Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2020síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 80 24 Óli Jacobsen Óli Jacobsen FF-blaðið var í síni tíð eitt fram­ komið blað. Í 2006 var blaðið á vitjan í Nólsoy og var inni á gólvi­num hjá Jens-Kjeld. Tá skriv­aði blaðið eina grein, sum kann vera eitt ískoyti til tað, sum annars er skrivað um Jens- Kjeld. Greinin kallaðist: Fuglamaðurin og lúsaserfrøðingur í Nólsoy Nógvir sjáldsamir danir eru kom­nir til Føroyar gjøgnum árini, og hetta verður sagt í eini avgjørt positivari merking. Teir hava givið okkara samfelagi íkast á nógvum økjum. Ein teirra er Jens-Kjeld Jen­sen, sum er ein av okkara frems­tu fuglafrøðingum. Vit vóru í Nólsoy undan páskum við donskum gestum. Teir vóru púra bergtiknir, hóast teir bert vóru har nakrar fáar tímar. Jens-Kjeld er ikki nakar høgt lærdur akademikari. Í veru­ leika­num hevur hann bara 7 ára skúlagongd. Tað nærmasta bókligum lærdómi er, at hann er útlærdur kokkur. Honum dámdi best at ferð­ ast, og hetta førdi hann til Nóls­oy­ar, tá ið hann var heilt ungur. Her kom hann at kenna tann navnframa fuglafrøðingin Niels á Botni. Tá fór hann at hjálpa Niels. Hann hevði longu tá lært at útstappað danskar fugl­ar hjá einum manni í Køge, sum var eins og Niels, og hevði fingið áhuga fyri fugli. Hjá Niels lærdi hann at útstappa før­ oyskar fuglar. Jens-Kjeld fann sær konu, Mariu Gulklett, í Nólsoy. (Hon er dóttir Mikkjal, sum var høvuðs­kelda til ta røð um stór­ hvalaveiðu í Suður­ís­havi­num, sum vit høvdu í fjør.) Tá ið Niels doyði, tók Jens Kjeld yvir arbeiðið hjá honum. Al­menna starvið hjá Jens-Kjeld er at stappa fuglar út, men hann fæst eisini við so nógv annað. Lundapisurnar, sum funnu heima aftur Væl dugur Jens Kjeld at greiða frá viðurskifti um fugl, sum vit onnur einki vita um. M.a. um lunda. Lundin heldur til á landi á sumri, men móti heysti hvørvur hann. Eingin veit, hvar hann fer, uttan tað, at hann er til havs. Ringmerktir lundar geva onga ábending. Teir eru funnir á heilt ymiskum leiðum. Men væl finnur lundin aftur. Hann kemur altíð aftur - um ikki í somu holu so í hvussu er í sama stað. Tað er eitt sera sjáldsamt dømi um hetta. Fyri nøkrum árum síðani oyddi ein oljudálking eitt stórt øki í Fraklandi. Tá ið økið varð reinsað aftur, ynsktu teir at fáa lundapisur at sleppa har. Teir fingu fatur í nøkrum pisum í Mykinesi, ringmerktu tær, og koyrdu tær í eina pappeskju, og síðan vóru tær sendar avstað við flogfari. Tá ein tíð var fráliðin komu fleiri av hesum pisunum aftur til Mykinesar, og tær vórðu funnar aftur innan fyri 100 metrar frá holuni, haðani tær vóru tiknar. Tann heilt stóra ósvaraða gátan er, hvussu tær funnu heim aftur. Eitt annað dulsmál við­víkj­ andi lunda er, hvussu teir kunnu hava nevið fult av t.d. nebba­ sild uttan at missa tær, tá tann seinasta verður tikin! Tað hevur verið upptalt, at ein sildberi hevur havt 80 lodnumurtar og 2 nebbasildir í nevinum í senn Víst hevur lundi ein feril av einum agnhaldi í nevinum, men kort­ini….. Drunnhvítin flýgur 30.000 km árliga! Jens-Kjeld er annars væl kendur fyri sítt arbeiði við drunnhvíta. Hann kallast so vegna hvíta plettin á afturpartinum. Hetta er ein ikki minni merkisverdur fuglur. Hann vigar umleið 30 gramm, og hvørt ár fer hann tann 15.000 km langa teinin til Suðurafrika. Um várið kemur hann aftur tann sama langa vegin. Tað er einki við, at hann sveimar sum aðrir fuglar, sum ger ferðina lættari. Nei, hann sveiggjar við veingjunum allan vegin. Hvussu skjótt hann flýg­ ur kann fáast ein ábending um, tá vit vita, at ein drunnhvíti, sum Jens-Kjeld fangaði í Nólsoy, var ring­merktur 24 tímar framm­ an­undan í Skotlandi. Teinurin her er 650 km. Teir koma aftur í sama stað hvørt ár, og teir gerast gamlir. Jens-Kjeld hevur havt ein drunnhvíta á hondum, sum var ringmerktur 32 ár frammanundan sum vaksin. Eggið hjá drunnhvíta vigar bert 8 gramm, og drunnhvíti bølir eggunum í einar 40 dagar, sum er nógv longur enn hjá fugli annars. Fyri at sleppa undan, at rov­djór amast upp at reiðrinum, vitjar drunnhvítin bert reiðrið á nátt. Tá pisan er klakt, verður hon fóðrað hvørja nátt í 50 dag­ar. Tá er hon ovurfeit, og tá kunnu foreldrini rýma frá henni. Tá 8-12 dagar eru farnir, hevur pisan mist so mikið av vektini aftur, at ferðin til Suður­afrika kann byrja. Pisan kemur heim aftur, tá hon er 2 ár og byrjar at yngla, tá hon er 3-4 ár. Í Nólsoy verður roknað við, at her er heimsins størsta kolo­ni av drunnhvíta. Tað er ringt at seta tal á, kanska 50- 100.000 fuglar. Ein orsøk til hetta stóra tal er, at av eini ella aðrari grund, er rottan ongantíð komin til Nólsoyar. Aðra staðni er tað hon, sum hevur beint fyri drunn­hvíta­num eins og fyri øðrum fugli. Drunnhvítin býr í grót­rúgv­ um og holum, og hann fer upp at flúgva um náttina. Hetta er eitt ferðamannamál av teim­ um stóru. Jens-Kjeld skip­ar fyri ferðum, har hann merk­ir drunn­hvíta, og tá sleppa ferða­ fólk við. Farið verður eystur um á Nólsoynni, og knappliga fer alt á flog. Hetta verður sagt at vera eitt rættiligt uppliving. Jens-Kjeld setur net upp, og fugl­ur, sum kemur í netið, verður ringmerktur. Á hendan hátt hevur Jens Kjeld ringmerkt 25.000 drunnhvítar, og er hetta eitt stórt íkast til kanningina av lívi­num hjá hesum lítla fugli. Tvey kilo av músum Jens-Kjeld arbeiðir eisini við øðr­um djórum, sum t.d. mýs, sum tað er fitt av í Nólsoy. Tá vit vóru har, væntaði hann sær vitjan av einum lesandi úr Bret­landi, sum skuldi kortleggja lívið hjá músum. Her var nóg mik­ið at studera, tí Jens-Kjeld hevur tvey kilo av músum liggj­ andi. Funnið 199 nýggj lúsasløg Afturat hesum er Jens-Kjeld ser­frøð­ingur í lúsum! Hetta er ein kykna, sum fær okkum onn­ ur at øtast og vamlast. Jens Kjeld hevur saman við Ricardo L. Palma úr New Zea­ landi gjørt eina ritgerð um lús í Føroyum. At hetta er eitt stórt evni sæst av, at ritgerðin telur heilar 24 síður. Í ritgerðini verður sagt, at í Føroyum eru skrásett 306 Tað man vera søguligt, at ein maður sum “bara” er kokkur, fær hægstu akademiska viðurkenning. Men tað hevur Jens Kjeld fingið í fleiri umførum Siðsøga Jens-Kjeld er ein brandur Jens Kjeld greiðir frá um lýs. Marner á Skúr lurtar við andakt Partur av fuglasavninum hjá Jens-Kjeld