Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. desember 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 248 - 28. desember 2004 MARKNAÐARRÁK Marknaðurin ávirkast ikki so nógv av oljuprísinum longur. Í heyst hevði olju- prísurin, saman við gongd- ini á amerikanska arbeiðs- marknaðinum, alstóra ávirkan á fíggjarmarknaðir- nar, men soleiðis er ikki longur. Eitt dømi upp á hetta sást í farnu viku, tá tøl fyri amerikansku olju- goymslurnar hækkaðu. Tá lækkaði oljuprísurin útvið 2 dollarar fyri tunnuna ella 4,5%, men tað hevði als onga ávirkan á lánsbræva- renturnar. Farna vika varð merkt av, at tað ikki komu nøkur týð- andi lyklatøl fyrr enn hós- dagin. Tað hevði við sær, at lítið varð handlað, men eisini at teir størru handlar- nir sum kortini vóru, fingu marknaðin at flyta seg hampuliga nógv báðar veg- ir. Soleiðis sveiggjaði danska 10-ára rentan um- leið 0,10% báðar vegir, men endaði á umleið sama stigi sum hon byrjaði. Hósdagin komu tó nøkur týðandi tøl, t.d. inntøkur, privat nýtsla, ordrar eftir varandi vørum og PCE deflatorin, sum er týdning- armesta prísvakstrartalið hjá amerikanska tjóðbank- anum. Burtursæð frá ordr- um eftir varandi vørum vóru tey øll meir ella minni sum væntað, og høvdu onga ávirkan á marknaðir- nar. Evru-dollara kursurin hevur enn nógv at siga á lánsbrævamarknaðunum. Av tí at evran styrknaði eitt sindur í farnu viku, frá 1,33 til 1,35, vóru lánsbræva- renturnar verðandi á lága stiginum. Íleggjarar eru enn ikki farnir at líta á, at am- erikanska stjórnin veruliga fer at gera nakað við stóru undirskotini á gjaldsjavn- anum. Til tað álitið kemur, eru líkindi fyri, at dollarin heldur áfram at vikna mótvegis evruni. Hesa vikuna koma aftur fá lyklatøl. Brúkara- og vinnuálitistøl úr USA og tøl fyri týska ídnaðarfram- leiðslu verða tey einastu av týdningi. Kaupthing væntar ikki, at hesi tøl fara at flyta fíggjarmarknaðirnar av álv- ara, nú nýggjárið nærkast og nógvir íleggjarar sostatt ikki fremja fleiri íløgur í ár. Eftir at norðurlendsku partabrøvini lækkaðu í fyrru helvt av desembur, eru hesi hækkaði heilt fitt aftur, og nækast nú hægsta stiginum í ár. Samanumt- ikið hevur 2004 verið eitt gott partabrævaár (+23,8%), og útlitini fyri 2005 eru hampulig. Oljuprísurin ikki sama týdning longur Vika 53, 2004 www.kaupthing.fo Um 22 tíðina jólaaftan, tá veðrið versnaði norðanfyri, byrjaðu løgreglan at fáa fráboðanir um bilar, ið stóðu fastir í kavanum. Tað kavaði sera illa, nógvur vindur var, og fannirnar løgdu seg tí skjótt um veg- irnar so ikki bar til at koyra. Serliga báðumegin Norð- skálatunnilin og Millum Fjarða var at kalla ógjørligt at koyra. Vakthavandi sigur, at politiið um miðnáttarleitið fekk eina fráboðan frá Landsverk um, at einir 30- 40 bilar stóðu fastir Millum Fjarða. Óvist er hvussu leingi teir stóðu til grav- kúgvin kom fram á teir, men Landsverk fekk grivið teir so frætt leysar, at teir aftur fingu koyrt. eys 30-40 bilar fastir Millum Fjarða Ímillum kl. 22 og 01 jólaaftanskvøld hvødu kavaruddararnir út at gera við at hjálpa bilum sum vóru fastir í kavanum. Kl. 01 gav politiið boð um, at tað einans skuldi koyrast um tað var bráðneyðugt Vakthavandi sigur, at tá ið bilar verða fastir í kava, er mannagongdin soleiðis, at bilførarar, ið hava far- telefon, sjálvir ringja til løgregluna og boða frá hvar teir standa fastir. Løgreglan gevur síðani boðini víðari til antin Landsverk ella sløkki- liðið, sum síðani fara út at grava bilarnar leysar aftur. Vakthavandi sigur, at tað tykist sum um fleiri fólk taka kjansin at koyra í vánaligum líkindum, nú fartelefonin er vorðin hvønnmansogn. – Um fólk stóðu føst í kavanum fyri nøkrum árum síðani, so máttu tey bara vóna, at onkur gróv seg framá tey. Við fartele- fonini hava tey nógv betri møguleikar at boða frá hvar tey eru, og at teimum tørvar hjálp, skuldi ein- hvør trupulleiki stungið seg upp. Síðani kunnu vit administrera tað soleiðis, at hjálpin kemur skjótast gjørligt, sigur vakthav- andi. eys Í vánaligum koyrilíkindum: Fartelefonin gevur tryggleika Vakthavandi sigur, at hóast líkindini vóru vánaligast við Norðskálatunnilin og Millum Fjarða, so vóru stórar fannir á vegnum frá Hósvík og allanvegin norðureftir. Politiið fekk seint jólaaft- an eina fráboðan frá Lands- verk um, at teir høvdu grivið seg framá ein bil, ið stóð fastur í kavanum í Hósvík. Eisini á Langasandi varð ein bilur funnin. Vakthavndi sigur, at tað komu ógvuliga nógvar frá- boðanir um bilar, ið stóðu fastir á hesum strekkinum, og at teir tí um 01 tíðina, jólanátt, góvu boð um, at tað ikki mátti koyrast eftir landsvegunum, uttan tað var alneyðugt. eys Bilur fastur í Hósvík