Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 80 13 euforiserende stoffer til et større antal personer eller mod betydeligt vederlag eller under andre særligt skærpende omstændigheder overdrager euforiserende stoffer, straffes med fængsel indtil 10 år.” Tað merkir so, at í ringasta føri kunnu teir tríggir revsast við heilt upp til 10 ára fongsul, um teir verða funnir sekir í øllum ákærum. Men um ákæruvaldið fer at krevja so harða revsing, vita vit ikki enn. Tað fer at koma fram í komandi viku. Teir tríggir menninir hava sitið varðhaldsfongslaðir, síðani teir blivu handtiknir í fjør. Tann stóra ákæran Rættarmálið snýr seg fyrst og fremst um, at teir tríggir menn­ in­ir, sum eru ávikavíst 24, 25 og 28 ára gamlir, eru ákærdir fyri at hava roynt at smugla inn 982,6 gram av amfetamin til Føroya. Tollvaldið fann tó am­feta­ minið í einum hátalara í bilinum hjá tveimum av monnunum, tá ið teir komu við Norrønu til Før­oya tann 18. novembur í fjør. Toll­valdið og løgreglan syrgdu tó fyri at býta amfetaminið út við flormelis. Teir báðir menn­ inir vistu einki um hetta, tí teir blivu tiknir inn í eitt annað høli, meðan tollvaldið kannaði bilin hjá teimum. Menninir blivu síðani sleptir leysir av tollvaldinum og koyrdu víðari í land, men løgreglan elti teir fyri at finna fram til, hvør skuldi hava rúsevnini frá teim­ um. Hósdagin 21. Novembur skuldu menninir av landinum aftur, men tá blivu teir hand­ tiknir í Føroyum, meðan ein før­oy­ingur, sum sambært ákær­u­valdinum skuldi taka ímóti rúsevninum, eisini bleiv handtikin saman við teimum. Tá ið teir tríggir ákærdu mánadagin blivu spurdir í nevn­ ingatinginum, um teir kundu játta seg sekar í ákæruni um at royndina at smugla rúsevnini inn til Føroya, søgdu tveir teirra, føroyingurin og annar danin, at teir noktaðu seg sekar, meðan hin danin játtaði seg sekan. Men hann noktaði tó, at hann skuldi havt gjørt tað í samstarvi við hinar báðar. Tveir av teimum ákærdu, dan­ in, sum hevur játtað seg sekan, og føroyingurin, eru eisini ákærdir fyri fleiri onnur lógarbrot, sum handla um rúsevnir. Millum annað er føroyingurin ákærdur fyri at hava verið við til eina roynd at smugla ikki færri enn 12,7 kilo av hash til Føroya úr Íslandi. Vil einki siga um bakmenn Mánadagin bleiv tann eini danin avhoyrdur í rættinum, og hann greiddi frá, at hann einki visti um, at tað vóru nøkur rúsevni við á ferðini til Føroya. Hann segði, at tað bara var vinmaður hans­ara, sum hevði spurt, um hann hevði hug at koma við sær ein túr til Føroya at fiska og upp­liva náttúruna. Hesin danin, sum er 24 ár, hevur ongantíð verið í Føroyum áður, og tók av til­boðnum. Tann 25 ára gamli danin greid­ di í Føroya Rætti týs­morgun­in frá, at hinir báðir ákærdu einki hava við málið at gera. Hann segði, tá ið hann bleiv avhoyrdur í rættinum, at hann gjørdi avtalu við nakrar bakmenn í Danmark um at fara til Føroya við rúsevnunum, sum á gøtuni i Føroyum hava eitt virði á oman fyri eina millión krónur. Spurdur, hvørjir bakmenninir eru, segði tann ákærdi, at tað vildi hann einki siga um. Tá ið hann bleiv spurdur, hvør skuldi hava rúsevnini í Føroyum, segði hann, at tað visti hann ikki. Hetta skuldi hann fáa boð um, meðan hann var í Føroyum. Men danin fekk illgruna um, at okkurt var galið, og at løgreglan hevði funnið rúsevnini, tí tað vóru nøkur viðurskifti við hátalaranum, sum rúsevnini vóru fjald í, sum vóru broytt. Tí hevði hann boð­að frá, at okkurt var galið, og av somu orsøk segði hann seg ongantíð fáa boð um, hvør skuldi taka ímóti rúsevnunum. Føroyingurin hevur aðra stóra ákæru Sum áðurnevnt eru teir tríggir ákærdir fyri í felag at royna at smugla nærum eitt kilo av am­ Vegna serligar umstøður við korona er nevningatingið hjá Føroya Rætti sett á Panorama á Hotel Hafnia. Fremst á myndini síggjast plássini hjá nevningunum, meðan teir ákærdu og verjar teirra sita við vindeyguni handast. Við borðini longst til høgru sita ávikavíst dómarin og ákæruvaldið. Hini plássini eru til løgregluna og áhoyrarar. Maðurin á myndini er eitt tilvildarligt starvsfólk hjá Hotel Hafnia