Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-10, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2020síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. november 2020 28 Sosialurin Bókajól - Mær dámar væl bøkur, men mín veikara síða er kanska skrivstovuparturin. Vit fara sjálvsagt at seta okkara fingramerki á handlin, sigur Beinta Á .Gregersen Vilmund Jacobsen B einta Á. Gregersen og Marita Sam­son Sigurdardóttir hava sam­ an við íleggjara keypt Alfa Bók­ handil í Nólsoyar Pálsgøtu 2 í Klaksvík. Tað eru eisini tær báðar, sum reka handilin, har onnur arbeiðir fyrrapart - og hin seinnapart. Tær eru báðar virknar kvinnur og hava eisini aðrar uppgávur at takast við, tá tær ikki eru í handlinum. Men, Alfa Bókhandil er nógv meira enn bara ein bókhandil, tó at mong, sum ikki hava verið á gátt her, kundu vænt­ að, at hetta er ein handil, sum er fullur í bókum. - Sjálvandi fylla bøkurnar nógv, men vit hava eisini alt til skúla-og skriv­ stovu­brúks, undantikið skriv­stovu­ møblar, sum ikki eru partur av okkara vøru­úr­vali. Her fæst alt tað vanliga, sum tú hevur brúk fyri á einari skrivstovu, eitt nú pappír, brævbjálvar, ringbind, mapp­ur, blokkar, heftimaskunur, klips, blíant­ar, pennar og mangt annað, sigur Beinta Á. Gregersen. EISINI LEIKUR Eitt annað, sum eisini fyllir rímiliga nógv í Alfa Bókhandli í Klaksvík, men sum fólk aðrastaðni ikki vita nakað ser­ ligt um, er leikur. - Vit kunnu ikki samanberast við ein BR-handil, men vit hava eitt rímiliga gott úrval av eitt leikum, eitt nú L.O.L., Play­mo, lego, Barby, hús, hestar og bilar, eins og vit hava ymisk smábarnaljóðføri, sigur Beinta Á. Gregersen. Hon vísir á, at síðan tey keyptu, er ymiskt nýtt komið við í konseptið, og hon sigur, at tær báðar, sum nú reka handilin, fara at taka ymiskt for­vitnis­ ligt heim úr útlandinum, sum tíðin gong­ur. STYRKA BÓKAPARTIN Sjálvandi stendur bókaparturin rætti­ liga sterkur í handlinum, og hetta fer ikki minst at merkjast, nú jólini nærk­ ast, og tað altíð er spennandi at fáa eina góða bók í jólagávu. - Vit fara eisini at styrkja bókapartin, so hann stendur enn sterkari, og sjálv haldi eg, at okkum vantar tað danska og kanska serliga tað enska í úrvalinum. Beinta Á. Gregersen heldur, at nú jólini nærkast, kunnu flest øll finna eina jóla­gávu í Alfa Bókhandli. - Hetta er ein gamal og staðsettur handil, sum í hesum mánaðinum hevur heili hundrað ár á baki. Tey, sum áttu og róku handilin, nú vit keyptu, hava rikið handilin í eina hálva øld, sigur hon. ÓGVULIGA SPENNANDI Beinta Á. Gregersen heldur, at upp­gáv­ an at reka Alfa Bókhandil er sera spenn­ andi, og hon er eisini avbjóðandi. - Einki stendur í stað, og tað eigur bók­handilin heldur ikki at gera. Tí kann roknast við onkrum dagføringum, sum tíðin gongur. Mær dámar væl bøkur, men mín veikara síða er kanska skriv­ stovuparturin. Vit fara sjálvsagt at seta okkara fingramerki á handlin, sigur hon. STÓRAR HÆDDIR Tá Alfa Bókhandil varð lýstur til sølu fyrr í ár varð sagt, at bygningurin er í tveim­um hæddum á 250 fermetrar hvør hædd­in. Niðara hæddin, sum er handilin, er soleiðis 250 fermetrar og í ovaru hædd­ ini, sum eisini er 250 fermetrar, er eitt nú goymsla, skrivstova og íbúð. Tey, sum vilja vita meira um vøru­ úr­valið í Alfa Bókhandli, kunnu hyggja inn á Facebook-síðuna hjá handlinum í Nóls­oyar Pálsgøtu 2 í Klaksvík. ALFA BÓKHANDIL HEVUR SKIFT EIGARA - Vit fara at styrkja bókapartin, so hann stendur enn sterkari, sigur Beinta Á. Gregersen Alfa Bókhandil hevur eisini leikur við kendum merkjum Tað er her í Nólsoyar Pálsgøtu 2 í Klaksvík, at Alfa Bókhandil heldur til