hósdagur 12. november 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 80
12
TERJI NIELSEN
V
anliga er Panorama
á
Hotel
Hafnia
karmur um ymiskar
hátíðarløtur, veitslur
og annað stuttligt, men í hes
um døgum eru stásiligu hølini
karmur um nakað meiri
álvarsligt. Korona hevur við
sær, at tað ikki er gjørligt at
hava eitt nevningating í høl
unum hjá Føroya Rætti, og tí
er nevningatingið flutt oman á
Panorama, ið sum so riggar stak
væl til endamálið.
At talan er um eitt serligt mál,
sæst eisini aftur í rættarhølinum,
tí umframt teir ákærdu og verjar
teirra, dómaran, ákæran og
nevningarnar, so sita eisini fast
ikki færri enn seks løgreglufólk
í rættarhølinum. Tey skulu hava
eftirlit við teimum ákærdu og
fylgja teimum, tá ið til dømis
steðgur er í rættarfundinum.
Kunnu revsast sera hart
Tá ið eitt rættarmál verður koyrt
fyri eitt nevningating, so er tað
tí, at revsingin í málinum, um
teir ákærdu verða funnir sekir,
kann fara upp um fýra ára
treytaleysa fongsulsrevsing. Tað
serliga við einum nevningatingi
er eisini, at verður tann ákærdi
funnin sekur av nevningunum,
so kann tað ikki skjótast fyri
hægri rætt. Eitt nevningating
hevur seinasta orðið í mun til
skuldarspurningin – altso um
man er sekur ella ósekur.
Hinvegin kann man, um man
verður funnin sekur og hevur
fingið dóm, skjóta dómin fyri
landsrættin í eini roynd at fáa
linari dóm, um man metir dómin
verða ov harðan.
Teir tríggir menninir, sum eru
ákærdir í málinum, sum koyrir í
Føroya Rætti í løtuni, eru ákærdir
eftir grein 191í revsilógini,
sum ljóðar soleiðis: “Den, som
i strid med lovgivningen om
Persónur A:
24 ára gamal dani, sum er
útbúgvin múrari og starvaðist
innan hetta øki, til hann bleiv
handtikin í Føroyum tann 21.
Novembur í fjør og hevur sitið
varðhaldsfongslaður síðani.
Hann eigur bilin, sum bleiv
brúktur á ferðini til Føroya. A
greiddi í rættinum frá, at hann
hevur tikið rúsevni, serliga
MDMA, av og á, men at hann
ikki var misnýtari.
Hann er ikki áður dømdur
fyri nakran narkokriminalitet
Ákæra:
Forhold 1: Saman við B og C
at royna at fremja grovt rús
evnabrotsverk, sum snúði seg
um at innsmugla 983 gram av
amfetamin til Føroya. Royndin
miseydnaðist, tí tollvaldið fann
rúsevnini.
Noktar seg sekan.
Persónur B:
25 ára gamal dani, sum er
útbúgvin timburmaður og
starvaðist innan øki, til hann
bleiv handtikin í Føroyum tann
21. Novembur í fjør og hevur
sitið varðhaldsfongslaður
síðani. Hann hevur í rættinum
greitt frá, at hann áður hevur
verið misnýtari av av rúsevnum,
men at hann var í sjálvbodnari
avvenjing á vári í fjør. Hann
hevur verið í Føroyum fleiri
ferðir áður og kennir væl C,
sum er føroyingur.
Hann er ikki áður dømdur
fyri nakran narkokriminalitet.
Ákærur:
Forhold 1: Saman við A og
C at royna at fremja grovt
rúsevnabrotsverk, sum snúði
seg um at innsmugla 983
gram av amfetamin til Føroya.
Royndin miseydnaðist, tí
tollvaldið fann rúsevnini.
Játtar seg sekan í inn
smugling, men sigur, at hann
gjørdi tað einsamallur, og at
hinir ikki vóru við til tað.
Forhold 2: Varveitsla av rúsevn
um. Undir húsarannsókn hjá B í
Danmark blivu funnin 54 gram
av MDMA, sum kann gerast til
360 ecstacy tablettir.
Játtar seg sekan, men tað var
til egið brúk og ikki til víðari
sølu.
Forhold 3: Varveitsla av rúsevn
um. Undir húsarannsókn hjá
B í Danmark blivu funnin 387
gram av hash umframt ymisk
útgerð í hesum sambandi.
Játtar seg sekan, men tað var
til egið brúk og ikki til víðari
sølu.
Forhold 4: Varveitsla av
rúsevnum. Undir húsarann
sókn hjá B í Danmark blivu
funnin 98,1 gram av MDMA,
sum kann gerast til 645 ecstacy
tablettir.
Játtar seg sekan, men tað var
til egið brúk og ikki til víðari
sølu.
Forhold 5: Varveitsla av
rúsevnum. Undir húsarann
sókn hjá B í Danmark blivu
funnin 29,8 gram av skunk og
13 gram av hash.
Játtar seg sekan, men tað var
til egið brúk og ikki til víðari
sølu.
Forhold 6: Varveitsla av stol
num vørum. Undir húsarann
sókn hjá B í Danmark bleiv
funnin ein MacBook telda, sum
varð meldað stolin.
Játtar seg sekan at hava
telduna, men hevur ikki stolið
hana.
Persónur C:
28 ára gamal føroyingur,
sum er sjómaður og siglir við
fiskiskipi. Føroyingurin greid
di í rættinum frá, at hann hev
ur verið misnýtari í nógv ár,
men at hann hevur roynt at
sloppið burtur úr misnýtsluni
í seinastuni. Hann hevur sitið
varðhaldsfongslaður, síðani
hann bleiv handtikin 21. Nov
embur í fjør.
Hann er einaferð áður dømd
ur fyri at hava smuglað hash til
Føroya.
Ákærur:
Forhold 1: Saman við A og B
at royna at fremja grovt rús
evnabrotsverk, sum snúði seg
um at innsmugla 983 gram av
amfetamin til Føroya. Royndin
miseydnaðist, tí tollvaldið fann
rúsevnini.
Noktar seg sekan.
Forhold 7: Roynd at fremja
grovt rúsevnabrotsverk við í
januar í fjør saman við øðrum
at royna at smugla 12,7 kilo av
hash til Føroya úr Íslandi. Hetta
miseydnaðist, tí íslendska
tollvaldið fann hashið.
Noktar seg sekan.
Forhold 8: Varveitsla av 1 gram
av hash í apríl í fjør
Játtar seg sekan.
Forhold 9: Varveitsla av 25,78
gram av hash umframt vektir
í bili sínum, tá ið hesin bleiv
steðgaður av løgregluni í
august í fjør.
Játtar seg sekan, men sigur
at tað var til egið brúk og ikki
til víðari sølu.
Forhold 10: Varveitsla av til
samans 40 ymiskum resept
skyldugum tablettum í bili sín
um, tá ið hesin bleiv steðgaður
av løgregluni í august í fjør.
Játtar seg sekan, men sigur,
at tað var til egið brúk og ikki
til víðari sølu.
Forhold 11: Søla ella víðari
handan av 4 gram av hash 29.
Oktober í fjør.
Játtar seg sekan, men tað
var eingin vinningur, bara ein
vinartænasta.
Forhold 12: Søla ella víðari
handan av 2 gram av hash 29.
Oktober í fjør.
Játtar seg sekan, men tað
var eingin vinningur, bara ein
vinartænasta.
Forhold 13: Søla ella víðari
handan av 1 gram av hash 29.
Oktober í fjør.
Játtar seg sekan, men tað
var eingin vinningur, bara ein
vinartænasta.
Forhold 14: Varveitsa av røri til
at sniffa við og eggjabikari við
amfetaminleivdum á
Játtar seg sekan.
Forhold 15: Varveitsla av ymisk
um sniffi- og roykiútbúnaði við
leivdum á.
Játtar seg sekan.
Teir tríggir
ákærdu og
ákærurnar:
Revs
ingin
kann
vera
upp til
10 ár
Teir tríggir menninir, sum
eru ákærdir í nevningatingi
í Føroya Rætti fyri grova
rúsevnasmugling, kunnu fáa
heilt upp í 10 ára fongsulsrevsing