hósdagur 12. november 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 13. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 80
19
Kommunuvalið í Havn 2020
FULLU OG TRÝ FÓRU
2000: 24,0%
2004: 27,9%
2008: 26,1%
2012: 22,5%
2016: 27,8%
2020: 20,5%
Borgarstjóra-effektin
gjørdi ongan mun
Fólkaflokkurin var hin taparin á
býráðsvalinum í Havn týsdagin.
Hóast afturgongdin »bara« var
0,8 prosentstig, so skal hetta
haldast saman við, at flokkurin
hevur havt borgarstjóran sein
astu fýra árini, og tí kundi vænt
ast, at borgarstjóra-effektin fór
at geva flokkinum atkvøður.
Annika Olsen fekk á valinum
í 2016 332 persónligar atkvøður. Á
valinum týsdagin fekk hon 586.
Tað merkir, at borgarstjóraeff
ektin hjá henni var 1,8 – at hon
næstan tvífaldaði sítt persónliga
atkvøðutal. Men tað hjálpir so
lítið fyri flokkin, tá flokkurin
samlað gongur aftur eitt lítið
prosentstig.
Verri gekst hjá hinum býráðs
liminum hjá Fólkaflokkinum,
Boga Andreasenn. Hann fekk á
valinum í 2016 303 persónligar
atkvøður og gjørist nummar
tvey á listanum hjá Fólkaflokki
num. Hesaferð fekk hann einans
helmingin, 157 atkvøður, sum gav
honum eitt fjórða pláss aftan
fyri Birgir Nielsen, sum varð
valdur við 192 atkvøðum, og
Kristian Martin Skála, sum fekk
185 atkvøður.
Skuldi tað hent, at Annika Ol
sen fer at leggja býuráðssessin
frá sær, tá hon tekur sæti á Løg
tingi eftir nýggjár, so verður hin
býráðslimurin hjá Fólkaflokki
num Kristian Marti Skála.
Sambandsflokkurin fekk
fyrstu framgongd í 24 ár
Saman við Javnaðarflokkinum
hevur Sambandsflokkurin verið
andstøðuflokkurin seinastu fýra
árini – og tí vóru tað helst fleiri,
sum høvdu roknað við, at Javn
aðarflokkurin og Sambands
flokkurin fóru at kasta saman
eftir valið, sum eisini er hent.
Sambandsflokkurin hevur
havt tað tungt, síðani Heðin
Mortensen fór úr flokkinum í
2004. Frá at hava verið ein veikur
flokkurin í Tórshavnar býráð, so
vaks flokkurin við Listbeth L.
Petersen í áttati og nítiárunum
til ein stóran flokk, sum lá um
tey 25 prosentini, og fleiri ferðir
hevði flokkurin fýra býráðslimir.
Men síðani 2008 hevur Annfinn
Brekkstein verið einasti býráðs
limurin. Fyri fyrstu ferð í hesi
øldini hevði flokkurin nú fram
gongd, tó at hon bert var 1,9 pro
sentstig og ikki nóg mikið til ein
býráðslim afturat. Enn vantar
flokkinum nakrar atkvøður aft
urat í at fáa seinna býráðslimin.
Við nýggju samgonguavtaluni
við Javnaðarflokkin hevur Sam
bandsflokkurin fingið varaborg
arstjóran.
Á teimum seks valinum
síðani ár 2000 hevur úrslitið hjá
Sambandsflokkinum verið:
2000: 25,0%
2004: 18,0%
2008: 11,2%
2012: 10,2%
2016: 9,9%
2020: 11,8%
Framsókn fastatøkur
á býráðssessinum
Framsókn vann sær fyrstu ferð
inn um býráðsgátt í Havn á bý
ráðsvalinum í 2016. Flokkurin
stillaði eisini upp í 2012, men tá
gekk tað ikki. Á valinum í 2016
var Bergunn Kass vald í býráðið
við 188 persónligum atkvøðum.
Hesaferð stillaði Framsókn upp
við sterkastu manning, tí bæði
tingfólkini hjá flokkinum still
aðu upp, Ruth Vang og Bjarni
Kárason Pertersen. Úrslitið var,
at forkvinnan í Framsókn, Ruth
Vang varð vald við 246 persónlig
um atkvøðu. Súsanna Olsen er á
øðrum plássi við 171 atkøvður,
hin tingmaðurin Bjarni Kárason
Petersen er á tríðja plássi við 149
atkvøður, meðan fyrrverandi bý
ráðslimurin Bergunn Kass end
aði á fjórða plássi við 144 persón
ligum atkvøðum.
Tað kann tykjast løgið, at øll
tingmanningin stillar upp til eitt
býráðsval. Men hinvegin verður
ein lítil flokkurin sum Framsókn
sjálvandi noyddur at stilla upp
við sterkastu manning, um hann
skal megna at vinna um býráðs
gáttina í Havn. Hesaferð kravd
ust 854 atkvøður fyri at vinna
ein sess, tað svarar til 6,5 prosent.
Á teimum trimum valinum
síðani ár 2012, tá Framsókn
fyrstu ferð stillað upp, hevur
úrslitið hjá flokkinum verið:
2012: 5,9%
2016: 9,0%
2020: 9,6%
2020
munur
2016
munur
2012
munur
2008
munur
2004
munur
2000
A Fólkaflokkurin
12,9
-0,8
13,7
-2,1
15,8
-6,2
22
-6,1
28,1
2,7
25,4
B Sambandsflokkurin
11,8
1,9
9,9
-0,3
10,2
-1
11,2
-6,8
18
-7
25
C Javnaðarflokkurin
43,9
4,7
39,2
-2,1
41,3
9,2
32,1
14,4
17,7
2,4
15,3
D Sjálvstýri
0,7
1,9
-3,4
5,3
1,9
3,4
-1,7
5,1
E Tjóðveldi
20,5
-7,3
27,8
5,3
22,5
-3,6
26,1
-1,8
27,9
3,9
24
F Framsókn
9,6
0,6
9
3,1
5,9
STILLAÐI IKKI UPPAFTUR: Halla
Samuelsen hevur sitið í býráðnum
fyri Javnaðarflokkin síðani 2008.
STILLAÐI IKKI UPPAFTUR:
Bjørghild Djurhuus hevur sitið í
býráðnum fyri Javnaðarflokkin
síðani 2012
STILLAÐI IKKI UPPAFTUR:
Marin Katrin Frýdal hevur sitið
í býráðnum fyri Tjóðveldi síðani
2004
NÝVALD: Ruth Vang, Framsókn,
246 atkvøður
Elsa Berg, Tjóðveldi, 520 atkvøður
FALLIN: Bogi Andreasen,
Fólkaflokkurin 157 atkvøður
FALLIN: Helena Dam á Neystabø,
Javnaðarflokkurin 165 atkvøður
FALLIN: Turið Horn, Tjóðveldi, 245
atkvøður
Hendan talvan vísir valúrslitini
hjá flokkunum í Havn á øllum
byráðsvalum síðani 2000
17