hósdagur 12. november 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 80
22
V
ið sínum eyðkenda
havnarmáli og vittig
heitum var hann í
stóran mun ímyndin
av tí “perfekta” Havnar
manninum. Hann kallaði seg
aldrin listamann og hataði alt
snobbarí. Hann plagdi at siga,
at tann dagin, at Kondittaríið og
kioskin hjá Astu á Vaglinum eru
vekk, er onki eftir av Havnini -
uttan hann og Bigge, sjálvandi.
Eg tosi um pápa mín, Rasmus
Rasmussen, eisini nevndur
Rasmus Klipp, sum andaðist
náttina til 1. februar 2020, 75
ára gamal.
At vera veruliga ríkur
Babba var framum alt eitt
sosialt, kærleiksfult og kreativt
menniskja. Flestu fólk elskaðu
babba og flentu við tárum, tá
ið hann fortaldi søgur, og ofta
varð smurt eitt sindur tjúkt
uppá. Men so leingi søgan var
stuttlig - og ikki á nakran hátt
særandi – mundi tað ikki bilað
nakað.
Eg síggi hann fyri mær í
puntutari skjúrtu og vesti við
nógvum lummum uttanfyri
stovuvindeygað á Mammulág
1, har hann plagdi at sita við
einari Prince í hondini og einum
koppi av “ganska almindeligum
kaffe” - sum hann plagdi at siga
í hesum cafe latté tíðum. Hann
eygleiddi javnan havan við
tulipanum, páskaliljum, hvítu
sunnuliljum, hjálpirótum og
øðrum plantugróðri.
Babba elskaði lívið og tað
estetiska. Hann sá vakurleika í
nærum øllum. Hann kallaði seg
ríkasta mann í heiminum. Lítli
Rasmus, sonur systir mína, Mai
britt, spurdi:
“Abbi, passer det, at du er
verdens rigeste mand”
“Ja”, svaraði abbin og setti
lítla drongin á lærið:
“Jeg har tre dejlige børn, og
nogle fantastiske børnebørn.
Og så har jeg en smuk og dejlig
kvinde i mit liv, Maria. Så har
jeg nogle rigtig gode venner – og
en pragtfuld have med masser
af liv og farver. Dét er rigdom!”.
Leygarmorgnar á
Konditarínum
Sum smádrongur elskaði eg
leygarmorgnar. Eg plagdi at
liggja og bíða í songini, til eg
hoyrdi babba fara upp og gera
seg kláran til morgunkaffi niðri
á Konditarínum. Eg hoppaði
upp úr songini, so eg náddi
at sleppa við honum, meðan
mamman framhaldandi svav.
Á Kondittarínum plagdi hann
altíð at keypa sær morgun
drekka. Tað var ein koppur av
kaffi við tveimum sukurmolum
og eitt franskbreyðstykki
við osti. Har sótu so allir
“kanútarnir” – Ingi Mohr, sáli,
Birgar Johannesen, Hjørleif
Kúrberg, sáli, Hanneboy,
Bjarni Clementsen og aðrir
Havnarmenn við stóra H.
Teir fortaldu røvarasøgur og
reypaðu:
“Hey tú, Hjørleif. Pínadoyð,
myndir av gomlum havnar
monnum á hundraðkrónu-
seðlunum. Sporlið!”, og so flentu
teir í kíki.
“Ingi, veitst tú, hvussu
kopartráðurin bleiv uppfunnin?
Tveir Lava-menn hálaðust
um eitt 25 oyra”, og so lá alt í
skellilátri.
Mitt í rokanum sat eg við
mínum krúlluta, reyðbrúna
hári og drakk mítt tríkantaða
appilsin-sunkist. Menninir
virkaðu mær rættiliga gamlir
tá, men teir hava nokk ikki
verið so øgiliga nógv eldri enn
nøkur fjøruti. Sjálvur eri eg 37
ár í dag. Teir flentu og argaðu
hvønn annan. Kenningar, sum
komu á gátt, fingu ofta eitt prik
á vegnum yvir til diskin, har
elegantu kvinnurnar í hvítari
skjúrtu og svørtum kjóla tóku
ímóti ordrum. Tað var ein
fantastiskur stemningur at
koma inn á Kondittaríið. Ein
serligur Havnar-stemningur.
Tað var veruliga hjartað í Havn
ini. Ein perla, sum skuldi verðið
friðað. Seinnapartar eftir inn
keyp fóru vit ofta oman aftur
á Kondittaríið. Tá plagdi ein
dampkókað pylsa og ein Hawaii
Dream frá Restorff’s at standa
á skránni.
Jólakalendarin í
Barnaløtuni
Ikki sørt var mann stoltur,
tá ið “kongurin” i egen højde,
Zacharias Hammer, sáli, og
Barnaløtan komu á gátt í ar
beiðsrúminum hjá babba niðri
í kjallaranum. Vit kallaðu tað
Klippirúmið, har babba plagdi
at sita og klippa sínar eyð
kendu pappírsklipp. Babba
var biðin um at gera nýggja
jólakalendaran til Barna
løtuna í sjónvarpinum. Í tí
sambandinum skuldi Barna
løtan takast upp í húsunum
hjá okkum. Pávastoltur slapp
eg at standa við síðurnar av
babba í skarpa ljósinum frá
upptøkutólinum, meðan eg eyg
leiddi stóru og sterku hendurnar
halda í einum lutfalsliga
lítlum saksi, sum klipti smáar
jólanissur, glerpípur og smá
sprossa-vindeygu. Nissurnar
spældu upp á trompet í einari
kavaklæddari nissubygd við
nógvum nissubørnum og pakk
um. Gamli Bókhandil í Havn var
sjálvandi eisini flættaður inn í
myndina. Hvat hevði hann ikki
eitt fantastiska, lætt og litríkt
hugflog og so mótsetningurin
í, at hesin so lívligi og stundum
rastleysi maðurin kundi sita so
friðarliga og konsentrera seg um
hvønn tann einasta lítla smálut
í einum klippi, var hugtakandi.
Fyri ein ein smádrong var tað
stórt, at tað var júst pápi mín,
sum hevði gjørt jólakalendaran,
sum var at síggja á skíggjanum
hvørt kvøld í jólamánaðinum.
Ein góður vegleiðari
frá lívsins skúla
Eftir
hjúnaskilnaðin
hjá
foreldrum mínum í 1993 flutti
eg niðan til pápa mín at búgva
á sumri 1998. Vit gjørdist sera
tættir. Hóast mann nokk altíð
hevur sínar kampar við foreldr
ini sum tannáringur, var babba
altíð har fyri meg. Vit kundu
tosa saman um næstan alt.
Tá ið tað kom til forelskilsi,
plagdi hann at siga: “Torkil, um
tú skalt hava fatur í einum konu
fólki, er tað líkasum at fiska síl.
Tú kanst ikki rykkja línuna, tí
so slitnar hon. Tú mást spaku
liga lora og draga inn, til tú so til
síðst hevur fingið sílið upp úr
vatninum”, og tað er nakað um
tað. Soleiðis fekk eg Herborg
upp á krókin, og í dag eiga vit
trý praktfull børn saman, sum
babba, saman við øllum hinum
abbabørnunum, elskaði yvir alt.
Larmur, sum er
“settur í system”
Aftan á at skúlatíð í Hoydølum,
sótu vit ofta fleiri hálvvaksnir
mans heima hjá okkum og
drukku kaffi. Vindeygu og
hurðar stóðu á víðan vegg.
Komin troyttur heim frá arbeiði,
eftir at hava runnið millum øll
sambýlini og bústovnarnar
undir Almannaverkinum, sum
tað eitur í dag, sótu stundum
eini 5-8 dreingir í stovuni og
royktu og drukku kaffi. Tey
flestu høvdu nokk pent biðið
okkum um at skrubba av, men
ikki babba. Lættur av sinni sum
hann var, setti hann seg sum
oftast bara niður millum okkum
og kom upp í prátið. Musikkin
í anlegginum var hann ofta so
púrasta samdur í. Vanliga var
tað jazzur og onkuntíð klassiskt.
Um tað var okkurt heavy ella
poppur, plagdi hann at siga.
“Dreingir, hatta hevur onki við
musikk at gera. Hatta er larmur,
sum er settur í system”, og so
flentu vit.
Ólavsøkan – hæddar
punktið í árinum
Tá ið eg sum 21 ára gamal flutti
til Danmarkar í lestrarørindum,
hevði babba ongi børn eftir í
Føroyum. Honum longdist eftir
okkum, hóast hann visti, at vit
øll høvdu tað gott. Til alla lukku
hevði hann Mariu og døtur
hennara, Beinta og Linda. Tey
høvdu tjúgu góð ár saman, og
tað eru vit børn so sera takksom
fyri.
At koma heim til Føroya
um summarið var altíð líka
stuttligt. Babba var so stoltur
og glaður, og einki var óført.
Mann hevði ikki eingongd sagt
setningin lidnan, so slepti hann
øllum og var tøkur.
Ólavsøkuaftan var hæddar
punktið í árinum. Hann plagdi
altíð at hava opið hús við stór
um sjálvtøkuborði, og øll vóru
hjartaliga vælkomin. Sjálvur
rørdi hann ikki tað váta slagið,
men kortini dugdi hann so
ólukksáliga væl at vera sosialur.
Har bleiv sungið, spælt gittar og
trompet, og enntá kom útvarpið
okkurt árið niðan á gátt at greiða
beinleiðis frá stemninginum
uppi hjá Rasmusi. Jú sanniliga
var hann kongurin í Havnini, og
tað skuldi markerast við manér
á Ólavsøku.
Fangaður av
aldurdóminum
Babba plagdi at siga, at mann
fekk so nógvar dómar gjøgn
um lívið: Barndómin, ung
dómin, manndómin og so
aldurdómin. Sjálvur helt hann
skiftið frá barndómi til ungdóm
og síðani til manndóm koma
so líðandi, meðan tað var ein
skarpur kantur frá mann
dómi til aldurdóm. 67-70 ár og
bumm (!), so ert tú av arbeiðs
marknaðinum og verður róptur
pensjónist. Arbeiðslívið steðgar
frá degi til annan, og tú hevur
brádliga alla tíðina í verðini.
Eftir nógv ár sum húsavørður
innan almannaverkið, gavst
Minningarorð um pápa mín
Minningarorð um pápa mín
Rasmus Rasmussen