Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 13. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 80 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 18 Kommunuvalið í Havn 2020 NÝVALDUR: Birgir Nielsen, Fólkaflokkurin, 192 atkvøður NÝVALD: Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin 440 atkvøður NÝVALD: Súna Mørk, Javnaðarflokkurin, 258 atkvøður NÝVALDUR: Kári Johansen, Javnaðarflokkurin 268 atkvøður NÝVALD: Bjørg Dam, Javnaðarflokkurin, 202 atkvøður SJEY ERU NÝVALD, FÝRA Atbara ein sessur varð fluttur mill­ um flokkar á bý­ráðs­val­i­num í Havn var nóg mik­ið til, at borg­ ar­stjórin og sam­ gong­an fullu H óast stórar flytingar av at­kvøð­ur á bý­ráðs­ val­i­num í Tórshavnar komm­unu týsdagin, so var úr­slitið av valinum bara tað, at Javn­að­arflokkurin tók ein sess frá Tjóðveldinum. Ikki tann stóra broytingin sum so, kundu vit sagt, men tó hev­ur júst hendan flytingin ta broyt­ing við sær, at Annika Ols­ en fellur sum borgarstjóri, og at Fólka­flokk­urin, Tjóðveldi og Fram­sókn, sum hava stjórnað býn­um seinastu fýra árini, verða sett utt­an fyri ávirkan næstu fýra ár­ini, tí Javnaðarflokkurin og Sam­bands­flokkurin hava gjørt sam­gonguavtalu, og tá hetta blað­ið er á gøtuni hevur nýggja bý­ráðið eisini staðfest av­ tal­una millum hesar báðar flokk­ar­nar. Tó so. Heðin Mortensen hev­ ur sagt alment, at tey er opin fyri at fáa aðrar flokkar við í sam­ starv­ið, um áhugi er fyri tí. Hvat tað merk­ir, vita vit ikki enn. Utt­ an tað, at alment er eingin settur utt­an­fyri. Í stuttum hendi tað, at and­ støð­an vann valið og valdið á Vagl­i­num. Heðin vann á fjórða sinni Stóri sigursharrin á bý­ráðs­val­i­ num í Havn gjørdist Javn­að­ar­ flokk­ur­in, sum gekk 4,7 pro­sent­ stig fram og fekk 43,9 prosent, sum er størsta undir nakar flokk­ur hevur havt í Tórshavnar komm­u­nu helst nakrantíð. Tað er 2,6 prosent meira, enn flokk­ ur­in hevði í 2012, tá flokkurin fekk reinan meiraluta eins­a­mall­ ur í Tórshavnar kommunu. Orsøkin til, at 43,9 prosent í dag gevur 6 býráðslimir, og at 41,3 pro­sent í 2012 gav 7 bý­ráðs­ lim­ir skal síggjast í út­rokn­ing­ar­ hátt­i­num og talinum av flokk­ um, sum fáa umboð vald í bý­r­áð­ið. Sosleiðis kunnu vit siga, at or­søkin til at Javnað­ar­flokk­ ur­in hesaferð ikki fekk reinan meir­i­luta einsamallur skal síggj­ ast í Framsókn. Hetta var annað val­ið í Havn, at Framsókn stillar upp. Í 2012 vóru fýra flokkar um­ boði í býráðnum, hesaferð vóru teir fimm. Tí góvu tey 43,9 pro­ sent­ini Javnaðarflokkinum »bara« 6 býráðslimir og ikki 7. Síðani Heðin Mortensen kom upp í Javnaðarflokkin í 2004 er flokk­ur­in vaksin munandi. Og und­ir hans­ara leiðslu hevur Javn­að­ar­flokk­ur­in vunn­ið stór­ sig­ur fýra ferðir. Á teimum seks valinum síðani ár 2000 hevur úrslitið hjá Javn­ að­ar­flokk­i­num verið verið: 2000: 15,3% 2004: 17,7% 2008: 32,1% 2012: 41,4% 2016: 39,2% 2020: 43,9% Tjóðveldi tapti mest Størsti taparin á býráðsvalinum í Havn hesaferð var Tjóðveldi. Flokk­urin fekk á valinum 20,5 pro­sent, sum er ein afturgongd upp á heili 7,3 prosentstig síðani síðsta val, táf lokkurin fekk 27,8 pro­sent. Tað gjørdi, at Tjóðveldi mist ein av sínum fýra bý­ráðs­ sess­um til Javnaðarflokkin. Tað hevur í nøkur ár verið ó­semja millum Javnaðarflokkin í Tórs­havnar býráð og Tjóðveldi. Hend­an ósemja var kanska mest í­mill­um Heðin Mortensen og Mar­in Katrinu Frýdal, sum ikki still­aði uppaftur hesaferð. Tann ó­semj­an førdi til, at Marin Katr­ ina Frýdal var koyrd úr sam­ gong­uni, sum var millum allar flokk­ar eftir býráðsvalið í 2012, og sum aftur førdi við sær, at Tjóð­veldi fór úr samgonguni. Tá hevði Javnðarflokkurin kortini meir­i­lut­an einsamallur, so tað fekk ikki nakrar »parl­a­men­tar­ isk­ar« avleiðingar. Men uttan iva lá tað stríðið aft­an­fyri, at Tjóðveldi ikki varð boð­ið við til samráðingar um at skipa samgongu valkvøldið í 2016. Tá gjørdu Javn­að­ar­flok­k­ur­ in, Fólkaflokkurin og Sam­bands­ flokk­ur­in avtalu um samgongu og býttu nevndarsessirnar. Sam­ ráð­ing­ar­nar fóru fram upp í Ítrótt­ar­høll­ini á Hálsi, har um­ boð­ini fyri Tjóðveldi og Fram­ sókn, sum ikki vóru boðin við, gingu og mólu millum sam­ráð­ ing­ar­fólk­ini. Og ta einu løtuna, tá Gunvør Balle fangar Anniku Olsen í gong­ini í Høllini á Hálsi sigur við hana, at »tit kunnu fáa borg­ar­ stjór­an«. Hetta hoyrdu fleiri fólk, eisini tíð­ind­a­fólk, sum vóru á staðnum. Men Ann­ika Olsen valdi kortini løtu seinni at skriva undir av­tal­ u­na við Javnaðarflokkin og Sam­ bands­flokk­in. Men dagin eftir høvdu Tjóð­ veldi, Framsókn og Fólk­a­flokk­ ur­in skipað nýggja samgongu utt­an um Javnaðarflokkin og Sam­bands­flokkin. Tjóðveldisflokkurin var tá dup­ult so stórur sum Fólk­a­ flokk­uri­n. Tjóðveldi hevði fýra, og Fólk­a­flokkurin hevði tveir sess­ir í Tórsahavnar býráð. At lata borgarstjórasessin frá sær er at frásiga sær stórt pol­it­ iskt vald. Og at fáa borg­ar­stjór­a­ sess­in, tá tú ert í einum lítlum flokki, er ein fantastiskur møg­u­ leiki at fáa vald og harvið um at veksa um flokkin. Ein orsøk til, at Tjóðveldi gekk so nógv aftur kann vera, at velj­ ar­ar­nir eru misnøgdir við, at Tjóð­veldi gav Fólkaflokkinum so stórt vald í Havn – og kanska tað, at velj­ar­ar­nir eru misnøgdir við førda pol­i­tikkin. Í øllum førum kann staðfestast. at Tjóðveldi misti 7,3 prosentstig av velj­ar­u­ num frá seinasta vali. Úrslitið hjá Tjóðveldi í Havn hes­a­ferð er tað slakasta úrsltið flokk­ur­in hevur havt í hesi øldini. Á teimum seks valinum síðani ár 2000 hevur úrslitið hjá Tjóð­ veldi verið: Tórshavnar kommuna Kommunuval 10. november 2020 00:03:18 Flokkur Atkvøður 2020 % Vald Atkvøður 2016 % Vald Munur % Munur vald Munur í atkv A. Fólkaflokkurin 1704 12,9 2 1.659 13,7 2 -0,8 0 45 B. Sambandsflokkurin 1554 11,8 1 1.209 9,9 1 1,9 0 345 C. Javnaðarflokkurin 5776 43,9 6 4.764 39,2 5 4,7 1 1.012 D. Sjálvstýri 96 0,7 0 0 96 E. Tjóðveldi 2698 20,5 3 3.378 27,8 4 -7,3 -1 -680 F. Framsókn 1266 9,6 1 1.094 9 1 0,6 0 172 L. Borgaralistin 70 0,5 0 0 70 Tilsamans 13164 12104 Talvan vísir valúrslitið í Tórshavnar kommunu 10. november 2020 samanborið við valúrslitið í 2016 16