Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 80 21 Søgur úr Føroyum Í nýggju bók sínari brúkar Steen Skovs­gaard onkrar upplivingar í Føroyum í sínum andaktum. Eitt nú skrivar hann um eina heilt serliga jólagudstænastu jóla­dag í 1988: »Jóladag skuldi eg halda guds­ tænastu í Haraldssundi, har eingin kirkja her. Í staðin skuldi gudstænastan haldast í einari skúlastovu. Tá ið eg kom inn í stovuna, hugsaði eg, »Á, nei, tað ikki vera rætt, at vit skulu hava gudstænastu her«. Tað lukt­ aði av gomlum matpakkum og súrum talvulappa. Prædika­stól­ urin var ein gamal røðara­pall­ur, og altartalvan var ein jóla­maður, sum var teknaður á skúlatalvuna, og har stóð »Gleði­lig jól«. Eg kendi meg púra mal­ plaseraðan í mínum presta­kjóla. Men so byrjaðu fólk at koma, ein fyri og annar eftir. Tey bukaðu kavan av skónum, komu inn og settu seg friðarliga á beinkirnar. Stór og smá, ung og gomul. At enda var stovan full av glaðum og spentum fólki. Tá ið tey byrj­ aðu at syngja – uttan orgul sjálv­ andi – hoyrdu vit tað jú. Vit vóru í fjósinum í Betlehem. Vit upp­ livdu jólagleðina í einføldum um­støðum.« Ein onnur andakt byggir á søgu, sum Jens Pauli Joensen – vanliga nevndur Boy – fortaldi fyri Steen Skovsgaard. – Boy fortaldi mær eitt kvøld, hann var og vitjaði, hvussu hann sum ungur maður hevði leitað eftir einum lambi, sum varð blivið burtur. Lambið var dottið oman á ein hamara, har tað var høgt út av. Tá ið teir komu fram á lambið, skuldi Boy fara niður við línu at bjarga tí. Tað var ikki vanda­leyst, men lambið skuldi hjálpast. Tá ið hann kom niður ímóti hamaranum og royndi at spekja lambið, leyp tað útav, og Boy segði mær við tárum í eygum, at lambið fór niður fyri og doyði. Tað var ein søga, sum gjørdi inntrykk á meg og sum leiddi meg til søguna um Hirðan. Jesus gekk jú eisini millum seyðamenn og hoyrdi slík­ar søgur, sum hann brúkti í sín­um líknilsum. »Giv mig en tanke« er andakts­ bók við stuttum tekstum, sum hava verið prentaðir í Kristeligt Dag­blad, har Steen Skovsgaard eitt skifti skrivaði eina andakt til hvørja útgávu. – Eg hevði frítt at skriva um tað, sum eg hevði hug, so eg gjørdi mær sjálvum nakrar smáar reglur at halda. Eg skuldi minnast til tað sentrala í boð­skapinum, Jesus skuldi nevnast í hvørjari andakt, og so valdi eg at brúka fleiri av ST-døgunum sum grundarlag fyri andakt­um. Mánadagar brúkti eg prædi­ku­na frá sunnnudegnum framman­undan til andaktina, sigur Steen Skovs­gaard. – Tá ið eg fór í holt við at skriva andaktirnar, fór eg at leita eftir mínum gomlu prædikum fyri at vita, um har var okkurt, sum eg kundi brúka. Tá tók eg eisini prædikurnar, sum eg hevði hild­ið í Føroyum, fram. Haðani brúkti eg so okkurt til mínar andakt­ir. Tær smáu søgurnar frá mín­um uppvøkstri og arbeiði rigga væl at brúka í einari andakt, tí tær verða lættari og meira viðkomandi. Kaj Munk segði, at ringasta synd, tú kundi fremja var at gera kristindómin keði­ligan, tí evangeliið er alt annað enn keðiligt. –  Orðið »andakt« kemur av týska orðinum »andenken«, at hugsa, og endamálið við hesum andaktum eru at fáa lesaran á steðga á eina løtu, hugsa, verða upp­muntraður ella avbjóðaður, fáa fatur í hjartað og fáa mót upp á dagin. Eg vóni, at tað hevur lukkast, sigur Steen Skovsgaard. Koronatíðin 2020 hevur verið árið hjá koronu­smittuni. Allur heimurin hevur verið merktur av smittuni og ávirkaður av tiltøkum, sum eru sett í verk fyri at tálma út­ breiðsluni. Fólk eru biðin um at vera minni sosial, halda seg meira fyri seg sjálvi, og nógv hava livað í isolatión og hava stúrt. –  Tað er vandi fyri, at vit missa móti, verða mótleys og de­pri­merað av støðuna, men vit kunnu eisini venda tí til nakað gott. – Tá ið Ellen Lissner, presta­ frúa og rithøvundur, fylti 100, skriv­aði hon eina kronikk í Kristel­igt Dagblad. Hon greiddi frá, hvussu tað var at verða gomul. Hon misti førleikar, sá illa og fekk ikki gingið, men hon hevði funnið uppá eitt troystar­spæl. Hon sá ikki, men hon hoyrdi. Hon fekk ikki gingið, men hon fekk brúkt fingrarnar. Hvørja­ferð, hon kendi seg kedda av onkrum, sum hon ikki longur megnaði, minti hon seg á at vera glað fyri tað, sum hon framvegis kundi, og at takka fyri tað. – Hetta troystarspælið kunnu vit eisini brúka í sambandi við koro­nu. Í staðin fyri at hugsa um alt tað, sum vit ikki kunnu, kunnu vit í staðin fegnast um tað, sum vit framvegis kunnu. Eg kann ikki síggja míni børn og abba­børn eins ofta, sum eg vildi, og tað ber ikki til at ferðast ella verða nógv í selskapi, men vit kunnu gera okkurt annað. Vit hava verið við Vesterhavet, eg fái arbeitt á mínum verkstaði, urta­garðin kunnu vit passa, vit kunnu ganga túrar, skriva og hugna okkum. Vit skulu royna at fegnast um tað góða og takka fyri tað. Heldur enn at verða mót­leys, skuldu vit royna at venda umstøðunum til nakað pos­tivt. Vit skulu rætta okkum upp og ikki ganga við boygdum høvdi, sigur Steen Skovsgaard. Tá ið eg fyrstu ferð fór við Barsskor til Mikladals í prestaørindum, varð eg væl móttikin: »Vælkomin til Mikladals í Jesu navni«. Tað var ein móttøka, sum eg ikki var vanur við at fáa í Danmark, sigur Steen Skovsgaard