hósdagur 12. november 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 80
20
EYÐUN KLAKSTEIN
Í
november mánaði í 1988
flutti danski presturin
Steen Skovsgaard saman
við konuni og teirra fýra
børnum, tað elsta var 11 ár, til
Klaksvíkar at búgva og virka.
– Vit vóru øll spent at sleppa
til Føroya, men vit skuldu líka
venja okkum við tær nýggju
umstøðurnar. Eg haldi, at konan
sat tríggjar dagar frammanfyri
vindeygað og hugt út, har tað var
myrkt og vátt dag eftir dag. Hon
spurdi meg, hvat vit gjørdu her.
Tá ið mín arbeiðsuppgáva var
liðug, mátti eg yvirtala hana til
at flyta úr Føroyum aftur, sigur
Steen Skovsgaard.
Síðani hann varð útbúgvin
prestur í 1979, hevur Steen
Skovsgaard virkað í donsku
fólkakirkjuni mest sum uttan
íhald fram til september mánað
í ár, tá ið hann lat seg pensjónera
68 ára gamal. Fyrstu nógvu árini
var hann prestur í Gellerup
kirkjuni í Aarhus-forstaðnum
Brabrand, sum varð heim hjá
manninum, sum er ættaður
av Fjóni. Í 2005 varð hann
biskupur á Lolland-Falster og
røkti starvið fram til 2017. Hann
hevur eisini havt mong onnur
álitsstørv innan danskt kirkju-
og samfelagslív.
Frá november í 1988 til juni
1989 var hann fyribilssettur
prestur í Klaksvík, tá ið Henning
Bøgesvang var burturstaddur
eitt tíðarskeið.
Nú um dagarnar gav Steen
Skovsgaard út nýggja andakts
bók, har hann eitt nú brúkar
upplivingar í Føroyum í onkrum
av sínum tekstum. Bókin kallast
»Giv mig en tanke« og inniheldur
208 stuttar andaktir.
Fluttu til Føroya
Tað var í september mánaði í
1988, at Steen Skovsgaard datt
um eina lýsing eftir avloys
arapresti til Norðoya vestara
prestagjald.
– Vit høvdu verið 10 ár í
Gellerup, og hóast vit trivust sera
væl og høvdu tað gott har, hevði
eg hug at royna okkurt nýtt, tó
uttan at rýma heilt úr starvinum
í Gellerup. Tíðaravmarkaða
starvið í Klaksvík var júst ein
slíkur møguleiki. Okkum dámdi
væl at ferðast í norðurlondum,
og konan var eisini hugað at
fara til Føroya. Eg hevði hoyrt
Anniku Hoydal syngja um »mit
ville våde land«, men tá kendu
vit lítið og einki til Føroyar, og
fyri okkum kendist Føroyar vera
sum eitt fremmant ævintýrland.
– Eg sendi umsókn til Klaks
víkar, og á mínum føðingar
degi tann 30. september ringdi
telefonin. Tað var Fróði Lassen,
sum sat í kirkjuráðnum í Klaks
vík. Hann segði bara stutt og
greitt: »vit hava valt teg, nær
kanst tú koma?«. Har var eing
in setanarsamrøða ella nakað,
eg fekk bara boð um, at eg kundi
fáa starvið. Fyri meg kendist tað
sum ein ordans føðingardags
gáva at fáa, og eg tók av.
Síðan gekk tað skjótt fyri seg.
Familjan riggaði av í Gellerup,
pakkaði ein konteynara, og ein
góðan mánaða seinni vóru tey
komin til Klaksvíkar, har tey
skuldu etablera seg sum familja
av nýggjum.
– Føroyar vóru bergtakandi.
Jú, tað var sera myrkt, ofta vátt
og ilsligt, men vit vandu okkum
við tað og komu at trívast sera
væl. Vit høvdu góðar grannar,
komu at kenna nógv fólk og upp
livdu ein frið og eina hita, sum
vit ikki høvdu kent áður. Tað var
nakað heilt annað at vera prestur
í Norðoyggjum, enn tað var í
einum stórbýi í Danmark. Tá ið
eg fyrstu ferð fór við Barsskor
til Mikladals í prestaørindum,
varð eg væl móttikin: »Vælkomin
til Mikladals í Jesu navni«. Tað
var ein móttøka, sum eg ikki var
vanur við at fáa í Danmark, sigur
Steen Skovsgaard.
Upplivingar
Steen Skovsgaard hevur fram
vegis fleiri kenningar frá tíðini
í Føroyum, og hann hevur øll
árini síðani havt vinarlag við
Jógvan Fríðriksson, bisp.
– Jógvan var prestur á Viðar
eiði tá, og hann var fyrsti prest
ur, eg hitti í Føroyum. Vit vóru
starvsfelagar og fingu við tíðini
eitt vinalag, sum framvegis
heldur. Eg havi havt stórar upp
livingar saman við Jógvani og
konuni. Vit vóru eitt nú í Fugloy
og vitjaðu og máttu rógva í ára
báti út til Másan, tá ið vit skuldu
av oynni aftur.
– Eg upplivdi føroyingar sera
gestablíðar og vinarligar og
fekk nógvar góðar upplivingar
saman við føroyingum, bæði á
landi og sjógvi. Eg var eisini við
í grindadrápi í Hvannasundi. Tá
ið drápið var av, stóð eg á fleiri
listum, bæði tí eg hevði luttikið
í drápinum og skuldi hava
heimapart, og tað var líkavið, at
eg skuldi hava ein hálvan hval.
Suðuroyingurin Arnfinnur
hjálpti mær at skera upp, men eg
segði við hann, at eg skuldi bara
hava eitt kók og so kundi hann
taka restina. Hann var glaður
við og keypti sær eina nýggja
frystiboks.
Familjan hevði tað gott í Før
oyum, og gerandisdagurin var
øðrvísi, enn hann var í Danmark.
– Konan var heimagangandi,
og eg var eisini nógv heima.
Vit komu tættari upp á hvønn
annan sum familja, og tað var
gott fyri okkum. Tá ið vit skuldu
fara avstað aftur, var tað trupult
fyri konuna og børnini, tí tey
høvdu tað so gott í Føroyum.
Starvið sum prestur í Fuglafirði
var leyst, og fleiri bóðu meg
søkja, men eg var eisini glaður
fyri Gellerup og arbeiði har, so
vit valdu at fara avstað aftur,
sigur Steen Skovsgaard.
– Vit vóru jú ikki føroyingar,
vir vóru framvegis frammand
í Føroyum, hóast vit høvdu
tað gott. Tá ið nøkur ungfólk
sparkaðu eftir bilinum hjá
okkum í Havn, tí hann hevði
danskar nummarplátur, kundu
vit staðfesta, at tað er munur á
at vera innføddur føroyingur og
danskari í Føroyum.
– Jákup Reinert Hansen
lærdi meg føroyska orðatakið
»gløgt er gestsins eygað«, og tað
er framúr, tí tað er ein positivur
vinkul upp á fremmandafólk. Eg
tók orðatakið við mær heim til
Gellerup, har nógvir tilflytarar
búgva, og eg royndi hugsa, at
tey fremmandu kundu síggja
nakað har, sum eg ikki sá, sigur
Steen Skovsgaard, sum hevur
virkað fyri styrkja sambandið
millum tilflytarar og danskarar
– millum kristindóm og islam.
– Í Føroyum upplivdu vit ein
frið og eina hita, sum vit ikki
høvdu kent áður, sigur Steen
Skovsgaard, sum eitt skifti virkaði
sum prestur í Klaksvík. Nú hevur
hann givið nýggja bók út, har
hann brúkar onkrar søgur úr
Føroyum í sínum hugleiðingum
– millum annað eina heilt serliga
jólagudstænastu í Haraldssundi
Hendan myndin av konfirmantum í Christianskirkjuni í Klaksvík hongur
á vegginum í verkstaðnum hjá Steen Skovsgaard í Brabrand
VIT UPPLIVDU
VIT UPPLIVDU
SERLIGAN
SERLIGAN FRIÐ OG
FRIÐ OG
HITA Í FØROYUM
HITA Í FØROYUM