Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 80 14 Teir báðir danirnir komu við Norrønu í bili, tá ið tollvaldið fann amfetaminið í bilinum Savnsmynd fetamin til Føroya. Men har­ um­framt hava annar danin og føroyingurin fleiri aðrar ákærur móti sær, og serliga føroyingar hevur eina rættiliga grova ákæru afturat høvuðsákæruni. Hann er nevnliga ákærdur fyri at hava verið partur av ein­ um máli, sum snúði seg um at smugla heili 12,7 kilo av hash til Føroya úr Íslandi. Hetta var í januar í fjør, men føroyingurin bleiv ikki knýttur at hesum máli, fyrr enn kanningararbeiði í hinum málinum leiddi løg­ regluna á slóðina. Nógv vitni Hesa vikuna hava fleiri vitni verið avhoyrd í rættinum. Millum annað hava fleiri løg­reglufólk og eisini tollarin, sum fann rúsevnini, vitnað í rætti­num. Eftir evstamark hjá blaðnum skuldu løgreglufólk úr Íslandi koma til Føroya at vitna í sam­ bandi við ákæruna móti før­oy­ inginum um tey 12,7 kiloini av hash, sum skuldu til Føroya við Norrønu. Ákæruvaldið hevur eisini víst ymiskt samskifti, sum hevur verið millum ymsar persónar knýttar at málinum. Serliga hevur talan verið um samskifti á eini app, sum eitur Wickr, og sum er ein samskiftisapp, har man kann vera dulnevndur, og sum man kann innstilla til at strika síni boð, stutt eftir at tey eru móttikin. Tekur drúgva tíð Talan er um eitt umfatandi rætt­ armál, og tí er nógv tíð sett av. Væntandi gongur øll næsta vika eisini, og ætlanin hjá rættinum er, at dómur fellur síðst í kom­ andi viku. Verða ein ella fleiri av teim­ um ákærdu funnir sekir í nakrari ákæru, so er væntandi, at dómarin fer at koma við revsingini einaferð í aðru viku. TERJI NIELSEN T að er einki at taka seg aftur í, at tað er talan um óvanliga stórar nøgdir av rúsevnum, sum málið í Føroya Rætti í løtuni snýr seg um. Teir tríggir menninir eru ákærdir fyri at royna at smugla 982,6 gram av amfetamin til landið. Sambært vælvitandi keldum, so kostar eitt gram av amfetamin á gøtuni í Føroyum umleið 1.200 krónur. Tað vil so siga, at hendan nøgdin av amfetamin, sum teir smuglaðu, hevði eitt virði á næstan 1,2 milliónir krónur á gøtuni í Føroyum. Harumframt er føroyingurin ákærdur fyri at hava verið partur av máli, har man royndi at smugla 12,7 kilo av hash til Føroya. Eitt gram av hash kostar á gøtuni í Føroyum um 250 krónur. Tað vil so siga, at hashið hevði eitt samlað virði á næstan 3,2 milliónir krónur á gøtuni í Føroyum. Rúsevni fyri milliónir