týsdagur 10. november 2020síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Sosialurin
Mikudagur 12. november 2020
Bókajól
Nýggjastu upprunaføroysku
bøkurnar til børn og ung
Pedda við Stein gøta 9 - FO 100 Tórshavn - Telefon: 61 76 44 / 31 96 44 - Teldupostur: bfl@bfl.fo - Heimasíða: www.bfl.fo
Grafix 504251
Sum rótskot
Marjun Syderbø Kjelnæs
Ein samtíðarlig
ungdómsskaldsøga um
umhvørvistrupulleikar,
sjúku, vinalag og
kynssamleika
195,-
Drongurin sum
rópti so illa
Hjalmar Didriksen Apol
Kom við dronginum,
sum rópti so illa, á eina
óvæntaða ferð
99,-
Hilbert
Bárður Oskarsson
Hilbert hevur
ein trupulleika –
hann situr fastur í
luftini!
140,-
Surrandi og
krúpandi smákykt
Beinta Johannesen
Krabbabók um
smákyktini, sum búgva í
Føroyum
195,-
Kjarr
Rakel Helmsdal/Kathrina
Skarðsá
Laura finnur eina
beinagrind, sum sendir
hana út í heimin at leita
eftir svarum
320,-
Luddi & Lundisa og
ein risapisa
Vár Berghamar
Jacobsen/Delia Ciccarelli
Luddi og Lundisa síggja
eina risapisu, sum sigur
hurr, hurr, hurr
120,-
Les meira um bøkurnar í blaðnum!
Forritarin Linda Luikas hevur skrivað eina røð av
barnabókum um smágentuna Ruby, sum fer á ævintýrferð í
gandakendu tøknini.
At skilja tøknina ígjøgnum spæl, hugflog og skapandi
menning er grundarsteinurin í bókunum hjá Lindu. Hey
Ruby er fyrsta bók í røðíni, og hóast bókin er um tøkni
og teldu, so snýr hon seg ikki beinleiðis um at læra at
forrita, og dentur verður ikki lagdur á at læra nakað ávíst
forritingaramboð, men roynt verður at vísa á, hvussu til ber
at skilja hugtakið telduliga hugsan.
Sjálv skrivar Linda: “Vit hava øll søgur, sum hava myndað,
hvussu vit sum vaksin fata heimin kring okkum. Søgur úr
barnaárum verða sum ósjónligir vinir, sum ávirka okkara
áhuga og val. Mær tykir, at okkum tørvar fleiri av hesum
spælandi røddum og søgum, sum kunnu opinbera tað
stuttliga við at forrita.”
Í bókini læra børnini at liða stórar spurningar sundur í
smærri, finna mynstur, gera stigvísar ætlanir og at hugsa út
um mørk. Tankin er, at børnini verða bitin av uppgávunum
aftast í bókini, og at tey brúka sítt hugflog at loysa tær. Hvør
kapittul er ein lítil søga um heimin hjá Ruby. Samanlagt eru
níggju smáar gongdir við telduligari hugsan.
Bókin er ætlað børnum og vaksnum at vera saman um.
Bókin verður løgd fram á tiltaki á Bókadøgum
18. novembur kl 17:00 í Norðurlandahúsinum.
Grafix 504251