Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 80 18 ÁRNI GREGERSEN T ær tríggjar granna­ kom­mun­ur­nar í Eystur­oynni: Fugla­ fjarð­ar kom­muna, Eyst­ur kommuna og Rúnavíkar kommuna skulu til­samans hava tveit nýggjar borgar­stjórar, meðani Torbjørn Jacob­sen heldur fram sum borgar­stjóri í Runavík. Síðani Eystur kommuna sá dagsins ljós, hevur Jóhan Christian­sen verið borgarstjóri, men hann boðaði frá undan vali­num, at hann leggur frá sær, tá ið hetta valskeiðið endar á nýggjárinum. Tað hevur sjálvandi við sær, at kommunan skal hava nýggjan borgar­stjóra. Undan valinum var ein borgaralisti gjørdur, sum meira ella minni var ein samanrenning av valevnum, sum annars høvdu stillað upp fyri Tjóðveldi ella Fólka­flokkin. Listin vann ein knúsandi sigur og fekk meira enn 62 pro­ sent av øllum atkvøðunum og seks sessir í býráðnum av níggju. Javnaðarlistin fekk ein sess og Áfram fekk tveir sessir. Fyribils er semja um, at Per Martin Gregersen, sum fekk flestar atkvøður, verður nýggjur borgar­stjóri í Eystur kommunu. Hann fekk 122 persónligar at­ kvøð­ur. Nýggi borgarstjórin er 30 ár og starvast sum fiskasølumaður á Vaðhorn á Strondum. Per Mart­in Gregersen er giftur og eig­ur tvey børn. Tað er eisini avtalað, at Magn­ us Skoralíð verður vara­borgar­ stjóri. Hann fekk 118 atkvøður, eisini á borgaralistanum. Samráðingar hava verið um nevndarbýti, men tað er ikki alt endaliga liðugt enn. Bæntandi verður býráðsfundur fyrst í næstu viku, har nýggja býráðið fer at skipa seg. Fuglafjørður Í Fuglafirði lagaði valið seg so­ leiðis, at teir tríggir listarnir, sum stillaðu upp, fingu hvør sínar tríggjar sessir í kom­munu­ stýrinum. Nú er samgonga skipað mill­ um lista B og Lista F, meðan listdi A sigur í andstøðu. Listi A er listin hjá sitandi borgar­stjóra, Sonna í Horni. Dávur Juul er til skips, men kem­ur aftur í komandi viku. Hann fekk flestar persónligar at­kvøður í Fuglafirði, 78, og tað er hann, sum fer at taka við sum borgar­stjóri. Eyðun á Lakjuni, sum er valdur á Lista B, verður vara­ borgar­stjóri.. Í bygdaráðnum í Fuglafirði situr Edva Jacobsen. Hon er eisini tingkvinna fyri Sam­ bands­flokkin. Í Fuglafirði er nýggjur skúli um at vera liðugur og ein verk­ ætlan við íbúðum úti á Land, er ávegis. Fuglafjørður hevur eina stóra havn, har nógv tons av fiski fara um bryggjukantin hvørt einasta ár. Runavík Runavík er tann einasta av hes­ um trimum kommununum, sum ikki fær nýggjan borgarstjóri. Torbjørn Jacobsen, borgar­ stjóri, var afturvalduir við 451 per­sónligum atkvøðum og listin hann er valdur á, fekk sjey av 11 sessum. Listin fekk góð 60 pro­ sent av atkvøðunum. Í skrivandi stund er ikki av­tala hvussu býráðið fer at skipa seg, men alt bendir á, at Torbjørn Jacobsen heldur fram sum borgarstjóri, meðan tað verður Kaja Joensen, sum verður varaborgarstjóri. Hon fekk næstflestar atkvøður á vali­num týsdagin. Í Runavíkar kommunu hevur tað verið soleiðis, at listarnir verða gjørdir við útgangstøði í bygd­unum. Størsti listin er í Runavík, men so er ein á Skála og ein í Søldarfirði og Skipanesi. Hesir báðir listarnir fingu hvør sín sess í býráðnum, men ein nýggjur listi, sum hevði fólk úr allari kommununi á, fekk tveir sessir. EYSTUR KOMMUNA: Nr. Listi Navn Atkvøður 1 V Per Martin Gregersen 122 2 V Magnus Skoralíð 118 3 V Petur Súni Jacobsen 105 4 Á Hanna Jensen 101 5 V Katrin Kjartansdóttir 90 6 V Marjun Andreasardóttir 88 7 V Hjalti Dalheim 79 8 Á Rúni Justinussen 78 9 C Marita Klein Joensen 54 FUGLAFJARÐAR KOMMUNA: Nr. Listi Navn Atkvøður 1 F Dávur Juul 78 2 B Eyðun á Lakjuni 71 3 Á Sonni á Horni 69 4 F David Andreasen 67 5 B Magni H. Jøkladal 56 6 Á Ólavur Larsen 52 7 Á Gudny Vang 50 8 B Edva Jacobsen 49 9 F Eivin Sigurð Breiðaskarð 49 RUNAVÍKAR KOMMUNA: Nr. Listi Navn Atkvøður 1 A Torbjørn Jacobsen 461 2 A Kaja Joensen 132 3 D Pauli Poulsen 129 4 A Tóri Højgaard 123 5 A Sonni Lamhauge Petersen 118 6 A Terje Beinar Vestergaard 104 7 D Jonhard Danielsen 102 8 A Sæunn Ólavsdóttir Hansen 97 9 A Elin Klein Joensen 87 10 C Jonnhild Reynholdsdóttir 81 11 B Petur Hansen 64 Borgarstjórarnir klárir í granna­ kommununum Í teimum trimum kommununum – Fuglafjarðar, Eystur og Runavík eru allir borgarstjórarnir útpeikaðir Per Martin Gregeersen er nýggjur borgarstjóri í Eystur kommunu Jóhan Christiansen legði frá sær eftir 12 ár, sum borgarstjóri Torbjørn Jacobsen heldur fram sum borgarstjóri í Runavík