týsdagur 28. desember 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 249 - 29. desember 2004
Mánadagin 27.
desember var ein stór
biljagstran runt alla
Suðuroynna. Ein
ungur maður, sum
var ávirkaður av
rúsdrekka, koyrdi
undan politinum,
sum við tveimum
bilum jagstraði unga
mannin
BILJAGSTRAN
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Á middegi, mánadagin 27.
desember, tá ein løgreglu-
bilur av Tvøroyri var úti og
koyrdi, møttu teir einum
bili, sum tóktiskt koyra sera
ótsútt. Hetta var á Oyrun-
um í Vági, og bilurin var á
veg suðureftir. Løgreglan,
sum var á veg norðureftir,
vendi og helt aftaná bilin-
um, fyri at fáa eitt prát við
føraran.
Long biljagstran
Í Lopransdali komu teir
fram á hann og royndu at
fáa hann at steðga. Í staðin
fyri at steðga, trýsti ungi
bilførarin tó heldur enn
meiri á speedaran, og byrj-
aði at koyra undan politin-
um.
Bilurin koyrdi við nógv-
ari ferð og løgreglubilurin
helt aftaná. Teir jagstraðu
bilin úr Vági, eftir gamla
sumbiarvegnum
uppum
Hestin, ígjøgnum bygt øki í
Sumba, ígjøgnum Sumbi-
arbegholið norðureftir aft-
ur, ígjøgnum Vágs bygd og
norður eftir vegnum ímóti
Tvøroyri.
Vakthavandi sigur, at bil-
urin koyrdi við sera høgari
ferð, eisini ígjøgnum bygt
økið, og at hann koyrdi sera
ótrygt. Løgreglumenninir
róptu tí á støðina, um at fáa
ein annan bil til hjálpar.
Ætlanin var at avbyrgja
vegin, fyri at steðga skila-
leysu koyringini.
Við Tjaldrarvík kom hin
bilurin til hjálpar, og still-
aði seg tvørturum vegin,
sum ætlað. Men avbyrging-
in miseydnaðist, og bilurin
helt leiðina fram við høgari
ferð norður eftir oynni.
Politiið stóð eftir
Nú vóru tveir løgreglubilar,
ið jagstraðu hann, ígjøgn-
um Trongisvág og til Hval-
biar.
Framvegis
koyrdi
maðurin við sera høgari og
óforsvarligari ferð, men
løgreglan vildi ikki pressa
unga mannin ov nógv, í so
fall, at hann misti tamar-
haldi á bilinum.
Á veg tvørturum Sandin í
Hvalba royndi annar av løg-
reglubilunum tó at renna á
bilin, ið koyrdi undan, í eini
roynd at fáa hendan at
steðga. Men tað gav bak-
slag.
– Okkara bilar eru so
smart gjørdir, at um teir
renna frontalt á, so steðgar
øll
bensininnspræning
beinanvegin. Hetta er fyri
at fyribyrgja eksplosiónum,
um bilarnir koma í ein sam-
anstoyt, greiðir vakthavandi
á Tvøroyri frá.
Henda smarta fyribyrg-
ingarskipan fungerar eftir
øllum at døma væl, tí tá
løgreglan gav hinum bilin-
um eitt skump, steðgaði øll
bensintilførðsla til motorin
beinanvegin, og løgreglu-
bilurin bleiv tí standandi á
vegnum um Sandin. Og
hann var ikki til at fáa í
gongd aftur.
Men jagstranin helt tó
fram, bilurin koyrdi fram-
vegis undan hinum løg-
reglubilinum, sum at enda
fekk fangað bilføraran úti á
keiini í Hvalba.
Kenningur
Talan var um ein 19 ára
gamlan mann, ið var ávirk-
aður av rúsdrekka. Vakt-
havandi sigur eisini, at
hóast unga aldurin, so er
ungi maðurin ein kenningur
hjá løgregluni.
– Blóðroynd varð tikin,
og tað er ógvuliga sannlíkt,
at hann fer at missa koyri-
kortið, staðfestir vakthav-
andi.
Hann sigur eisini, at tað
er sera óvanligt, at bilar
koyra undan politinum.
Men tað kemur fyri.
– Tað eru fleiri harrans ár
síðani, at nakar seinast
koyrdi undan okkum her í
Suðuroynni. Tað er sjáldan
at tað hendir. Men tað kann
føra til óbótaligan skaða, at
koyra undan á handan hátt,
serliga tá koyrt verður inni í
bygdum økið. Landsveg-
irnir her suðuri eru eisini
sera smalir, so tað er vanda-
mikið at pressa bilførarar
ov nógv í eini slíkari bil-
jagstran. Serliga tá teir eru
ungir, óvandir bilførarar
sum eisini eru ávirkaðir av
rúsdrekka, staðfestir vakt-
havandi.
Koyrilíkindini í Suður-
oynni vóru góð í gjár, með-
an biljagstranin fór fram,
og tíbetur vóru ikki serliga
nógvir bilar á vegnum.
Løgreglubilurin ið varð
standandi eftir á vegnum
um sandin, var avheintaður
dagin eftir.
Biljagstran í Suðuroynni
Mánadagin um middagsleitið var ein stór biljagstran í suðuroynni, tá ein bilur koyrdi undan
tveimum løgreglubilum. Úr Vági, til Sumbiar og heilt til Hvalbiar eltu teir bilin, sum koyrdi við
sera høgari ferð, áðrenn teir fangaðu hann á keiiini í Hvalba
Savnsmynd
Tryggingarfelagið
Trygd fer í komandi
ári at bjóða kundun-
um, sum hava størri
skip tryggjað, eina
nýggja tænastu. Talan
er um sýning av
skipum, sum fram-
yvir fer at verða púra
ókeypis
Tryggingarfelagið Trygd
fer í komandi ári at bjóða
kundum, sum hava tryggjað
skip síni har, at geva eina
ókeypis sertænastu.
Á Trygd vísa tey á, at øll
virðisgøgn mugu viðlíka-
haldast, fyri at fyribyrgja
skaðum. Soleiðis er eisini
við skipum.
– Tá skaðar henda, er
neyðugt at brúka tíð og
pengar til umvæling, sam-
stundis sum góðir dagar
kunnu fara fyri skeyti.
Hetta er til bága fyri bæði
reiðaran, sjómannin og
onnur við áhuga í skipin-
um, sigur Trygd í tíðinda-
skrivi.
Tí fara tey nú at bjóða
kundum, sum hava skip í
trygging, at nýta sýnsfólk
hjá Tryggingarfelagnum til
vegleiðing og upplýsing
um viðlíkahald av skipin-
um.
Tænastan fer at fevna um:
– Fyrireiking av skipin-
um til høvuðssýn ella klass-
ing
–
Gjøgnumgongd
av
kravdum sertifikatum
–
Gjøgnumgongd
av
maskinuni, meðan vanligt
viðlíkahald verður gjørt.
Metan um
viðlíkahaldsætlanir
Trygd leggur dent á, at
talan verður um eitt sam-
starv, har tryggingarfelagið
er
serfrøðingur
innan
skaðafyribyrging og reiðar-
an, sum best av øllum
kennir skip sítt.
Henda viðlíkahaldsætlan
fer væntandi at minka um
óvæntaðar eykaútreiðslur
av bráðneyðugum viðlíka-
haldi, eins og at fyribyrgja
skaðum.
eys
Rætting
Í greinini um bankadeildina hjá Føroya Banka á Flogvøllinum er tíverri ein villa
íkomin. Í greinini stendur nevniliga, at Ruborg Zachariassen eftir 39 ár á
bankadeildini á flogvøllinum er uppsøgd. Hetta er ikki rætt, tí tá flogvallardeildin
letur aftur, byrjar Ruborg Zachariassen at starvast á deildini í Sørvági. Hon hevur
sostatt ikki mist starvið, men verður bert flutt.
eys
Stungin við
knívi
Jóladag varð ein
maður stungin við
knívi, tá hann legði
ímillum eitt par, ið
var farið til hendurs
Fyri tey allar flestu man
jóladagur snúgva seg um
frið og gleði.
Men hjá einum pari í
Eysturoynni var støðan
øðrvísi. Tey fóru nevniliga
at skeldast so mikið illa, at
tað endaði við, at annað
teirra ringdi eftir hjálp.
Maðurin, sum ringt varð
til, var skjótur á staðið, har
hann var noyddur at leggja
uppí bardaga ímilum parið.
Tað var kanska betur
ógjørt, tí hann varð stungin
við einum knívi í síðuna.
Vakthavandi í Runavík vil
tó ikki upplýsa hvat slag av
knívi talan var um.
Maðurin varð beinanveg-
in førdur á skaðastovuna í
Havn, og varð síðani inn-
lagdur
til
eygleiðing.
Morgunin eftir varð hann
tó útskrivaður aftur, so
snuddurin var eftir øllum at
døma ikki so álvarsamur,
sum hann lættliga kundi
havt verið.
Ókeypis skipasýn
Ókeypis skipasýn verður eitt fast tilboð til allar skipaeigarar í
trygd í komandi ári
savnsmynd