Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 80 23 babba við at arbeiða sum 70 ára gamal. Eftir at vera farin á pensjón, eldist babba nokkso nógv. Hann saknaði nógv vanliga arbeiðslívið, hóast hann átók sær nógvar uppgávur fyri fólk og drakk kaffi saman við vinmonnunum hvønn morgun. Tað betýddi nógv fyri hann. Tey, sum kendu babba, vita, at hann var ikki altíð líka lættur á sinni tey seinnu árini. Hann gjørdist meira upptikin av deyðanum. Stúrdi nokkso illa. Át minni og orkaði sum heild minni. Hann var tó aldrin kritiskt illa fyri. Sum dømi hjálpti hann mær við at stoypa garð; gjørdi og setti stoypiformar upp, meðan eg stóð við blandimaskinuna. Í mai í fjør málaðu vit húsini hjá mær uppi í Hoyvíkshaganum. Veðrið var av tí allarfagrasta í fleiri dagar á rað, og vit vóru saman frá morgni til myrkurs. Guð, hvat eri eg takksamur fyri tílíkar løtur. Seinastu dagarnir Tann 24. januar í ár fingu vit boðini um, at babba var innlagdur á G4 vegna møgu­ ligan tronga í tarmunum. Vit blivu sjálvandi skelkað, hóast vit aldrin høvdu droymt um, at hann fór at doyggja nakrar dag­ar seinni. Hann bleiv lagdur undir skurð sunnudagin 26. januar, og alt hevði gingið væl. Hann virkaði til at hava tað gott. Sjálvandi blivu vit glað, tá ið tað “bara” var trongi í tarmunum. Hann virkaði til at hava tað sum fiskurin dagin eftir skurðviðgerðina. Miku­ dagin 29. januar hevði hann eina ræðuliga pínu, og hann orkaði snøgt sagt onki. Um hann bara reisti seg eitt vet upp úr sjúkrahússongini, tivaði hann sum um, at hann hevði runn­ið eitt heilt marathon. Tá ið eg so spurdi meg fyri hjá sjúkrasystrunum, hevði talan aldrin verið um nakran tronga. Vit fingu at vita, at lækn­ar­ nir høvdu funnið ein tumor í tarmunum, sum var skorin burtur, sum síðani varð sendur til kanningar. Tað rann kalt oman eftir rygginum, at hann kanska hevði krabbamein. Bíð­ að var so eftir, at gongd kom á tarm­arnar aftur, men alt bara versnaði hjá honum, meðan hann lá á G4. Hósdagin 30. janu­ar tóktist hann at hava tað fínt, men á middegi fríggjadagin virkaði hann aftur at hava tað verri. Í biografinum fríggjakvødið tann 31. januar ringdi telefonin, og eg fekk at vita, at hann hevði fingið hjartastopp. Eg drønaði út á G4. Hjartasteðgurin vardi heilar 20 minuttir. Síðani varð hann lagdur í respirator. Tá fingu vit boð um, at sann­lík­ indini vóru rættiliga stór fyri, at hann var vorðin heilaskaddur av at liggja uttan ilt til heilan í lutfalsliga langa tíð. Men so endaði tað bara. Blóðtrýstið fall. Pulsurin fall, óansæð hvussu nógv tey royndu við and­ingar­ tólinum. Ein prestur kom inn í stovuna og í tí løtuni, at babba andaðist, feldi hann eitt tár úr vinstra eyga, og so var liðugt. Hann doyði! Hetta var ræðu­ ligasta løtan í mínum lívi. Mín besti og mest trúfasti vinur og pápi lá púra óvæntað kaldur og deyður frammanfyri mær. Sam­døgrið áðrenn sat hann og flenti og drakk MilkShake frá Kiosk Activ saman við mær og tá 4 ára gamla soni mínum, Emil. Takk fyri alt, babba Nú stendur mann so eftir við sorgini. Sakninum. Tóm­leika­ num. Mann fatar tað ikki ordi­ liga, og mann hevði heldur onga tíð at fyrireika seg í. Tað ring­ asta er næstan tíðin eftir jarð­ar­ ferðina, tí tá gongur lívið víðari sum vant hjá flestu øðrum, og tá verður mann veruliga kon­ fronteraður við, hvussu einsa­ mallur mann er í sorgini. Babba, eg skal bara takka tær fyri lívið og fyri alt, sum tú hevur givið mær og verið fyri meg. Tú hevur verið ein megn­ ar pápi, verfaðir og abbi. Tú ert tann fyrsti, sum eg hugsi um á morgni, og tann síðsti, sum eg hugsi um, áðrenn eg lati eyguni aftur. Eg kann sita og hyggja umaftur og umaftur at tí sama filmsbrotinum av tær á telefonini, tí tú ert enn so livandi í mínum hugaheimi. Sum tú sjálvur segði um onkran, so egnar tú teg ikki at vera deyður. Tú fert altíð at búgva í hjørt­ unum hjá okkum børnum, abba­ børnum og øllum øðrum, sum hava hildið so nógv av tær, og sum tú hevur verið so nógv fyri. Hvíl í friði mín elskaði babba. Sonur tín Torkil