nýtt sambýli til sinnisveik Nýggja sambýlið fyri sinnisveik í Sandavági, liggur væl fyri við góðum útsýni Mynd: Edvard Joensen Góðir møguleikar eru at gera tað hugnaligt hjá búfólkunum í sera góða sólarganginum við Traðarvegin í Sandavági Mynd: Edvard Joensen