Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2020síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 80 25 Komandi partur verður um Andreas Isaksen, Dia í Geil, sum í 1880 skapti søgu við at lata seg doypa sum vaksnan. heima­hoyrandi fuglasløg. Hetta merk­ir í sær sjálvum eisini eitt stórt tal av lúsasløgum. Hóast hetta hevur vitanin um lýs verið rættiliga avmarkað. Fyrstu ferð skrivað er um lýs er hjá Landt í 1800. Ein Water­ ston hevur í 1912 gjørt eitt yvirlit yvir lúsasløg. Tá vóru staðfest 27 ymisk lúsasløg. Men nú er gjørd ein rættilig kortlegging av teimum ymsu lúsasløgunum. Lýsnar koma frá nýliga deyðum fugli frá veiðumonnum av fugli, sum er funnin deyður, frá livandi fugli og frá útstappaðum fugli í Zoologiska savninum í Keyp­ manna­havn. Lýs eru eisini funnar á djórum, og man seyður telja væl við her. Hervið var talið av lúsa­ sløg­um komið uppá 215 sløg í Før­oyum. Men síðan ritgerðin er gjørd eru 11 sløg av lúsum komn­ar afturat, so nú er talið komið uppá 226, so tað kundi væl hent, at tað eru enn fleiri. Av hes­um eru tvey lúsasløg, sum als ikki hava verið kend fyrr. Í veru­leikanum skuldu slíkar lýs verið uppkallaðar eftir Jens- Kjeld! Men frammanundan er ein summarfuglur uppkallaður eftir honum, og tað er eisini huga­ligari enn um tað var ein lús. Hystarí um fuglakrím Jens-Kjeld tekur eisini til orða í almenna orðaskiftinum, sum t.d. um fuglakrím. Hann heldur, at hetta er blást alt ov nógv upp. Hann sigur, at har fugla­ krím herjar, livir fenaðurin inni í húsinum, og har eta tey sjálv­ deyðan fugl og drekka blóðið. Smittuvandin undir slík­ um umstøðum kann ikki sam­ metast við tey viðurskifti, vit hava í Føroyum, tá tað snýr seg um fugl. Sum sagt, so er ein slíkur mað­ur sum Jens-Kjeld ein fong­ur fyri okkara samfelag. Vit mugu bert vóna, at hann fær tær sømdir til at gera sítt arbeiði, sum hann hevur uppi­ borið. ....... Hetta var greinin, og tað er nógv hent síðan hetta. Vitjan úr Ísrael Seinni sama ár kom altjóða við­ ur­kendi ísraelski fiski­vinnu­ frøðingurin Menakhem Ben Yami á vitjan í Føroyum. Hann hev­ur í mong ár arbeitt fyri FAO, sum er matvørustovnurin hjá ST. Tað var ein sjálvfylgja at fara við honum til Nólsoyar at vitjan Jens-Kjeld. Hildið var, at tað, sum hann kundi siga um føðina í havinum hjá fugli, kundi eisini lýsa støðu­ na hjá fiski. Hetta var eisini soleiðis. Han­na, kona Menakhem, hevði góðan hug at síggja lunda á flogi, og farið varð til eitt øki, har tað vanliga var nógvur lundi. Tann einasti lundi, sum sást, var á sjónum, og hesa løtuna sást bara ein á flogi. Hetta er heilt sjáldsamt, og Jens-Kjeld kundi onga frágreiðing geva fyri hesum. Bert kundi hann stað­festa, at her ruggaði ikki alt, sum tað plagar. Tey bæði vóru hugtikin av vitjan­ina og virkseminum hjá Jens-Kjeld. Hiðani skal verða ynskt Jan-Kjeld eydnu við hansara virksemi framyvir. New Zealand er nú umboðað í gamla kirkjugarði Tað er hevur verið sagt fyrr, at gamli kirkjugarður á Svínaryggi í Havn man vera tað mest søguliga stað í landinum hjá føroyska fólki­num. Her liggur søgan hjá nógv­ um ymiskum lagnum, sum øll eru partur av føroysku søguni. Umframt hetta, so hevur kirkju­garðurin samband langt út í heim. Sum dømi kann nevn­ast, Danmark, Ísland, Noreg, Bretland, Canada og Congo. Nú er eisini eitt sjónligt sam­band komið í kirkjugarðin til New Zealand. Um dagarnar varð settur ein gravsteinur í gamla kirkjugarði á leiðið hjá Peter Jacob Hansen, sonur tann kenda Glyvrasnikkaran av sama navni. Søgan hjá honum er fyrr lýst i hesi røð, men hon er í stutt­um, at Peter Jacob fór út at sigla í 1910, og hann endaði í New Zealandi. Fyrstu árini hevði hann samband við ein før­oyskan svág, Niels Holm, men tá ið hann doyði, datt sam­bandið burtur. Men nógv ár seinni hittir hann av tilvild ein føroyskan skyld­mann, og tá kom sam­ bandið aftur í aftur við før­ oysku ættina. Peter Jacob doyði í 1966, og hann varð brendur. Í 1995 kom urnan aftur til Føroya og varð jarðað á Svínaryggi undir liðuni á eini fastur. Peter Jacob eigur ein abba­ son, sum eitur Petur. Hann hevur havt nógv samband við føroysku ættina og hevur eisini verið í Føroyum. Hann hevur ynskt at fáa ein gravstein settan á leiðið hjá abba­num, og í samstarvi við ættar­fólk í Føroyum er hetta nú eisini hent. Hesin steinur er tískil eitt ítøkiligt prógv fyri, at tað er einki mark fyri hvussu langt føroyingar hava rokkið út í heim, enntá fyri 100 árum síðani. Peter hevur eisini sent øll skjøl viðvíkjandi abbanum til Føroya, og tey eru í dag til skjals á Landsskjalasavninum. Kirkjugarðurin “en skændsel” Eitt annað er tað, at meðan ein­staklingar so og so royna at fríðkað um kirkjugarðin, so ger myndugleikin á økinum púra einki. Kirkjugarðurin er í fríum forfalli. Burtursæð frá, at hann verður sligin viðhvørt, so verður einki gjørt fyri at røkja hann. Træ- og runnavøkstur fjalir fleiri og fleiri gravsteinar. Ein donsk kvinna, sum leitaði eft­ir sínum ættarfólki, segði kom­mununi, at kirkjugarðurin var “en skændsel” í mun til tað, sum hon kendi til í Danmark. Einki hendur, og støðan bara versnar. Eitt “gott” dømi er, at á gøtu­ni niðan frá portrinum í kirkju­garðinum er eftir øllum at døma eitt rør brostið. Tá ið tað hevur regnað illa fossar ein á oman eftir gøtuni. Hetta hevur verið støðan í fleiri ár, hóast kommunan er vitandi um tað. Júst í hesum døgum detta bløðini av trøunum. Tey verða væl upptikin av kommunalum starvs­fólki. Men ikki í kirkju­ garði­num. Innanfyri portrið er ein ordiliga “sugga” av niður­ dotnum bløðum sum tippa frálopið frá rennandi vatni­ num. So har slepst illa inn uttan í stivlum! At rudda gøtuna hevði tikið fáar minuttir. Skal leggjast afturat, at kortið yvir gravirnar í kirkju­garðin er ikki hálv­gjørt, hóast stórt sæð allir upp­lýs­ingar eru tøkir. Tann einasti vegur burtur úr hesi skomm hjá Tórshavnar Kommunu er, at Tjóðarsavnið yvir­tekur kirkjugarðin á Svína­ ryggi. Her eru fólk, sum hava ans fyri fornminnnum, og vit eru fleiri sum vilja hjálpa Tjóðsavninum at gera henda kirkjugarðin til eitt prýði og eina minnispark fyri tey, sum liggja her. Hjúnini úr Ísrael, Hanna og Menakem, sum við einum undri sluppu undan at verða fyribeind av Hitler, lurta við andakt eftir Jens-Kjeld Lús av havhesti, sergrein hjá Jens-Kjeld Nú er steinur komin á grøvina Jarðarferðin hjá Peter Jacob 5. September 1995