Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. desember 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 28. desember 2004 7 Nú ein dagin stoyttu børnini í barnagarð- inum í Vági ljós, sum tey fara at brúka á jólum ÍTRIV Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Uppundir jól er ikki óvan- ligt, at eisini børnini í skúl- um og barnagørðum fyri- reika seg til høgtíðina við ymsum at klippa, mála, pynta og evna til. Tað hava tey eisini gjørt í barnagarðinum Ekilund í Vági, men har hava børnini havt eitt heldur óvanligt ítriv. Nú ein dagin uppundir jól høvdu børnini í Eiki- lund ein dag, har tey stoyttu kertuljós. Talan var um smá, reyð kertuljós. Eisini stoyttu tey smá trýarmað kongaljós, sum eru serlig eru ætlað at tendra á tret- tanda. Í norðanlondum hava tey stoytt kertu síðani í 18 øld. Tað gamla var at hvørt ár eftir slakti, høvdu bøndur- nir ein dag til at stoyta kertu. Hetta var konufólka- arbeiði og tær brúktu seyðatálg til at stoyta kertu. Tað var ógvuliga umráð- andi at verða glaður meðan ljósini vóru stoytt. Helst skuldu tey syngja í kertu- stoyting, tí tá blivu ljósini vøkur og brunnu friðaliga. Ljós kundu sum kunnugt boða frá ringum tá tey brenna ófriðaliga og neisti kemur frá. Kertuljós, ella stearin- ljós, eru vanliga gjørd úr stearini og paraffini. Tveir partar av paraffini ganga til ein part av stearini. Í Norðanlondum var eisini siðvenja at tendra serlig ljós trettandakvøld. Hetta vóru ljós við trimum ørmum, ofta kallað eitt kongaljós. Á norðurlendsk- um verður trettanda nevnd- ur de helligetrekongersdag. Ljós hava sjálvandi eisini verðið stoytt í Føroyum. Og júst úr Vági er sagt, at Bassin, sum hann vanliga varð nevndur, stoytti ljós eftir kríggið, sum Meinig- heitshúsið og onnur, fingu. Føroyingar í Svøríki hittust at senda jólaheilsur Á jólum er tað fastur táttur, at føroyingar uttanlands hittast at lesa jólaheilsur inn á band ella fløgu, sum Útvarpið síðani sendur. Eisini føroyingar í Svør- íki hittust nú eitt kvøldið, har teir hugnaðu sær og lósu heilsur upp. Føroyingarnir møttust í donsku sjómanskirhjuni í Gøteborg, har tað vóru prestahjúnini Henning og Solveig Bøgesvang, sum stóðu fyri. Tey bæði eru vælkend í Føroyum, helst´i Norðoyggjum. Føroyingarnir, sum hitt- ust hettakvøldið, komu ymsastaðni frá úr útsynn- ings-Svøríki. Tey sungu jólasálmar, prestur las jóla- evangeliið og síðan vórðu heilsurnar sendar. Vit frætta úr Svøríki, at løtan var bæði hátíðarlig og kensluborin og tað var ikki frítt at okkurt tárið rann á kinn. Afturvið heilsunum, fingu tey drekka við breyði, køkum og mandlurísi aftur- við. Prestahjúnini og Kirsti høvdu dekkað borðið so hugnaligt vil jólapynti og merkinum í húnarhátti. -Áki Gjørdu síni egnu jólaljós Tey, ið vóru fyrst at seta pening í Føroya Kolvetni, kunnu nú fáa íløguna aftur heilar 33 ferðir FØROYA KOLVETNI www.sparikassin.fo Oljuvinnan er í ljósinum í løtuni. Ein orsøk er oljufundurin herfyri skamt sunnan fyri føroyska markið, har eitt samtak við Chevron-Tex- aco á odda rakti við eina lovandi oljukeldu, ið hevur fingið heitið Rosebank/- Lochnagar. Ein onnur orsøk er, at Atlantic Petroleum í hesum døgum hækkar partapening sín og í tí sambandi bjóðar fólki at seta pening í felagið. Fleiri hava í hesum sam- bandi fingið eyguni upp fyri, at hóast ongin olja enn er funnin í sonevndum "rakstrarverdum nøgdum" á føroyskum øki, so ber væl til at vinna pening í olju- vinnuni - sum íleggjari. So- leiðis verða partabrøv í Atlantic Petroleum seld til kurs 265. Tað merkir, at tey, sum hava ognað sær parta- brøv fyri 1.000 krónur, nú hava møguleikan at selja somu partabrøv fyri 2.650 kr. Hetta er ein fittur vinningur men kortini ikki so nógv sum tað, íleggjarar í Faroe Petroleum kunnu skora á virðisbrævamarkn- aðinum. Faroe Petroleum varð stovnað í 1997, og í 1998 og 1999 var møguligt at keypa partabrøv til kurs 100. Í dag kunnu íleggjarar, sum keyptu tá, fáa íløguna 33 ferðir aftur. Tað vil siga, at um íløgan t.d. var 1.000 krónur, so er søluprísurin nú 33.000 krónur. Teir partaeigarar, sum upprunaliga keyptu til kurs pari (100) og seldu í juni 2003, tá fyritøkan fór á virðisbrævamarknaðin, fingu pengarnar aftur ikki færri enn 38 ferðir. Í juni í fjør kostaði eitt partabræv frá Faroe Petroleum 1,03 bretsk pund, og í dag kostar tað 0,78 pund. Pundið kostar í dag 10,61 krónur. Faroe Petroleum varð í juni 2003 skrásett á the Al- ternative Investment Mark- et, AIM, sum er partur av London Stock Exchange. Á mynd eru frá vinstru ein svii, sum eitur Christian, Gunnvør Ásgeirsson, Henning Bøgesvang, Nanna úr Hovi og maður hennara Olle, sum er svii, Putten Hansen, sum er donsk, Solveig Bøgesvang, Jensia Hentze og við bakinum ímóti, er tað Petur Ásgeirsson Myndina tók Unn Dimon av Tvøroyri 33 fold Myndir í orðum Arngerð L. og Sól- mundur Joensen hava givið út bókina, Myndlist og yrkingar ÚTGÁVA Jákup Mørk Arngerð L. Joensen man uttan iva teljast millum mest fjølbroyttu føroysku listafólkini, og nú um dag- arnar gav hon saman við Sólmundi Joensen út bók um myndlist og yrkinar. Sjálvir siga tey bæði, at hugskotið kom, tá tey í fjør vóru á Háskúlaskeiði í Danmark. Arngerð sum listafólk og Sólmundur sum málari. Úrslitið er so ein bók, har nøkur av verkunum hjá Arngerð eru avmynd- að, og har smáar yrkingar, sum onkursvegna eru ein ímynd av málninginum, eisini eru prentaðar. Yrk- ingarnar eru prentaðar á bæði føroyskum og donsk- um. Myndlist og yrkingar er heitið á nýggju útgávuni