Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-10, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2020síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. november 2020 30 Sosialurin Bókajól - Eg havi altíð bøkur liggjandi, og eg lesi eisini onkra góða um aftur, tá ein tíð er liðin, sigur Sólgerð Andreassen, sum hevur skrivað bókina ”Tey búsettust á Oyrarbakka” saman við Annfinni Danielsen Vilmund Jacobsen S ólgerð Andreassen, sum býr í Fuglafirði, hevur altíð dámt væl at lisið, og hon hevur eisini skrivað og teknað barnabøkur og verið við til at skrivað aðrar bøkur. - Men, mynstrið er nakað broytt, nú nærum alt kann hálast av netinum. Fyrr kundi eg ikki ganga framvið einum bóka­handli uttan at keypa onkra bók. Eg tryggjaði mær altíð, at nakrar lógu niður­fyri. Sólgerð Andreassen vísir á, at nú lesur hon nógv á netinum, og seinastu árini hevur hon fingist við nógv sið­ søgu­ligt tilfar í samband við bókina ”Tey búsettust á Oyrarbakka”, sum hon hevur skrivað saman við Annfinni Daniel­sen og sum kemur út til jólar. ALTÍÐ BØKUR LIGGJANDI Men, hvat lesur so høvundurin sjálv? - Eg havi altíð bøkur liggjandi, og eg lesi eisini onkra góða um aftur, tá ein tíð er liðin. Soleiðis ætli eg mær eitt nú at lesa ”Karitas” (Kristin Marja Baldursdóttir) aftur, og eg ætli mær eisini at lesa eina fitta bók um eina smá­ gentu, sum vaks upp í dokkini í Ong­ landi. Bókina um fittu smágentuna havi eg lisið ofta við nøkrum ára millumbili. Bókin eitur: ”Kære hr Gud, det er Anna” (um­sett til danskt av Anna Sophie Sei­ delin). Sólgerð Andreassen vísir á, at gentan doyði ung, men maðurin, sum kom at kenna hana, skrivaði bókina, sum nú aftur liggur á náttborðinum. - Hon er væl slitin og líka góð hvørja ferð, leggur hon aftrat. YMISK JÓLAYNSKI Tá vit spyrja Sólgerð Andreassen, hvørjar bøkur hon kundi hugsað sær at fingið í jólagávu, svarar hon soleiðis: - Eg kundi hugsað mær at fingið ”Kjarr” (Rakel Helmsdal), ”Skakandi til­ burð­ir” (John S. Myllhamar), Fiskaaling í 50 ár (Helgi Jacobsen) - ella onkra aðra nýggja føroyska bók. Slíkt er góður jóla­ les­naður. Annars eru Leo Tolstoy og Lisa Marklund frammarlaga á listanum. Sólgerð Andreassen sigur, at seinastu bøk­urnar, hon hevur lisið, eru: ”Astrid og Veronika” (Linda Olsson), ”En kvin­ des pris” (Somaly Mam og ”13 ting men­ talt stærke kvinder ikke gør” (Amy Morin). - Eg lesi mest føroyskar og danskar bøkur, men tilfarið á netinum er ofta á enskum, leggur Sólgerð Andreassen, rit­ høv­undur og lærari aftrat. NÚ KANN NÆRUM ALT HÁLAST AV NETINUM - Eg lesi ofta bøkur um aftur, og eg havi ofta lisið bókina um fittu smágentuna, sum vaks upp í dokkini í Onglandi, sigur Sólgerð Andreassen Rit & Rák í SMS . Tlf. 603030 . ritograk@ritograk.fo . www.ritograk.fo BÍLEGG DANSKAR OG ENSKAR BØKUR Í RIT&RÁK Skjótt, bíligt og ómakaleyst.