Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. desember 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 249 - 29. desember 2004 7 Sum 11. september – Fólk sita klistrað til sjónvarpskermin all- an dagin fyri at frætta tíðindi um ógvusligu flóðalduna. Men nú haldi eg, at tað ring- asta sjokkið er av, sig- ur føroyingurin Rógvi Borðoy, sum er staddur í Chiang Mai í Norðurteilandi NÁTTÚRUVANLUKKA Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Føroyingurin, Rógvi Borðoy, er staddur í býnum Chiang Mai í Norðurtei- landi í sambandi við út- búgvingina. Sjálvt um Chiang Mai liggur langt vekk frá Phuket, so hevur ræðuliga flóðaldan eisini merkt íbúgvararnar har norðuri. Sjálvan morgunin flóð- aldan herjaði, var Rógvi sjálvur ikki á fótum. Men tá hann vaknaði, uppdagaði hann, at fleiri myndir hingu skeivt á vegginum, og onk- ur lítil vasi var koppaður. Óváttaðar keldur vilja vera við, at heilt har norðuri var skjálvtin mátaður til 3,5 á Richter stiganum. Sjokkið av – Flóðaldan er tað einasta, fólk tosa um her. Eg haldi tó, at stórt sæð, so er tað ringasta sjokkið hæsað av, og gerandisdagurin byrjar so smátt aftur nú, greiðir Rógvi frá. – Men fólk sita framvegis klistrað til sjónvarpsskíggj- an allan dagin fyri at frætta tíðindi og nýggjastu deyðs- tølini. Hetta er sum 11. sep- tember var, tá øll sótu og hugdu eftir tíðindum dagin langan. Um 1000 fólk hava latið lív í Teilandi av flóðalduni, og talið er, eins og alla aðrastaðni, alsamt vaks- andi. Teilendskar sjónvarpsrás- ir senda alt samdøgrið frá Phuket, og nú eru tær eisini farnar at senda myndir av foreldraleysum børnum. Hetta verður gjørt fyri at royna at finna familju aftur, tí enn eru nógv, ið ikki eru komin aftur í aftur. – Ensku fjølmiðlarnir her eru eisini á tremur við tíðindum har niðri frá. So vanlukkan fyllir alt hesa tíðina. Rógvi Borðoy verður í Teilandi ein mánað afturat, áðrenn hann vendir nøsina til Føroya. – Kedd er ikki ein nóg sterkt orð at lýsa, hvussu eg havi tað nú, sigur Kalpana Vijaya- varathan, sum er fødd og uppvaksin í Madr- as í India. Hon hevði sjálv viljað verið í India hjá foreldrum og vertsforeldrum í hesum døgum NÁTTÚRUVANLUKKA Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Ræðuliga flóðaldan, sum herjaði í Asiu um jólini, merkist eisini aftur í Før- oyum. Á tann hátt, at eisini her sita asiatar, sum hava familju og vinir, ið eru raktir av flóðalduni. Ein teirra er Kalpana Vijayavarathan. Hon hevur búð í Føroyum í 13 ár, men foreldur og systkin hennara búgva framvegis í India. Maður Kalpanu, Abraham, er eisini úr India. Tætt við sjógvin Foreldrini hjá Kalpanu búgva bert tríggjar kilo- metrar frá sjóvarmálanum, men teirra hús eru ikki undir í vatni eins og onnur. – Tað er ógvuliga torført at sita so langt vekk og vera so hjálparsleys, sigur Kal- pana. Hon greiðir frá, at van- lukkan ávirkar dagligdagin heima við hús. – Eg hugsi um tað alla tíðina, og harafturat fái eg ikki latið vera við at tendra sjónvarpið og fylgja við. Vit fingu ikki fatur á familjunum hjá okkum fyrr enn í gjárkvøldið, men tey hava tað øll tíbetur gott. Lokalar sjónvarpsstøðir hava víst myndir frá nær- umhvørvinum, har Kalpana er uppvaksin. Hon greiðir frá, at bæði skúlin, lærdi háskúlin og universitetið eru vorðin fylt við vatni. – Eg eri mest bangin fyri, um landið fer at koma fyri seg aftur, og hvussu indarar fara at klára seg. Glað og kedd Fólk í India eru bangin fyri, at ein nýggj flóðalda fer at herja innan stutta tíð. Tí hava foreldur Kalpanu lagt ætlanir um at flyta longur inn í Madras til ein pápa- beiggja, um ávaringar um eina nýggja aldu koma. – Samstundis sum eg eri sjokkerað og full av sorg, so eri eg eisini glað fyri, at foreldur, vertsforeldur og familja hava tað gott. Hin- vegin hugsi eg eisini um øll tey túsundtals menniskjuni, sum ikki hava tað gott. – Eg hevði sjálv viljað verið í India í hesum døg- um, so eg kundi hjálpt til. Kanska tvey fólk gera ikki so nógvan mun, men ígjøgnum kirkjuna høvdu vit kunnað hjálpt fleiri. Kalpana, maðurin og børnini vitja í India annað hvørt ár. Tey vóru har yviri í summar, so leiðin gongur ikki yviraftur fyrr enn um tvey ár. – Tað ringasta sjokkið er av nú, men fólk sita enn klistrað til sjónvarpsskíggjan og fylgja við í tí, sum hent er. Hetta minnir nógv um støðuna 11. september, sigur Rógvi Borðoy, sum er staddur í Teilandi Savnsmynd Hevði viljað verið í India - Samstundis sum eg eri sjokkerað og full av sorg, so eri eg eisini glað fyri, at foreldur, vertsforeldur og familja hava tað gott, sigur Kalpana Vijayavarathan, sum er uppvaksin í Madras í India Savnsmynd