Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. desember 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 249 - 29. desember 2004 – Í fyrstu atløgu verða 50.000 krónur sendar avstað, men vit fyri- reika í løtuni inn- savningartiltøk kom- andi dagarnar, sigur Suni Vinther, formað- ur í Reyða Krossi Før- oya. Hann heitir nú á føroyingar um at sýna samkenslu og veita stuðul NEYÐHJÁLP Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Eftir jarðskjálvtan í Indiska havinum hava heimsins stjórnir og hjálparfelags- skapir úr at gera við at senda neyðhjálp til Suður- asia og samskipa møguliga mest umfatandi akutta neyðhjálpararbeiði í søg- uni. Innsavningartiltøk Reyði Krossur Føroya út- búgvar seg nú eisini til at luttaka í neyðhjálpini. Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi, segði við Sosialin týsdagin fyrrapart, at nevnd- in er samd um, at 50.000 krónur verða sendar avstað longu mikudagin, og ann- ars fyrireikar Reyði Kross- ur seg til umfatandi inn- savningartiltøk komandi dagarnar. Eftir fund týs- kvøldið klokkan 20, har øll eru vælkomin, verður av- gerð tikin um, hvørji tiltøk kunnu setast í verk fyri at innsavna pening og aktiv- era føroyingar. – Vit skulu á fundi týs- kvøld taka støðu til, hvussu vit effektivt kunnu luttaka í neyðhjálpini. Umframt tær 50.000 krónurnar verða onnur innsavningartiltøk helst sett í verk, men enn er ov tíðliga at siga, hvørji hesi tiltøk vera, og hvussu vit fara at útvega pening til neyðstøðuna, greiðir Suni Vinther frá. Sambært honum eru fleiri hættir at fara til verka á. Eitt er at skipa fyri kon- sertum, men áheitanir á borgarar um at lata pening, uttan at nakað ítøkiligt til- tak verður fyriskipað, hevur sambært Suna Vinther eis- ini rigga væl. Men formað- urin váttar, at tiltøk eru á veg, og at fyrireikingar eru í gongd. – So hóast vit ikki vita, hvat vit ítøkiligt fara at taka stig til, verða innsavningar- tiltøk komandi dagarnar sett í verk av Reyða Krossi Føroya, sigur Suni Vinther. Hann leggur afturat, at leiðslan í Reyða Krossi hevur tætt samband við danska Reyða Kross um gongdina, og tað er í sam- starv við danir, at hjálp verður veitt í Suðurasia úr Føroyum. Álit á politikarum Fyri einum árum síðani var Iran fyri líknandi tilburði, og tá sendi Reyði Krossur Føroya í fyrstu atløgu 35.000 krónur avstað, og fyri stuttum vóru aðrar 75.000 sendar afturat. Stór- ur partur av hesum varð fíggjaður av føroyingum, sum vóru sinnaðir at lata gávur, og Suni Vinther vón- ar, at hugurin til hjálp fram- vegis er til staðar. – Um allir føroyingar bert góvu eina krónu í part, høvdu vit kunnað sent aðrar 50.000 krónur avstað bein- anvegin, so tað skal ikki serliga nógv til, áðrenn okkara hjálp kann gera mun, sigur Suni Vinther. Hann vónar samstundis, at tann eina milliónin, sum landsstýrið er sinnað at lata, hittir vælvild í fíggjar- nevndini. Og tað væntar hann eisini. – Sum heild eri eg glaður um, at politiski myndug- leikin er sinnaður at lut- taka, tá tílíkt er áfatt. Tað varð samtykt undir aðal- orðaskiftinum í løgting- inum á sinni, at menningar- hjálp verður ásett á fíggjar- lógini, meðan eykajáttan skal veitast til bráðfeingis neyðhjálp, so eg vænti og vóni, at handa milliónin verður tøk skjótast gjørligt, sigur Suni Vinther, formað- ur í Reyða Krossi Føroya. Til ber at veita stuðul til vanlukkurakta øki í Suður- asia á postgiro 77011, og Reyði Krossur sigur seg hava tørv á ráðum og hjálp. øll eru sambært Suna væl- komin á fund týskvøldið klokkan 20. Reyði Krossur Føroya: 50.000 føroyskar krónur til Suðurasia Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi, hevur saman við nevndini samtykt at senda 50.000 krónru til Suðurasia longu mikudagin. – Umframt hetta verða onnur innsavningartiltøk sett í verk komandi dagarnar, sigur formaðurin í Reyða Krossi Eftir at landsstýrið mána- dagin kom ásamt um at játta eina millión í neyð- hjálp til londini kring Indiska Havið liggur bólturin hjá fíggjar- nevndini. Formaðurin í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, var ikki at hitta týsdagin fyrrapart, og tí fekst ikki at vita, nær fíggjarnevndin skal viðgera spurningin, og hvør avgerð er sannlík at verða tikin. Men Sosialurin fekk orðið á næstformannin Vilhelm Johannesen, og hann segði seg ikki hava hoyrt nakað frá sínum nevndarformanni, hóast hann væntaði at fáa fund- arboð heilt skjótt. Spurd- ur um sannlíkindum fyri endaliga úrslitinum er Vilhelm greiður. – Fyri mítt viðkomandi eiga vit avgjørt at játta hasa milliónina til Suður- asia, men vit hava ongan fund havt enn, og tí svari eg bert fyri meg sjálvan, sigur Vilhelm Johanne- sen, næstformaður í fíggj- arnevndini, beint undan evstamarki á middegi týsdagin. Einki nýtt frá fíggjarnevndini Føroyingar luttaka eisini í neyðhjálpararbeiðinum í Suðurasia, eftir at stóra flóðaldan tók lívið av túsundtals íbúgvum og gjørdi milliónir heimleys. Reyði Krossur sendir í fyrstu atløgu 50.000 krónur avstað, áðrenn onnur tiltøk verða sett í verk